Tíðindablaðið - 10.01.1975, Qupperneq 10
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 10. januar 1975 Síða 10
firzíLotan
t * t!
t M 111
11 it
t t |t
Nógvur peningur er streymaður til oljulondini í seinastuni, og
her sæst eitt nýtt gistingarhús, sum er bygt í Saudi-arabia
teir. Hotellini í Riad, Du-
bai og Bagdad vórðu yvir-
floymd av vesturlendskum
handilsmonnum, tey mæt-
astu universitetini søktu
eftir arabiskum professar-
um til nýggja undirvísing í
arabiskari søgu, mentan,
máli og trúgv, og Sovjet-
samveldið og Vesturheim-
urin kappaðust um at selja
arabarum oyðandi jetflog-
før, stríðsvognar og rak-
ettir.
So nógvur peningur
skolaði inn í tey oljufram-
leiðandi londini, at tað var
torført at skilja tølini.
Tjóðarframleiðslan pr. fólk
kom í Kuwait uppá 13.000
dollar, í Qatar uppá 14.000
og í Abu Dhabi uppá
23.000 dollars. Á stjórnar-
skrivstovunum fóru menn
at leggja stórar ætlanir
fyri, hvussu allur pening-
urin kundi koma fólkinum
til góðar. Skrivstovubygn-
ingar, íbúðarhús fyri lága
leigu og risahandlar vuksu
sum hundaland upp úr
jørðini.
Japan og londini í Vest-
urevropa lótu arabarunum
sín besta teknologiska
kunnleika, og summir pol-
itiskir leiðarar tosaðu um
eina nýggja samgongu
millum Evropa og Mið-
eystur.
Vandin í
vælferðini
Oljufeløgini vóru teir stóru
tapararnir í 1974. Tey fýra
amerikansku feløgini, sum
eiga í Aramco, noyddust
síðst á árinum at selja
stjórnini hjá Feisal tey
seinastu 40%, tey áttu í
fyritøkuni. Stjómin rindar
tvær billiónir dollars fyri
alla útgerðina — og tað er
minni, enn Saudi-Arabia
hevur í yvirskoti uppá ein
mánað. Hetta stig fer helst
at fáa tær avleiðingar, at
Kuwait, Qatar, Oman og
Tey sameindu Emiratini í
hesum árinum fara at
nasjonalisera allar fyritøk-
ur.
Oljukreppan hóttir við
at skaka heimin í tey
næstu fimm árini ella
meira. Ikki fyrr enn tá
kunnu innflytaralondini
hugsa um at hava aðrar
orkumøguleikar av týdn-
ingi og at kunna keypa
nakað munandi av olju
aðrastaðnis enn úr Mið-
eystri. í 1978 fer olja at
streyma úr Alaska, men
framleiðslan — 600.000
tunnur um dagin — røkkur
ikki til nýtsluna í USA.
Fyrst i 1980unum fara
Bretland og Norra vænt-
andi at framleiða tvær
milj. tunnur um dagin
hvørt í Norðsjónum. Men
restin av Evropa og Japan
noyðast framvegis at
keypa ta mestu oljuna úr
Miðeystri.
Um Feisal og fylgisneyt-
ar hansara varðveita tann
høga prísin, kann heimurin
koma í slíkar trupulleikar,
at vit fara at minnast 1974
sum eitt lætt og gott ár.
Verður prlsurin 10 dollars
fyri tunnuna, fara OPEC-
londini at taka ímóti 600
billiónum dollarum tey
næstu 5 árini frá útheimin-
Um. Tey 137 londini uttan
fyri sølufelagsskapin noyð-
ast at brúka ein fjórðing av
teirra samlaða útflutningi
fyri at gjalda teimum 13
úrvaldu londunum í OPEC
peningin.
Tann størsta avleiðingin
verður broytingin í makt-
viðurskiftunum. OPEC-
londini koma í 1980 at
hava eitt yvirskot uppá
150 til 325 billiónir dollars,
og restin av heiminum
kemur at hava júst hetta
sama í undirskoti (til sam-
metingar kann nevnaet, at
Vesturtýskland nú hevur
størsta yvirskot í heimin-
um, 36 billiónir dollars).
Tey londini, sum hava
peningin, fáa størri keypi-
orku og størri politiskt
vald. Tey londini, ið hava
undirskot, fáa lágkonjunk-
tur, devaluering og forfall.
