Tíðindablaðið - 10.01.1975, Page 6

Tíðindablaðið - 10.01.1975, Page 6
Síða 6 TÍÐINDABLAÐlÐ fríggjadagin 10. januar 1975 Styðja bretskt uppskot F íggj armálaráðharrar- nir í felagsmarknaðar- londunum hava tikið undir við eini bretskari ætlan um at loysa fíggj- arkreppuna, sum hevur tikið seg upp orsakað av teimum høgu olju- prísunum. Teir hava mælt til, at ein ser- stakur grunnur verður skipaður undir altjóða valutagrunninum. Hes- in grunnur skal hava meira enn 10 miljardir dollars av vinninginum hjá oljuframleiðarun- um. Uppskotið miðar so ímóti, at hesin pen- ingur skal lænast olju- brúkarunum aftur fyri at hjálpa teimum at gjalda fyri oljuinnflutn- ingin. USA hevur arbeitt við eini aðrari ætlan, sum evropearar vænta, at oljuframleið- arunum ikki fer at dáma. Umframt tað meta teir, at nógvir tekniskir trupulleikar kunnu standast av am- erikanska uppskotinum um roynt verður at fremja tað. Altjóða val- utagrunnurin skal seinni viðgera uppskot- ini. Onki at sam- ráðast um Frælsisfylkingin i Eri- trea vil ikki samráðast við etiopisku stjórnina um sjálvstýri fyri landslutin. Frælsisfylk- ingin hevur sent úr eina kunngerð í Kairo, har sagt verður, at tað kann ikki samráðast um spurningin um sjálvstýri fyri Eritrea. Sagt verður, at fólkið í landslutinum vil bert góðkenna fullkomið sjálvstýri. Stjórnin í Etiopia hevur biðið em- bætismenn í landslutin- um um at taka upp samband við leiðarar- nar hjá partisanunum, sum hava barst fyri sjálvstýri í næstan 13 ár. Stjórnin segði, at hon hevði sett sær fyri at fáa frið í landslutin- um. Høvuðsstaður fallin Tíðindaskrivarin hjá Gerald Ford forseta sig- ur, at forsetin hevur fylgt væl við í tí, sum er hent í Suðurvietnam seinastu dagarnar, nú vietcong hevur fingið valdið yvir einum heil- um landsluti í Suður- vietnam. Tiðindaskriv- STUTT UTTANEFTIR arin segði, at forsetin umhugsar ikki at bróta ta lógina, sum kong- ressin samtykti í 1973 og sum setti forboð fyri amerikanskum hernað- arligum virksemi í Ind- okina. Stutt eftir at høvuðsstaðurin var fall- in fór amerikanski flog- berin Enterprise av flotastøð á Filipsoyggj- unum, og tað ljóðaði, at hann var á veg til Suð- urvietnam. Van Thieu forseti boðaði frá tríggja daga landasorg, tá høvuðs- staðurin i landslutinum fa.ll. Vietcong hevur sagt, at tað eru einans amerikanararnir og stjórnin hjá Nguyen van Thieu forseta, sum hava ábyrgdina av teimum spentu viður- skiftunum í Suðurviet- nam. Samráðast hvønn mána A1 Assad forseti í Sýr- ialandi hevur lovað at veita Libanon hjálp til at verja suðurmark landsins imóti ísraelsk- um alopum. Hann segði hetta i eini røðu, sum hann helt á eini vitjan í Libanon. Undir vitjan- ini gjørdi hann eina avtalu við libanesiska forsetan um, at tey bæði londini skulu ting- ast í hvørjum mána um samskipan av verjuni av londunum. A1 Assad segði, at Sýrialand fer treytaleyst at veita lib- anesiska fólkinum hjálp. Tað, sum skaðar Libanon, skaðar eisini okkum, segði hann. Undir vitjanini hevur verið nógv tingast um støðuna framvið liban- esiska suðurmarkinum, har ísraelsmenn ofta hava gjørt atsóknir fyri at raka partisanar. Móðirin deyð Móður sovjettiska að- alskrivaran, Leonid Brezjnev, er deyð, sigur sovjettiska tíðindastov- an. Onki verður nevnt um, nær hon doyði, ella hvørjum hon doyði av, men eygleiðarar halda, at um hon hevur ligið sjúk eina tíð, áðrenn hon doyði, so kann hetta vera høvuðs- grundin til, at Brezjnev útsetti ætlaðu vitjan sína til Miðeystur. Eftir ætlanini skuldi henda vitjan byrja í næstu viku. Ongin beinleiðis grund varð givin fyri útsetingini, og tað hev- ur ljóðað, at Brezjnev livir ikki væl. Kurdarnir fáa hjálp úr Persia móti irakarum Persiskar artiilarídeildir hjálpa nú kurd- arunum, eftir at hermenn hjá stjórnini í Irak hava rikið uppreistrarmenninar inn ímóti persiska markinum. Persia hevur hjálpt kurdarunum í fleiri ár, m.a. við at latateimum maskinbyrsur. Men persisk- i herurin hevur ikki fyrr lagt beinleiðis uppí. Hetta kemst av, at