Tíðindablaðið - 10.01.1975, Side 10

Tíðindablaðið - 10.01.1975, Side 10
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 10. januar 1975 Síða 10 firzíLotan t * t! t M 111 11 it t t |t Nógvur peningur er streymaður til oljulondini í seinastuni, og her sæst eitt nýtt gistingarhús, sum er bygt í Saudi-arabia teir. Hotellini í Riad, Du- bai og Bagdad vórðu yvir- floymd av vesturlendskum handilsmonnum, tey mæt- astu universitetini søktu eftir arabiskum professar- um til nýggja undirvísing í arabiskari søgu, mentan, máli og trúgv, og Sovjet- samveldið og Vesturheim- urin kappaðust um at selja arabarum oyðandi jetflog- før, stríðsvognar og rak- ettir. So nógvur peningur skolaði inn í tey oljufram- leiðandi londini, at tað var torført at skilja tølini. Tjóðarframleiðslan pr. fólk kom í Kuwait uppá 13.000 dollar, í Qatar uppá 14.000 og í Abu Dhabi uppá 23.000 dollars. Á stjórnar- skrivstovunum fóru menn at leggja stórar ætlanir fyri, hvussu allur pening- urin kundi koma fólkinum til góðar. Skrivstovubygn- ingar, íbúðarhús fyri lága leigu og risahandlar vuksu sum hundaland upp úr jørðini. Japan og londini í Vest- urevropa lótu arabarunum sín besta teknologiska kunnleika, og summir pol- itiskir leiðarar tosaðu um eina nýggja samgongu millum Evropa og Mið- eystur. Vandin í vælferðini Oljufeløgini vóru teir stóru tapararnir í 1974. Tey fýra amerikansku feløgini, sum eiga í Aramco, noyddust síðst á árinum at selja stjórnini hjá Feisal tey seinastu 40%, tey áttu í fyritøkuni. Stjómin rindar tvær billiónir dollars fyri alla útgerðina — og tað er minni, enn Saudi-Arabia hevur í yvirskoti uppá ein mánað. Hetta stig fer helst at fáa tær avleiðingar, at Kuwait, Qatar, Oman og Tey sameindu Emiratini í hesum árinum fara at nasjonalisera allar fyritøk- ur. Oljukreppan hóttir við at skaka heimin í tey næstu fimm árini ella meira. Ikki fyrr enn tá kunnu innflytaralondini hugsa um at hava aðrar orkumøguleikar av týdn- ingi og at kunna keypa nakað munandi av olju aðrastaðnis enn úr Mið- eystri. í 1978 fer olja at streyma úr Alaska, men framleiðslan — 600.000 tunnur um dagin — røkkur ikki til nýtsluna í USA. Fyrst i 1980unum fara Bretland og Norra vænt- andi at framleiða tvær milj. tunnur um dagin hvørt í Norðsjónum. Men restin av Evropa og Japan noyðast framvegis at keypa ta mestu oljuna úr Miðeystri. Um Feisal og fylgisneyt- ar hansara varðveita tann høga prísin, kann heimurin koma í slíkar trupulleikar, at vit fara at minnast 1974 sum eitt lætt og gott ár. Verður prlsurin 10 dollars fyri tunnuna, fara OPEC- londini at taka ímóti 600 billiónum dollarum tey næstu 5 árini frá útheimin- Um. Tey 137 londini uttan fyri sølufelagsskapin noyð- ast at brúka ein fjórðing av teirra samlaða útflutningi fyri at gjalda teimum 13 úrvaldu londunum í OPEC peningin. Tann størsta avleiðingin verður broytingin í makt- viðurskiftunum. OPEC- londini koma í 1980 at hava eitt yvirskot uppá 150 til 325 billiónir dollars, og restin av heiminum kemur at hava júst hetta sama í undirskoti (til sam- metingar kann nevnaet, at Vesturtýskland nú hevur størsta yvirskot í heimin- um, 36 billiónir dollars). Tey londini, sum hava peningin, fáa størri keypi- orku og størri politiskt vald. Tey londini, ið hava undirskot, fáa lágkonjunk- tur, devaluering