Men munurin kann fara at
rætta seg uppaftur^ tá
OPEC-londini í størri mun
enn nú fara at keypa
vørur, veita lán og seta
Feisal prinsur í 1930
pening i fyritøkur uttan-
landa. Sjey av limalond-
unum, sum hava nokkso
stórt fólkatal, hava eisini
brúk fyri nógvum inn-
flutningi; tey eru Persia,
Venezuela, Indonesia, Ir-
ak, Nigeria, Algier og
Ecuador. Tann stóri trup-
ulleikin er, at seks onnur
limalond — øll arabisk —
hava lítið fólkatal og koma
at spara ein hóp av peningi
upp; londini eru Saudi-
arabia, Libya, Kuwait,
Abu Dhabi, Dubai og
Qatar.
Tað er sjálvandi Saudi-
arabia, ið kemur at hava
tað størsta yvirskotið. Við
teimum núverandi prísun-
um og framleiðsluni fer
landið at hava 150 billiónir
dollars til avlops komandi
fimm árini.
í Vesturheiminum hava
leiðararnir lagt høvur í blot
fyri at finna fram til eina
loysn, sum tryggjar, at
londini í Miðeystri ikki fáa
ov stórt vald, og búskap-
urin í ídnaðarlondunum
ikki verður rendur um koll.
Men brúkaralondini hava
ongi nýtilig vápn ímóti
framleiðaralondunum.
Eitt handilskríggj hevði
ikki nyttað. Um t.d. USA
hevði sett forboð fyri út-
flutningi av mafcvørum og
maskinum til framleiðara-
londini, so høvdu Sovjet-
samveldið og onnur lond
verið skjót at fylt holið út.
Beinleiðis uppílegging
við hermegi hevði verið
hættislig. Tað kundi hugs-
ast, at Sovjetsamveldið
legði uppi og styðjaði ar-
abararnar ella kravdi ein
høgan politiskan prís frá
vestanveldunum fyri at
halda seg uttanfyri. Kort-
ini nevndi amerikanski
uttanríkisráðharrin Henry
Kissinger, um ársskiftið,
at uppílegging við hermegi
kundi hugsast sum sein-
asti møguleiki, um onki
annað gjørdist fyri at hava
tamarhald á prísunum.
Tann einasti veruligi
møguleikin, sum tykist at
vera til staðar, er, at
vestanveldini og londini í
Miðeystri gerast heft av
hvørjum øðrum. Frakland
hevur lagt stóran dent á,
at ein samvinna má fáast í
lag millum framleiðara- og
brúkaralondini, og tað
verður helst henda leið, ið
verður gingin.
Hermegi
Vitunýru (Fornminnissavnið)
Vitunýra
Vitunýra líkist einum
litlum hjarta (einar 5 cm
í tvørmát). Uttast er
myrkabrúnt hart skal,
men innan er bleytari
tilfar. Tað kom rekandi á
tí duldarfulla havinum
og tann ið fann, var
heppin, tí vitinýrað
hevði eina megi, ið kbndi
verja móti illum. Ein
nólsoyingur segði, at teir
høvdu vitunýra liggj -
andi í útróðrarskrinin-
um, fyri at hava eydn-
una við sær. Annars var
tað lekidómur hjá ym-
iskum kríatúrum. Tá ið
kúgv hevði^kálvað høvd-
u tey okkurt fyri, ið
skuldi verja móti trøll-
konum og øðrum illum.
Svabo sigur, at tá ið
fyrsta málið varð mjólk-
að, varð lagt í byttuna
ein lítil trækrossur, ein
knívur og eitt vitunýra.
Onkur man duga at siga
frá øðrum, tey nýttu vit-
unýra til.
Ein sørvingur vildi
vera við, at vitunýra er
skøtuegg, men hetta er
ikki so. Vitunýra er nøt
av einum træ, ið veksur í
Vesturindia (mimosu-
fræ). Longu Lucas Deb-
es visti hetta: «Den maa
paa andre Stæder falde i
Elfver eller i Soen aff
sine Stengler oc driftvis
her hid aff Vandet: Den
foris til andre Lande oc
udhulis . oc brugis til
Tobacks = Doser.
Á Fornminnissavnin-
um eru mong vitunýru.
Annað av teimum, ið er
á myndini, er holað inn-
an og tinhálsur settur á.
Tað er úr Fugloy.
-b.