Tíðindablaðið - 10.01.1975, Page 16
Síða 16
MÍN MEINING
Hvat heldur tú um, at
jai'naðurflokkurin, tjúð-
veldisfløkkurin og fólka-
flokkurin ganga saman í
landsstýri?.
Kristian Højsted, lær-
araskúlanæmingur:
Eg halđi. at javnaðar-
flokkurin og fólkaflokk-
urin liggja langt frá
hvorjum øðrum polit-
iskt. Tó vænti eg, at
flokkarnir við .einum
góðum vilja fara at ar-
beiða i semju. Lands-
stýrið skuldi í hvussu er
verið sterkt úteftir við
hesi samanseting.
Jonna viðÁ, sjúkrasyst-
ir:
Eg haldi, at seinasta
landsstýri var gott, og
vónandi verður tað kom-
andi ikki minni gott.
Seinasta landsstýri sat í
góðum tiðum, og tað
verður sjálvandi verri at
arbeiða, um tíðirnar ger-
ast verri. Eg ivist, um
henda nýggja samanset-
ingin er góð, samráðing-
arnar hava í hvussu er,
gingið trekt.
Hj. Joensen, fyrrv. sjó-
maður:
Eg haldi ikki, at hend-
a nýggja samansetingin
kann føra til nakað gott.
Komandi landsstýri
kann ikki blíva betri enn
tað, sum nú fer frá. Út-
frá teirra arbeiði í løg-
tinginunrg sum andstøð-
a, meti eg, at tjóðveldis-
flokkurin og fólkaflokk-
urin kunnu ikki.arbeiða
saman við javnaðar-
flokkinum.
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 10. januar 1975
SPEGILS-
MYNDIN
Gott og gamalt
Teir tríggir gomlu ríkisleiðararnir Franco, Mao og Tito
hava ongan hug havt at gjørt sum so mangir aðrir í
farna ári: at fara frá.
I
Krógvaðu
í ostinum
Tvey eysturtýsk húski eru
flýdd til Vesturtýsklands
við einum farmatoki, har
tey krógvaðu seg millum
eina last av osti. Tey
flýddu gjøgnum Svøríki.
Svenskir tollarar siga, at
tá teir kannaðu eitt farma-
Indianarar
kloystur
Guvernørurin í amerikan-
ska statinum Wisconsin,
Patrick Lucey, hevur sent
250 væl brynjaðar menn úr
tjóðarhirðini til tann lítla
býin Gresham, har polit-
istar siðani nýggjársdag
hava stríð við 50 indianar-
ar, sum hava hersett eitt
romverskt katólskt kloyst-
ur, ið hevur staðið tómt
síðani 1968.
Indianararnir og polit-
istarnir skutu eftir hvørj-
tok, funnu teir fýra vaksin
fólk og trý børn, sum
krógvaðu seg millum ost-
in, ið skuldi til Vestur-
týsklands við tokinum.
Fólkini høvdu tá sitið í
eitt samdøgur í tokinum,
sum var komið við fergu til
Svøríkis. Svenskarar send-
u fólkini til Vesturtýsk-
lands.
herseta
um øðrum mánadagin.
Skutt frammanundan
hevði ein spronging verið í
húáunum, sum fyrr hevur
verið høvuðsstøð hjá am-
erikansku indianararørsl-
uni.
Ein talsmaður fyri Men-
ominee-ættarbólkin sigur,
at indianararnir krevja, at
húsini verða gjørd til
sjúkrahús ella medisinska
stovu.
Indianararnir koma frá
einum reservati, sum ligg-
ur stutt frá kloystrinum.
Deyður
fongsli
W
I
Belgiarin Richard de Bodt,
sum var dømdur fyri at
hava dripið fleiri fólk í ein-
um týskum týningartippi
undir krígnum, doyði í j
síðstu viku. Hann var
tikin í Fraklandi í 1951, tá
hann royndi at koma uppi
tann franska herin, og
fronsku myndugleikarnir
sendu hann til Belgia.
