Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 26.06.1997, Blaðsíða 23

Føroya kunngerðasavn A og B - 26.06.1997, Blaðsíða 23
367 Nr. 124 Kunngerð um leiguskráseting av skipum 20. juli Við heimild í § 56, stk. 2 í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 23. mai 1997 verður fyrisett: § 1. Skip sum eftir § 1 í løgtingslóg um skráseting av skipum ikki er føroyskt, men sum verður útleig- að til reiðara, sum eftir § 1 í løgtingslóg um skráse- ting av skipum er føroyskur, kann av leigaranum fráboðast til skrásetingar í skipaskrásetingini. Skipið kann skrásetast fyri eitt tíðarskeið upp til 5 ár. Skipaskrásetingin kann eftir skrivligari umsókn frá leigaranum leingja hetta tíðarskeið við upp til einum ári í senn. Stk. 2. Veðrættindi ella onnur rættindi kunnu ikki skrásetast í skipi, ið er skrásett sambært stk. 1. Stk. 3 Leiguskráseting í føroysku skipaskrásetingini er treytað av, at váttan frá útlendska skrásetingar- myndugleikanum, um at skipið hevur rætt til at føra eitt annað tjóðskaparflagg í leigutíðini, er hjáløgd. § 2. Leiguskip verður strikað úr skrásetingini, um so er, at: 1) leiguavtalan heldur uppat, 2) treytimar fyri skráseting eftir § 1 ikki longur em til staðar, 3) leigarin skrivliga biðjur um tað, ella 4) skipið, sambært lóg í heimlandi tess, ikki longur hevur rætt til at føra annað tjóðskaparflagg enn tað hjá heimlandinum. Stk. 2. Eisini verður skip strikað úr skrásetingini, tá tað verður høgt upp, gongur burtur, hvørvur ella av útnevndum metingarmonnum, av góðkendum klas- singarfelag ella á annan hátt, ið kann javnsetast við hetta, verður sagt ikki at kunna gerast aftur. Tá slík strikingarorsøk er, hevur leigarin skyldu til skriv- liga, og í seinasta lagi 30 dagar eftir at hava fingið kunnleika til strikingarorsøkina, at fráboða hetta til skipaskrásetingina. § 3. Føroyskt skip ið verður útleigað til reiðara, sum sambært § 1 í løgtingslóg um skráseting av ski- pum ikki verður mettur sum føroyskur, verður ikki strikað úr skipaskrásetingini, hóast skipið við gmnd- arlag í eini leiguavtalu verður tikið upp í útlendska skipaskráseting. Skipið fær í leigutíðini rætt til fyri- bils at føra annað tjóðskaparflagg enn føroyskt, við teimum rættindum og skyldum, ið við tí fylgja. Veðrættindi og onnur rættindi í skipinum kunnu framhaldandi skrásetast í Skipaskrásetingini. Stk. 2. Skip kann fáa rætt til at føra annað tjóðskap- arflagg í upp til 5 ár frá fráboðanini. Skipaskrásetin- gin kann eftir skrivligari áheitan frá eigaranum leingja hetta tíðarskeið við upp til einum ári í senn. Stk. 3. Fyri at skip fyribils kann fáa rætt til at føra annað tjóðskaparflagg, jvb. stk 1, er tað ein treyt, at allir rættindishavarar hava givið skrivligt loyvi til, at skipið skiftir flagg, og at hammframt ein váttan frá útlendska skrásetingarmyndugleikanum um, at skip- ið kann takast upp í útlendsku skrásetingina, er hjáløgd, ella at fyribils tjóðskaparbræv er útskrivað. § 4. Tá leiguavtalan, jvb. § 3, heldur uppat, fellur rætturin til at føra annað tjóðskaparflagg burtur. Eig- arin skal innan 30 dagar eftir at leiguavtalan er hild- in uppat fráboða hetta til Skipaskrásetingina. Fráboðan um leiguskráseting av skipum. Tilføroyskt flagg. § 5. Fráboðan um skráseting av leiguskipi, sum eftir § 1 í løgtingslóg um skráseting av skipum ikki verður mett sum føroyskt, og sum verður útleigað til ein reiðara sum eftir § 1 í løgtingslóg um skráseting av skipum verður mettur sum føroyskur, skal gerast á serligt fráboðanarskjal. Stk. 2. A fráboðanarskjalinum skulu standa upplýs- ingar um skipið, skrásetta eigaran, umboðsmann eigarans, leigaran, leigutíðarskeiðið, umframt upp- lýsingar um í hvørjari útlendskari skipaskráseting skipið er skrásett í og kenningarbókstavimar hjá skipinum. Stk. 3 Skipaskrásetingin kann, fyri at kunna taka avgerð um treytimar eftir § 1 í løgtingslóg um skrá- seting av skipum em loknar, krevja neyðug prógv. § 6. Við fráboðanini skal fylgja: 1) leiguavtalan í fmmriti ella vátta úrskrift av henni, 2) váttan frá útlendsku skrásetingini um, at skipið hevur rætt at føra annað tjóðskaparflagg í leigu- tíðini, 3) úrskrift frá útlendsku skrásetingini sum vísir, hvør skrásetti eigari av skipinum er, og tekning- arreglur fyri skrásetta eigaran. § 7. Um leigarin ikki longu er skrásettur sum reiðari í Skipaskrásetingini, verða upplýsingar sambært § 5 í løgtingslóg um skráseting av skipum, lætnar skrá- setingini. § 8. Skipaskrásetingin letur gera serstakt blað fyri leiguskipið. Á blaðið verða skrivaðir kenningarbók- stavimir hjá skipinum, navn, heimstaður, mát, nýts-

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.