og forfall. Men munurin kann fara at rætta seg uppaftur^ tá OPEC-londini í størri mun enn nú fara at keypa vørur, veita lán og seta Feisal prinsur í 1930 pening i fyritøkur uttan- landa. Sjey av limalond- unum, sum hava nokkso stórt fólkatal, hava eisini brúk fyri nógvum inn- flutningi; tey eru Persia, Venezuela, Indonesia, Ir- ak, Nigeria, Algier og Ecuador. Tann stóri trup- ulleikin er, at seks onnur limalond — øll arabisk — hava lítið fólkatal og koma at spara ein hóp av peningi upp; londini eru Saudi- arabia, Libya, Kuwait, Abu Dhabi, Dubai og Qatar. Tað er sjálvandi Saudi- arabia, ið kemur at hava tað størsta yvirskotið. Við teimum núverandi prísun- um og framleiðsluni fer landið at hava 150 billiónir dollars til avlops komandi fimm árini. í Vesturheiminum hava leiðararnir lagt høvur í blot fyri at finna fram til eina loysn, sum tryggjar, at londini í Miðeystri ikki fáa ov stórt vald, og búskap- urin í ídnaðarlondunum ikki verður rendur um koll. Men brúkaralondini hava ongi nýtilig vápn ímóti framleiðaralondunum. Eitt handilskríggj hevði ikki nyttað. Um t.d. USA hevði sett forboð fyri út- flutningi av mafcvørum og maskinum til framleiðara- londini, so høvdu Sovjet- samveldið og onnur lond verið skjót at fylt holið út. Beinleiðis uppílegging við hermegi hevði verið hættislig. Tað kundi hugs- ast, at Sovjetsamveldið legði uppi og styðjaði ar- abararnar ella kravdi ein høgan politiskan prís frá vestanveldunum fyri at halda seg uttanfyri. Kort- ini nevndi amerikanski uttanríkisráðharrin Henry Kissinger, um ársskiftið, at uppílegging við hermegi kundi hugsast sum sein- asti møguleiki, um onki annað gjørdist fyri at hava tamarhald á prísunum. Tann einasti veruligi møguleikin, sum tykist at vera til staðar, er, at vestanveldini og londini í Miðeystri gerast heft av hvørjum øðrum. Frakland hevur lagt stóran dent á, at ein samvinna má fáast í lag millum framleiðara- og brúkaralondini, og tað verður helst henda leið, ið verður gingin. Hermegi Vitunýru (Fornminnissavnið) Vitunýra Vitunýra líkist einum litlum hjarta (einar 5 cm í tvørmát). Uttast er myrkabrúnt hart skal, men innan er bleytari tilfar. Tað kom rekandi á tí duldarfulla havinum og tann ið fann, var heppin, tí vitinýrað hevði eina megi, ið kbndi verja móti illum. Ein nólsoyingur segði, at teir høvdu vitunýra liggj - andi í útróðrarskrinin- um, fyri at hava eydn- una við sær. Annars var tað lekidómur hjá ym- iskum kríatúrum. Tá ið kúgv hevði^kálvað høvd- u tey okkurt fyri, ið skuldi verja móti trøll- konum og øðrum illum. Svabo sigur, at tá ið fyrsta málið varð mjólk- að, varð lagt í byttuna ein lítil trækrossur, ein knívur og eitt vitunýra. Onkur man duga at siga frá øðrum, tey nýttu vit- unýra til. Ein sørvingur vildi vera við, at vitunýra er skøtuegg, men hetta er ikki so. Vitunýra er nøt av einum træ, ið veksur í Vesturindia (mimosu- fræ). Longu Lucas Deb- es visti hetta: «Den maa paa andre Stæder falde i Elfver eller i Soen aff sine Stengler oc driftvis her hid aff Vandet: Den foris til andre Lande oc udhulis . oc brugis til Tobacks = Doser. Á Fornminnissavnin- um eru mong vitunýru. Annað av teimum, ið er á myndini, er holað inn- an og tinhálsur settur á. Tað er úr Fugloy. -b.

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.