Tíðindablaðið - 17.01.1975, Síða 9

Tíðindablaðið - 17.01.1975, Síða 9
TIÐIIMDABLAÐIÐ fríggjadagin 17. januar 1975 Síða 9 frzíL&Con Ein roynd at venda aftur til náttúruna IMorðmaðurin Thor Heyerdahl — ið m.a. er kendur frá Kon-tiki ferðini — gjørdi sum blaðungur saman við konu síni Liv eina ferð til eina Kyrrahavsoyggj, har tey vildu liva sum náttúrmenniskju. Á oynni sum hoyrdi til Frakland, búðu ongi hvít fólk. í fyrstuni gekst væl hjá teimum, men so kom regntíðin, lítið var til matna, og á beinini fingu tey sár, sum tey ikki klár- aðu at lekja. Tey høvdu ikki viljað havt nakran heilivág við sær, tí hetta var eis- ini nakað av tí ónda, sum tann sivilisati- ón hevði skapt, ið tey flýddu frá. Onki regluligt skipasamband var við oynna, og tað vóru 60 fjórðingar til næstu bygdu oyggj, men í longdini gjørdist støðan so ræðulig fyri tey, at her var ikki verandi. Aftur til náttúruna, og far- væl til sivilisatiónina. Eitt er at droyma um hetta, annað er at gera tað. Eg havi roynt tað. Saman við ungu konu míni, Liv, rýmdi eg frá sivilisatiónini, teknologi og øllum tí, sum hevði fingið eitt fast tak á 20. øld. Hon var 20 og eg 22 ár,- Henda royndin hjá okkum at koma aftur til náttúruna man í dag vera dreymurin hjá mongum ungfólkum. Vit vóru troytt av tí stóra áliti, sum tað und- anfarna ættarliðið hevði sett til visindaligan fram- burð, og tá vit skuldu aftur at liva lívið nátúr- liga, valdu vit okkum eina oyggj, sum eitur Fatu- Hiva og liggur í Marques- aoy ggj alagnum. Oyggin liggur í Kyrra- havinum stutt sunnanfýri Ekvator. Hon er høg, har er nógv frukt at fáa at eta og gott vatn. Hóast hon var franskt hjáland, so búðu ongi hvít fólk á oynni. Vit vóru i nakrar vikur á Tahiti og fingu har eitt sindur at vita um lívið á oynni, áðrenn vit fingu eitt skip at seta okkum út á oynna. Ikki brúk fyri seymimaskinum Skiparin var ein gráhærd- ur eingilskmaður við reyð- ari nøs. Honum dámdi væl oyggjarnar her. Eg hati okkara sivilisatión, plagdi hann at siga, tað er tí eg eri her. Og kortini so beri eg sivilisatiónina frá oyggj til oyggj. Hevur fólkið her fyrst fingið smakkin av henni, vilja tey hava meir- a. Ongin kann bjarga teimum frá hesi vanlukku. Hví vilja tey hava seymi- maskinur og súklur? Tey hava ikki brúk fyri tí. Men veðurlagið er ósunt, segði hann, og ibúgvarnir líða av nógvum sjúkum, sum eis- ini kunnu fara at raka tykkum. Tá vit høvdu siglt í tríggjar vikur, kom oyggin ein dagin undan kavi í havsbrúnni. Vit bóðu hon- um farvæl og máttu nú vera her, til skipið einaferð kom aftur henda vegin — kanska um eitt ár. Áðrenn vit reiðuliga fat- aðu, hvat var hent, stóðu vit einsamøll á strondini við ferðagóðsinum hjá okkum — tveimum stórum. kuffertum, sum vit høvđu havt við úr Noreg, men onki av hesum høvdu vit brúk fyri nú. Fólk millum trøini Eg leit meg í kring og sá, at har trutu ikki kokosnøt- ur, so vit høvdu onga grund til at bera ótta fyri, at. vit skuldu hungra. Tá sóu vit, at fólk stóð millum trøini og hugdi at okkum. Tey stóðu kvirr uttan at røra seg og heils- aðu okkum ikki. Summi høvdu lendaklæði og onn- ur vóru í kloddutum klæð- um av evropeiskum upp- runa. Ein gomul kona var fyrst at bróta tøgnina. Eg ypti øksl og smíltist fyri at siga henni, at eg ikki skilti hana. Hon vætti fingrar- nar i munninum og fór yvir til Liv og gniggjaði teir fast móti kjálkanum á henni. Hon kannaði eisini hendurnar á henni gjølla og nikkaði so við einum góðkennandi smili. Seinni fekk eg at vita, at íbúgv- arnir á oynni høvdu ong- antíð ivast í, at eg var ein hvítur maður, men teir iv- aðust i, um Liv ikki i grundini var frá Tahiti. Teir høvdu ofta fyrr sæð hvítar menn har á oynni, men ikki kvinnur. Finna staðið Vit fylgdu hesum fólkum til eitt stórt opið pláss, og har sótu vit til langt út á náttina og greiddu teimum á fronskum frá okkara ætl- anum. Har var ein maður í bygdini, sum var hálvur evropeari (faðir hansara hevði verið vinmaður Paul Gauguin), og hann vísti okkum á eitt stað langt uppi i dalinum, har teir innføddu næstan aldri komu, har helt hann, at vit fóru at finna tað, sum vit leitaðu eftir. Tiðliga morgunin eftir fóru vit til gongu niðan gjøgnum dalin. Ibúgvarnir í bygdini fylgdu okkum á- vegis. Ein maður kom við at vísa okkum leiðina. Hann segði, at hann skuldi føra okkum til tað staðið, høvdingarnir á oynni fyrr høvdu hildið til. Um kvøldið settu vit tjaldið upp, og tað eydnað- ist at rudda vøksturin í frumskóginum so mikið til síðis, at tað bar til at fáa tjaldið at standa, áðrenn sólin setti. Hetta kvøldið nýttu vit fyri seinastu ferð svávulpinnar. Hereftir skuldu vit royna at halda liv i um náttina eisini, og gjørdist øskukalt, skuldu vit gera eins og tey inn- føddu, tá tey fingu eld. Kom við kuffertunum Vit fóru so í holt við at rudda økið, har vit skuldu búgva, og at byggja eina smáttu. Vit vóru ikki kom- in langt í byggingini, tá maðurin, sum hevði víst okkum á hetta staðið, Ioane, kom aftur við kuff- ertunum. Vit høvdu við vilja latið tey staðið eftir og ætlaðu als ikki at nýta tey, meðan vit vóru her. Men hann bant ikki frið, fyrr enn hann hevði sæð í tey, og hann var púra ov- farin at síggja alt, vit áttu av klæðum skóm og øð- rum og undraðist á, at vit ikki brúktu tað. Hann læt okkum eisini vita, at tann smáttan, sum vit bygdu, fór ikki at standa leingi. Bløðini fóru at følna, hol fór at koma á, og tað fór at regna inn á okkum, segði hann. Hann kom seinni aftur saman við nøkrum innføddum, sum løgdu okkum lagá, hvussu smáttan skuldi byggjast. Men fyrst máttu tey øll sleppa at síggja, hvat var í kuffertunum. Hjálpsemið minkaði So hvørt sum teir innføddu hjálptu okkum at byggja

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.