Tíðindablaðið - 10.01.1975, Qupperneq 6
Síða 6
TÍÐINDABLAÐlÐ fríggjadagin 10. januar 1975
Styðja bretskt
uppskot
F íggj armálaráðharrar-
nir í felagsmarknaðar-
londunum hava tikið
undir við eini bretskari
ætlan um at loysa fíggj-
arkreppuna, sum hevur
tikið seg upp orsakað
av teimum høgu olju-
prísunum. Teir hava
mælt til, at ein ser-
stakur grunnur verður
skipaður undir altjóða
valutagrunninum. Hes-
in grunnur skal hava
meira enn 10 miljardir
dollars av vinninginum
hjá oljuframleiðarun-
um. Uppskotið miðar
so ímóti, at hesin pen-
ingur skal lænast olju-
brúkarunum aftur fyri
at hjálpa teimum at
gjalda fyri oljuinnflutn-
ingin.
USA hevur arbeitt
við eini aðrari ætlan,
sum evropearar
vænta, at oljuframleið-
arunum ikki fer at
dáma. Umframt tað
meta teir, at nógvir
tekniskir trupulleikar
kunnu standast av am-
erikanska uppskotinum
um roynt verður at
fremja tað. Altjóða val-
utagrunnurin skal
seinni viðgera uppskot-
ini.
Onki at sam-
ráðast um
Frælsisfylkingin i Eri-
trea vil ikki samráðast
við etiopisku stjórnina
um sjálvstýri fyri
landslutin. Frælsisfylk-
ingin hevur sent úr eina
kunngerð í Kairo, har
sagt verður, at tað
kann ikki samráðast
um spurningin um
sjálvstýri fyri Eritrea.
Sagt verður, at fólkið í
landslutinum vil bert
góðkenna fullkomið
sjálvstýri. Stjórnin í
Etiopia hevur biðið em-
bætismenn í landslutin-
um um at taka upp
samband við leiðarar-
nar hjá partisanunum,
sum hava barst fyri
sjálvstýri í næstan 13
ár. Stjórnin segði, at
hon hevði sett sær fyri
at fáa frið í landslutin-
um.
Høvuðsstaður
fallin
Tíðindaskrivarin hjá
Gerald Ford forseta sig-
ur, at forsetin hevur
fylgt væl við í tí, sum er
hent í Suðurvietnam
seinastu dagarnar, nú
vietcong hevur fingið
valdið yvir einum heil-
um landsluti í Suður-
vietnam. Tiðindaskriv-
STUTT
UTTANEFTIR
arin segði, at forsetin
umhugsar ikki at bróta
ta lógina, sum kong-
ressin samtykti í 1973
og sum setti forboð fyri
amerikanskum hernað-
arligum virksemi í Ind-
okina. Stutt eftir at
høvuðsstaðurin var fall-
in fór amerikanski flog-
berin Enterprise av
flotastøð á Filipsoyggj-
unum, og tað ljóðaði, at
hann var á veg til Suð-
urvietnam.
Van Thieu forseti
boðaði frá tríggja daga
landasorg, tá høvuðs-
staðurin i landslutinum
fa.ll. Vietcong hevur
sagt, at tað eru einans
amerikanararnir og
stjórnin hjá Nguyen
van Thieu forseta, sum
hava ábyrgdina av
teimum spentu viður-
skiftunum í Suðurviet-
nam.
Samráðast
hvønn mána
A1 Assad forseti í Sýr-
ialandi hevur lovað at
veita Libanon hjálp til
at verja suðurmark
landsins imóti ísraelsk-
um alopum. Hann segði
hetta i eini røðu, sum
hann helt á eini vitjan í
Libanon. Undir vitjan-
ini gjørdi hann eina
avtalu við libanesiska
forsetan um, at tey
bæði londini skulu ting-
ast í hvørjum mána um
samskipan av verjuni
av londunum. A1 Assad
segði, at Sýrialand fer
treytaleyst at veita lib-
anesiska fólkinum
hjálp. Tað, sum skaðar
Libanon, skaðar eisini
okkum, segði hann.
Undir vitjanini hevur
verið nógv tingast um
støðuna framvið liban-
esiska suðurmarkinum,
har ísraelsmenn ofta
hava gjørt atsóknir fyri
at raka partisanar.
Móðirin deyð
Móður sovjettiska að-
alskrivaran, Leonid
Brezjnev, er deyð, sigur
sovjettiska tíðindastov-
an. Onki verður nevnt
um, nær hon doyði, ella
hvørjum hon doyði av,
men eygleiðarar halda,
at um hon hevur ligið
sjúk eina tíð, áðrenn
hon doyði, so kann
hetta vera høvuðs-
grundin til, at Brezjnev
útsetti ætlaðu vitjan
sína til Miðeystur. Eftir
ætlanini skuldi henda
vitjan byrja í næstu
viku. Ongin beinleiðis
grund varð givin fyri
útsetingini, og tað hev-
ur ljóðað, at Brezjnev
livir ikki væl.
Kurdarnir fáa
hjálp úr Persia
móti irakarum
Persiskar artiilarídeildir hjálpa nú kurd-
arunum, eftir at hermenn hjá stjórnini í
Irak hava rikið uppreistrarmenninar inn
ímóti persiska markinum. Persia hevur
hjálpt kurdarunum í fleiri ár, m.a. við at
latateimum maskinbyrsur. Men persisk-
i herurin hevur ikki fyrr lagt beinleiðis
uppí.
