Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Page 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 03.06.1997, Page 4
292 Nr. 72 23. mei Løgtingslóg um sjúkratrygd til fískimenn Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Við tí endamáli at tryggja inntøkur fiskimanna í samband við sjúku ella skaða, verður landsstýrinum heimilað at útgjalda sjúkratrygd til persónar, sum eru undir skipanini við minstuløn. Stk. 2. Fiskimanni verður veitt sjúkratrygd sambært stk. 1, hóast ásetingamar í § 1 í “lovbekentgørelse nr. 102 af 02.03.1988 om dagpenge ved sygdom eller fødsel”, sum broytt við lóg nr. 393 frá 22.06.1993. § 2. Sjúkratrygdin er kr. 12.725,00 um mánaðin ella 1/30 av hesi upphædd um dagin, sum kann veitast persóni í mesta lagi í 272 mánað. § 3. Sjúkratrygd verður veitt persóni, sum fer sjúkur ella skaddur í land av fiskifari smb. § 1 og kann vísa fram læknaváttan og váttan frá skipara ella bátsfor- manni á tí fiskifari viðkomandi er vorðin sjúkur ella skaddur umborð á. Læknaváttanin verður rindað av skipanini við sjúkratrygd til fiskimenn. Stk. 2. Doyr fiskimaður, meðan hann lýkur treytimar í § 1, stk. 1, fær eftirsitandi hjúnafelagi ta trygd, sum fiskimaðurin átti í upp til 2'/2 mánaða. § 4. Hendan lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd. Tórshavn, 23. mei 1997 Edmund Joensen (sign. ) løgmaður / John Petersen (sign.) Nr. 73 23. mei Løgtingslóg um Lønjavningargrunn Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Landsstýrismanninum í fiskivinnumálum verður heimilað at seta á stovn Lønjavningargrunn- urin. § 2. Lønjavningargrunnurin hevur til endamáls at fyrisita skipanir viðvíkjandi minstuløn, dagstudningi og minstaforvinningi v.m. Somuleiðis kann Løn- javningargrunnurin fyrisita aðrar skipanir, ið em tengdar at fíggjarviðurskiftum fiskimanna. Stk. 2. Lønjavningargmnnurin kann Forskotsgruns- ins vegna mótrokna yvirfyri fiskimanni í ágóða fyri útgoldi forskot og onnur gjøld, sum Forskotsgrunn- urin hevur móti viðkomandi fiskimanni. Stk. 3. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ásetur í kunngerð nærri reglur fyri mannagongdir í sam- bandi við útgjald frá Lønjavningargrunninum. § 3. Stjórin fyri Lønjavningargrunnin verður settur av landsstýrismanninum, og vísir beinleiðis til hans- ara. Stjórin hevur dagligu leiðsluna á stovninum og setir starvsfólk. § 4. At ráðgeva landsstýrismanninum í spurningum viðvíkjandi inntøkutrygd v.m. og í spumingum við- víkjandi fyrisitingini hjá Lønjavningargmnninum verður sett eitt yrkisráð við 5 limum. Landsstýris- maðurin í fiskivinnumálum velur 1 lim, ið er for- maður. Føroya Fiskimannafelag velur 1 lim, Megin- felag Utróðrarmanna 1 lim, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Føroya Maskinmeistarafelag og Føroya Motorpassarafelag velja í felag 1 lim og Før- oya Reiðarafelag 1 lim. Limimir verða valdir fyri 4 ár í senn. A sama hátt verða 5 varalimir valdir. Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ásetur í kunngerð nærri reglur fyri virksemið hjá ráðnum. § 5. Umsøkjarar og almennir myndugleikar hava skyldu at lata Lønjavningargrunninum upplýsingar,

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.