tað tær seinastu vikurnar hevur gingist irakisku hermonn- unum væl í tveimum bar- døgum í Rawandiz og Ranya. Irakarar hava tikið fjallið Mount Zuzak og alt hálendið har á leið, og teir standa stutt frá tí gomlu høvuðsstøðini hjá Mustap- ha Barzani, ið er leiðari hjá kurdarunum. Mustapha varð tí noydđur at flyta til eina aðra høvuðsstøð, sum liggur nærri persiska markinum. Kanónirnar dundra Fyri at forða irakarunum í at koma til Haj Umran, har Mustapha nú heldur til, senda persarar hvørja nátt artillarídeildir tríggj- ar til fýra kilometrar inn í Irak at leypa á irakisku hermenninar. Við teimum vápnum, persarar hava har á leið, røkka teir ikki irakisku hermenninar, utt- an teir fara um markið. Aðrastaðni kunnu persarar av egnum lendi skjóta eftir irakiskum hermonnum, sum standa bert 10 kilo- metrar burturi. Grava seg niður Irakiski herurin plagdi fyrr at taka seg burtur úr fjøll- unum um veturin. Hesa- ferð hava teir tikið støðir aftur, sum teir mistu longu mm 'k/í/K’K ■ ' i: 'í ó Mustapha Barzani í 1960, og teir vilja tí ikki rýma av teimum aftur. Hermenninir hava fingið vetrarklæði, og teir mest týðandi skansarnir eru gravaðir væl niður. Men ætlanin er at halda fram við álopunum, so hvørt ein kjansur er. Teir fara møg- uliga at gera eitt stórt álop í mars og royna at reka kurdarnar yvir um persisk- a markið. Báðir partar hava mist nógv fólk, men hildið verð- ur, at irakarnir, sum eru 70—80.000 í tali, eru betur førir fyri at halda fram enn kurdarnir, sum neyvan hava meira enn 15.000 mans. Vil hava vald á oljukeldum í mars mánað í fjør fingu kurdarnir eitt tilboð frá stjórnini í Irak um sjálv- stýri, men tilboðið kom ov seint. Mustapha Barzani hevur kravt ræðið yvir olj- ukeldunum i Kirkuk. Oljan kann skapa betri grundar- lag fyri fullum kurdiskum sjálvstýri. Á økinum við skrástrikun- um húgva kurdarar Summir irakiskir her- yvirmenn siga, at tað verður at enda neyðugt at finna eina politiska heldur enn eina hernaðarliga loysn á ti kurdiska spurn- inginum. 5 — 6 ferðir hava ymiskar irakiskar stjórnir fyrst stríðst ímóti og síðani tingast við Barzani. Tað er ikki væntandi, at hetta hendir aftur nú, tí tað upp- skoti, sum stjórnin legði fram i mars, var tað mest viðgongda higartil. Ein samráðingarloysn við kurdarnar fæst helst ikki, fyrr enn Barzani er deyður. Irak kundi roynt at fingið eina avtalu í lag við Persia um at steðga hjálpini. So høvdu kurdarnir noyðst at givist. Men ósemja er mill- um Irak og Persia um onn- ur mál, og tað fæst tí neyvan nøkur avtala við shahin. Tann einasti møg- uleikin tykist tí at vera at halda fram við vápnunum. Vápnaðir kurdarar á markinum millum Irak og Iran Sadat ikki nøgdur við sovjettiska tilboðið um vápn Anwar Sadat forseti hevur sagt, at hann er ikki nøgd- ur við sovjettisku upp- skotini u'm vápnahjálp til Egyptaland. í samrøðu við eitt blað í Beirut sigur Sadat, at seinasta sovjett- iska tilboðið um vápn svarar ikki til egyptiska ynskið. Hann segði, at síð- ani kríggið í 1973 hevur Egyptaland fingið lítið av vápnum frá Sovjetsam- veldinum. Sadat vildi ikki siga, hvussu nógv vápn Sovjet- samveldið hevur lovað at senda, men nøgdin er ikki so stór, at hon vigar upp imóti tí, sum Egyptaland misti undir krígnum í fyrr- aárið. Spurdur um orsøk- ina svaraði egyptiski for- setin, at russar siga, at teir eru ikki sinnaðir at økja um spenningin í Miðeystri. Men, segði hann, USA hevur sent nógv vápn til ísraels, og Sovjetsamveld- ið hevur latið Sýrialand fingið vápn í staðin fyri alt tað, sum landið misti undir krígnum í 1973. Tveir egyptiskir ráð- harrar hava nýliga verið í Sovjetsamveldinum og samráðst, og tað er eftir at hava fingið frágreiðingar- nar frá teimum, at Anwar Sadat sigur hetta. Hann segði ikki um hann var nøgdur við ta frágreiðing hann fekk um útsetingina av vitjan Brezjnevs í Egyptalandi, men hann duldi ikki fyri, at tilboðið um vápnahjálp var hann í hvussu er ikki nøgdur við. »

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.