Tíðindablaðið - 10.01.1975, Side 16

Tíðindablaðið - 10.01.1975, Side 16
Síða 16 MÍN MEINING Hvat heldur tú um, at jai'naðurflokkurin, tjúð- veldisfløkkurin og fólka- flokkurin ganga saman í landsstýri?. Kristian Højsted, lær- araskúlanæmingur: Eg halđi. at javnaðar- flokkurin og fólkaflokk- urin liggja langt frá hvorjum øðrum polit- iskt. Tó vænti eg, at flokkarnir við .einum góðum vilja fara at ar- beiða i semju. Lands- stýrið skuldi í hvussu er verið sterkt úteftir við hesi samanseting. Jonna viðÁ, sjúkrasyst- ir: Eg haldi, at seinasta landsstýri var gott, og vónandi verður tað kom- andi ikki minni gott. Seinasta landsstýri sat í góðum tiðum, og tað verður sjálvandi verri at arbeiða, um tíðirnar ger- ast verri. Eg ivist, um henda nýggja samanset- ingin er góð, samráðing- arnar hava í hvussu er, gingið trekt. Hj. Joensen, fyrrv. sjó- maður: Eg haldi ikki, at hend- a nýggja samansetingin kann føra til nakað gott. Komandi landsstýri kann ikki blíva betri enn tað, sum nú fer frá. Út- frá teirra arbeiði í løg- tinginunrg sum andstøð- a, meti eg, at tjóðveldis- flokkurin og fólkaflokk- urin kunnu ikki.arbeiða saman við javnaðar- flokkinum. TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 10. januar 1975 SPEGILS- MYNDIN Gott og gamalt Teir tríggir gomlu ríkisleiðararnir Franco, Mao og Tito hava ongan hug havt at gjørt sum so mangir aðrir í farna ári: at fara frá. I Krógvaðu í ostinum Tvey eysturtýsk húski eru flýdd til Vesturtýsklands við einum farmatoki, har tey krógvaðu seg millum eina last av osti. Tey flýddu gjøgnum Svøríki. Svenskir tollarar siga, at tá teir kannaðu eitt farma- Indianarar kloystur Guvernørurin í amerikan- ska statinum Wisconsin, Patrick Lucey, hevur sent 250 væl brynjaðar menn úr tjóðarhirðini til tann lítla býin Gresham, har polit- istar siðani nýggjársdag hava stríð við 50 indianar- ar, sum hava hersett eitt romverskt katólskt kloyst- ur, ið hevur staðið tómt síðani 1968. Indianararnir og polit- istarnir skutu eftir hvørj- tok, funnu teir fýra vaksin fólk og trý børn, sum krógvaðu seg millum ost- in, ið skuldi til Vestur- týsklands við tokinum. Fólkini høvdu tá sitið í eitt samdøgur í tokinum, sum var komið við fergu til Svøríkis. Svenskarar send- u fólkini til Vesturtýsk- lands. herseta um øðrum mánadagin. Skutt frammanundan hevði ein spronging verið í húáunum, sum fyrr hevur verið høvuðsstøð hjá am- erikansku indianararørsl- uni. Ein talsmaður fyri Men- ominee-ættarbólkin sigur, at indianararnir krevja, at húsini verða gjørd til sjúkrahús ella medisinska stovu. Indianararnir koma frá einum reservati, sum ligg- ur stutt frá kloystrinum. Deyður fongsli W I Belgiarin Richard de Bodt, sum var dømdur fyri at hava dripið fleiri fólk í ein- um týskum týningartippi undir krígnum, doyði í j síðstu viku. Hann var tikin í Fraklandi í 1951, tá hann royndi at koma uppi tann franska herin, og fronsku myndugleikarnir sendu hann til Belgia. Frammanundan var hann dømdur til deyða in ab- sentia, men revsingin var í 1952 broytt til lívlangt fongsul. Hann var dømdur fyri at hava dripið 200 fangar. Richard de Bodt var 66^ár, nú hann doyði. LEYST OG FAST Gott kampavín Franska kampavínið — champagnan — í 1974 tykist at vera avbera góð, men tað ganga trý ella fýra ár, til teir fronsku víndyrkararnir kunnu avgera, um hett- a kampavínið skal selj- ast sum serliga gott fyri hægri prís. Framleiðslan var ikki óvanliga stór. Frans- menn framleiddu 155 miljónir fløskur. Tað var nakað minni enn ár- ið fyri. Drúuprísurin lá rætt- uliga fastur bæði í 1973 og 1974, og hetta fer at halda prísinum á kamp- aVíni í einari rímuligari legu, siga fransmenn. Teir fronsku kampavin- garðarnir eru tilsamans 20.000 hektarar stórir. Gullmyntur fyri 390.000 kr. Ein 5-guinea gullmynt- ur frá 1703 er á uppboði í London seldur fyri 390.000 kr., ið er hægsti prísur higartil fyri ein gullmynt. Hægsti prísur framm- anundan var 300.000 kr. Bretsk-hollendsk herskip fingu fatur á myntinum í Vigovikini undir spanska arva- fylgjukrignum fyrst í 18 øld. Stjólu-kava- plgvir íbúgvarnir í franska fjallabýnum Castel del Monte hava tikið sær ræðið yvir tveimum kavaplógvum, sum rík- ið eigur, fyri at tryggj- að sær samband við umheimin i kavaveðrin- um. Býurin liggur 1540 metrar oman fyri hav- skorpuna, og hann hev- ur mangan ligið uttan samband við umheimin í fleiri dagar, av tí at kavaplógvirnar skulu fyrst brúkast at rudda kavan burtur á høvuðs- ferðsluvegunum. Myndúgleikarnir hava nú sett fólk at leita eftir kavaplógvun- um, sum íbúgvarnir hava krógvað. Hann livir av grasi Tann 54 ára gamli bretski svimjilærarin Walter Cornelius í Pet- erborough, sum vigar 200 punđ, hevur av- gjørt at liva av grasi, ti prísurin á matvørum hækkar so nógv. Hann tjenar bert 300 kr. um vikuna og sigur, at hetta er ov litið til at keypa vanligan mat fyri. Tað einasta, hann keypir, er ein litur av mjólk dagliga at skola tvey kilo av grasi niður við. Hann vil annars vera við, at skal man liva sum jótrari, so smakkar døggvátt gras best. Gamal fílur I Gula Áardalinum i Kina hava teir funnið eina steinrunna beina- grind av einum fíli, sum livdi fyri tveimum milj- ónum árum síðani. Beinagrindin er ógvu- liga fullfíggjað. Fílurin var fýra metrar høgur og átta metrar langur. í dalinum hava teir fyrr funnið steinrunnar leivdir av djórum, sum livdu í forsøguligari tíð, m.a. av einari geit við trimum kleyvum. Kutaði armin av Tann 20 ára gamli af- rikanarin Asaram Phiri noyddist at kuta høgra armin av við albogan fyri at sleppa undan einari krokodillu, sum hevði bitið seg fasta í armin. Svenska missións- sjúkrahúsið í Songhwe upplýsir, at hann livir hampuliga væl. Kroko- dillan leyp á Phiri, með- an hann spákaði fram við einari á í eystara parti av Transwaal. Phiri stakk krokodill- una við knívi, men hon vildi ikki sleppa, og hann , noyddist tí at kuta armin av.

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.