Frammanundan var hann
dømdur til deyða in ab-
sentia, men revsingin var í
1952 broytt til lívlangt
fongsul. Hann var dømdur
fyri at hava dripið 200
fangar. Richard de Bodt
var 66^ár, nú hann doyði.
LEYST
OG
FAST
Gott kampavín
Franska kampavínið —
champagnan — í 1974
tykist at vera avbera
góð, men tað ganga trý
ella fýra ár, til teir
fronsku víndyrkararnir
kunnu avgera, um hett-
a kampavínið skal selj-
ast sum serliga gott fyri
hægri prís.
Framleiðslan var ikki
óvanliga stór. Frans-
menn framleiddu 155
miljónir fløskur. Tað
var nakað minni enn ár-
ið fyri.
Drúuprísurin lá rætt-
uliga fastur bæði í 1973
og 1974, og hetta fer at
halda prísinum á kamp-
aVíni í einari rímuligari
legu, siga fransmenn.
Teir fronsku kampavin-
garðarnir eru tilsamans
20.000 hektarar stórir.
Gullmyntur fyri
390.000 kr.
Ein 5-guinea gullmynt-
ur frá 1703 er á uppboði
í London seldur fyri
390.000 kr., ið er
hægsti prísur higartil
fyri ein gullmynt.
Hægsti prísur framm-
anundan var 300.000
kr.
Bretsk-hollendsk
herskip fingu fatur á
myntinum í Vigovikini
undir spanska arva-
fylgjukrignum fyrst í
18 øld.
Stjólu-kava-
plgvir
íbúgvarnir í franska
fjallabýnum Castel del
Monte hava tikið sær
ræðið yvir tveimum
kavaplógvum, sum rík-
ið eigur, fyri at tryggj-
að sær samband við
umheimin i kavaveðrin-
um. Býurin liggur 1540
metrar oman fyri hav-
skorpuna, og hann hev-
ur mangan ligið uttan
samband við umheimin
í fleiri dagar, av tí at
kavaplógvirnar skulu
fyrst brúkast at rudda
kavan burtur á høvuðs-
ferðsluvegunum.
Myndúgleikarnir
hava nú sett fólk at
leita eftir kavaplógvun-
um, sum íbúgvarnir
hava krógvað.
Hann livir
av grasi
Tann 54 ára gamli
bretski svimjilærarin
Walter Cornelius í Pet-
erborough, sum vigar
200 punđ, hevur av-
gjørt at liva av grasi, ti
prísurin á matvørum
hækkar so nógv. Hann
tjenar bert 300 kr. um
vikuna og sigur, at
hetta er ov litið til at
keypa vanligan mat
fyri. Tað einasta, hann
keypir, er ein litur av
mjólk dagliga at skola
tvey kilo av grasi niður
við.
Hann vil annars vera
við, at skal man liva
sum jótrari, so smakkar
døggvátt gras best.
Gamal fílur
I Gula Áardalinum i
Kina hava teir funnið
eina steinrunna beina-
grind av einum fíli, sum
livdi fyri tveimum milj-
ónum árum síðani.
Beinagrindin er ógvu-
liga fullfíggjað. Fílurin
var fýra metrar høgur
og átta metrar langur.
í dalinum hava teir
fyrr funnið steinrunnar
leivdir av djórum, sum
livdu í forsøguligari tíð,
m.a. av einari geit við
trimum kleyvum.
Kutaði
armin av
Tann 20 ára gamli af-
rikanarin Asaram Phiri
noyddist at kuta høgra
armin av við albogan
fyri at sleppa undan
einari krokodillu, sum
hevði bitið seg fasta í
armin.
Svenska missións-
sjúkrahúsið í Songhwe
upplýsir, at hann livir
hampuliga væl. Kroko-
dillan leyp á Phiri, með-
an hann spákaði fram
við einari á í eystara
parti av Transwaal.
Phiri stakk krokodill-
una við knívi, men hon
vildi ikki sleppa, og
hann , noyddist tí at
kuta armin av.