Føroya kunngerðasavn A og B - 14.12.1970, Blaðsíða 26

Føroya kunngerðasavn A og B - 14.12.1970, Blaðsíða 26
150 Nr. 85. 26. november. KUNNGERÐ um dag- og tímapening á tænastu- ferð og útiviðbót Eftir § 44 í løgtingslóg nr. 31 frá 18. mai 1961 um løn tæna- stumanna landsins verður fylgjandi fyrisett: Stk. 1. Tænastumaður, sum ger tænastuferð longri burtur enn 4 km frá tænastubústaðn- imi, fær dag- og tímapening, herundir náttarviðbót. Vanliga verður ikki latin dag- og tíma- peningur innan fyri somu kommunu. Stk. 2. Tænastustaðið er, um annað ikki er fyrisett, arbeiðs- staðið, ið ávíst er tænastu- manninum (skrivstova, toll- búð, útskiftingarbygd o.t.), so- leiðis at 4 km markið verður roknað haðani. Stk. 3. Dagpeningur verður roknaður fyri hvørt samdøgur, sum viðkomandi er burtur- staddur. Fyri minni enn sam- døgur verður tímapeningur roknaður fyri hvønn ásettan tíma, tó ikki útyvir dagpening fyri samdøgur. Stk. 4. Náttviðbót verður veitt fyri at hava ligið nátt burtur frá tænastustað, um innivist er ikki ávíst honum av yvirvaldi. Stk. 5. Leiðandi tænastu- menn á hægstu lønarstigum kirnnu eina ferð taka at ferð- ast fyri dag- og tímapening ella eftir rokning. Fyri tænastuferð uttan fyri Føroyar kann dag- og tímapeningur setast upp upp í 100% ella útreiðslurnar at gottgerast eftir rokning. Tænastumaður eigur ikki at fara á tænastuferð uttan fyri Føroyar uttan eftir avtalu við landsstýrið. Stk. 6. Full útiviðbót verður veitt upp í 28 dagar, fyri longri tíð verður viðbótin sett niður. Stk. 7. Fær tænastumaður úti kost og innivist rindað av landskassanum eftir nærri fyri- settum treytum, tilkemur hon- um ikki dag- og tímapening. § 2. Av dag- og tímapeningi skal tænastumaður rinda kostar- hald og innivist o.t., meðan út- reiðslur av ferðapeningi við skipi, bili o.t. verða goldnar eftir rokning. § 3. Stk. 1. Eftir framman fyri tilskilaðu reglum verður dag- og tímapeningur fyrisettur so- leiðis: kr. Tímapeningur 1,65 Fullur dagpeningui 31,25 Hertil verður veitt náttarviðbót 41,25 Viðbót við fullum dagpeningi 1., 2., 3. og 4. dag sama stað 11,60 Lækkaður dagpeningur, heruppií náttviðbót 37,30 Av hesum náttviðbót 14,80 Stk. 2. Viðbót fyri 1., 2., 3. og 4. dag sama stað verður bert veitt, um tænastumaður hevur rætt til dagpening, heruppií til dagpening umskrivaðan tíma- pening. § 4. Reglurnar, sum her eru fyri- settar fyri tænastumenn, eru eisini galdandi fyri honorarlønt starvsfólk í tænastu landsins, § 5. Henda kunngerð kemur í gil- di frá 1. desember 1970, og samstundis fer kunngerð nr. 66 frá 26. november 1968 úr gildi. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 26. nov- ember 1970. K. Djurhuus løgmaður J. Ellendersen.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.