Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Blaðsíða 1
289
Kunngerðablaðið A
1997 Hefti 10
ISSN 0907-905X
Nr. 67 23. raei
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um frítíð við løn
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1.
í løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við
løn við seinni broytingum verður gjørd henda broyt-
ing:
Eftir § 20 verður sum nýtt § 20 A sett:
“§ 20 A. Løntakarafeløgini og Frítíðargrunnurin
rinda Toll- og Skattstovu Føroya fyri umsiting sam-
bært hesi lóg.”
§2.
Henda lóg fær gildi frá 1. januar 1998.
Tórshavn, 23. mei 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Anfinn Kallsberg (sign.)
Nr. 68 23. mei
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
81.
f løgtingslóg nr. 86 ffá 1. september 1983 um lands-
skatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løg-
tingslóg nr. 147 frá 30. desember 1996 verða hesar
broytingar:
1) f § 1 verður nr. 9 orðað soleiðis:
“9) Vinnurekandi grunnar og tryggingarfeløg.”
2) f § 63, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 63. Áðrenn A-inntøka verður goldin skatt-
gjaldara, skal A-skattur avroknast í upphæddini.
Tann, hvørs vegna A-inntøka verður útgoldin
(hin ávísingarskyldugi), skal gjalda A-inntøkuna
inn til eitt av landsstýrinum góðkent avrokning-
arstað. Avrokningarstaðið avroknar A-skatt, sum
eftir hetta verður fluttur til landskassan, meðan
restupphæddin verður útgoldin tí ávísingar-
skylduga. Avrokning av A-inntøku, sambært §
60, stk.l, nr.8, áliggur tí, sum fær arbeiðið gjørt.
Avrokningarstaðið hevur skyldu til mótvegis
skattgjaldaranum at gera eina gjølliga sundur-
greining av, hvat verður eftirhildið í hvørjari A-
inntøku. Landsstýrið kann áseta nærri reglur um
sundurgreiningina. ”
3) f § 81, stk. 1 og § 100, stk. 3, 2. punkt verður
ávikavist “§ 1, nr. 7-15” og “§ 1, stk. 1., nr. 7-
15” broytt til: “§ 1, nr. 7-16” og í § 146, stk. 1,