Hetta kemst av, at tað tær
seinastu vikurnar hevur
gingist irakisku hermonn-
unum væl í tveimum bar-
døgum í Rawandiz og
Ranya. Irakarar hava tikið
fjallið Mount Zuzak og alt
hálendið har á leið, og teir
standa stutt frá tí gomlu
høvuðsstøðini hjá Mustap-
ha Barzani, ið er leiðari hjá
kurdarunum. Mustapha
varð tí noydđur at flyta til
eina aðra høvuðsstøð, sum
liggur nærri persiska
markinum.
Kanónirnar
dundra
Fyri at forða irakarunum í
at koma til Haj Umran,
har Mustapha nú heldur
til, senda persarar hvørja
nátt artillarídeildir tríggj-
ar til fýra kilometrar inn í
Irak at leypa á irakisku
hermenninar. Við teimum
vápnum, persarar hava
har á leið, røkka teir ikki
irakisku hermenninar, utt-
an teir fara um markið.
Aðrastaðni kunnu persarar
av egnum lendi skjóta eftir
irakiskum hermonnum,
sum standa bert 10 kilo-
metrar burturi.
Grava seg
niður
Irakiski herurin plagdi fyrr
at taka seg burtur úr fjøll-
unum um veturin. Hesa-
ferð hava teir tikið støðir
aftur, sum teir mistu longu
mm
'k/í/K’K
■
'
i:
'í ó
Mustapha Barzani
í 1960, og teir vilja tí ikki
rýma av teimum aftur.
Hermenninir hava fingið
vetrarklæði, og teir mest
týðandi skansarnir eru
gravaðir væl niður. Men
ætlanin er at halda fram
við álopunum, so hvørt ein
kjansur er. Teir fara møg-
uliga at gera eitt stórt álop
í mars og royna at reka
kurdarnar yvir um persisk-
a markið.
Báðir partar hava mist
nógv fólk, men hildið verð-
ur, at irakarnir, sum eru
70—80.000 í tali, eru betur
førir fyri at halda fram enn
kurdarnir, sum neyvan
hava meira enn 15.000
mans.
Vil hava vald
á oljukeldum
í mars mánað í fjør fingu
kurdarnir eitt tilboð frá
stjórnini í Irak um sjálv-
stýri, men tilboðið kom ov
seint. Mustapha Barzani
hevur kravt ræðið yvir olj-
ukeldunum i Kirkuk. Oljan
kann skapa betri grundar-
lag fyri fullum kurdiskum
sjálvstýri.
Á økinum við skrástrikun-
um húgva kurdarar
Summir irakiskir her-
yvirmenn siga, at tað
verður at enda neyðugt at
finna eina politiska heldur
enn eina hernaðarliga
loysn á ti kurdiska spurn-
inginum.
5 — 6 ferðir hava ymiskar
irakiskar stjórnir fyrst
stríðst ímóti og síðani
tingast við Barzani. Tað er
ikki væntandi, at hetta
hendir aftur nú, tí tað upp-
skoti, sum stjórnin legði
fram i mars, var tað mest
viðgongda higartil. Ein
samráðingarloysn við
kurdarnar fæst helst ikki,
fyrr enn Barzani er deyður.
Irak kundi roynt at fingið
eina avtalu í lag við Persia
um at steðga hjálpini. So
høvdu kurdarnir noyðst at
givist. Men ósemja er mill-
um Irak og Persia um onn-
ur mál, og tað fæst tí
neyvan nøkur avtala við
shahin. Tann einasti møg-
uleikin tykist tí at vera at
halda fram við vápnunum.
Vápnaðir kurdarar á markinum millum Irak og Iran
Sadat ikki nøgdur
við sovjettiska
tilboðið um vápn
Anwar Sadat forseti hevur
sagt, at hann er ikki nøgd-
ur við sovjettisku upp-
skotini u'm vápnahjálp til
Egyptaland. í samrøðu við
eitt blað í Beirut sigur
Sadat, at seinasta sovjett-
iska tilboðið um vápn
svarar ikki til egyptiska
ynskið. Hann segði, at síð-
ani kríggið í 1973 hevur
Egyptaland fingið lítið av
vápnum frá Sovjetsam-
veldinum.
Sadat vildi ikki siga,
hvussu nógv vápn Sovjet-
samveldið hevur lovað at
senda, men nøgdin er ikki
so stór, at hon vigar upp
imóti tí, sum Egyptaland
misti undir krígnum í fyrr-
aárið. Spurdur um orsøk-
ina svaraði egyptiski for-
setin, at russar siga, at teir
eru ikki sinnaðir at økja
um spenningin í Miðeystri.
Men, segði hann, USA
hevur sent nógv vápn til
ísraels, og Sovjetsamveld-
ið hevur latið Sýrialand
fingið vápn í staðin fyri alt
tað, sum landið misti undir
krígnum í 1973.
Tveir egyptiskir ráð-
harrar hava nýliga verið í
Sovjetsamveldinum og
samráðst, og tað er eftir at
hava fingið frágreiðingar-
nar frá teimum, at Anwar
Sadat sigur hetta. Hann
segði ikki um hann var
nøgdur við ta frágreiðing
hann fekk um útsetingina
av vitjan Brezjnevs í
Egyptalandi, men hann
duldi ikki fyri, at tilboðið
um vápnahjálp var hann í
hvussu er ikki nøgdur við.
»