Tíðindablaðið - 17.01.1975, Qupperneq 9
TIÐIIMDABLAÐIÐ fríggjadagin 17. januar 1975 Síða 9
frzíL&Con
Ein roynd at venda
aftur til náttúruna
IMorðmaðurin Thor Heyerdahl — ið m.a.
er kendur frá Kon-tiki ferðini — gjørdi
sum blaðungur saman við konu síni Liv
eina ferð til eina Kyrrahavsoyggj, har tey
vildu liva sum náttúrmenniskju. Á oynni
sum hoyrdi til Frakland, búðu ongi hvít
fólk.
í fyrstuni gekst væl hjá teimum, men
so kom regntíðin, lítið var til matna, og á
beinini fingu tey sár, sum tey ikki klár-
aðu at lekja. Tey høvdu ikki viljað havt
nakran heilivág við sær, tí hetta var eis-
ini nakað av tí ónda, sum tann sivilisati-
ón hevði skapt, ið tey flýddu frá.
Onki regluligt skipasamband var við
oynna, og tað vóru 60 fjórðingar til
næstu bygdu oyggj, men í longdini
gjørdist støðan so ræðulig fyri tey, at her
var ikki verandi.
Aftur til náttúruna, og far-
væl til sivilisatiónina. Eitt
er at droyma um hetta,
annað er at gera tað. Eg
havi roynt tað.
Saman við ungu konu
míni, Liv, rýmdi eg frá
sivilisatiónini, teknologi
og øllum tí, sum hevði
fingið eitt fast tak á 20.
øld. Hon var 20 og eg 22
ár,- Henda royndin hjá
okkum at koma aftur til
náttúruna man í dag vera
dreymurin hjá mongum
ungfólkum.
Vit vóru troytt av tí
stóra áliti, sum tað und-
anfarna ættarliðið hevði
sett til visindaligan fram-
burð, og tá vit skuldu
aftur at liva lívið nátúr-
liga, valdu vit okkum eina
oyggj, sum eitur Fatu-
Hiva og liggur í Marques-
aoy ggj alagnum.
Oyggin liggur í Kyrra-
havinum stutt sunnanfýri
Ekvator. Hon er høg, har
er nógv frukt at fáa at eta
og gott vatn. Hóast hon
var franskt hjáland, so
búðu ongi hvít fólk á
oynni. Vit vóru i nakrar
vikur á Tahiti og fingu har
eitt sindur at vita um lívið
á oynni, áðrenn vit fingu
eitt skip at seta okkum út
á oynna.
Ikki brúk fyri
seymimaskinum
Skiparin var ein gráhærd-
ur eingilskmaður við reyð-
ari nøs. Honum dámdi væl
oyggjarnar her. Eg hati
okkara sivilisatión, plagdi
hann at siga, tað er tí eg
eri her. Og kortini so beri
eg sivilisatiónina frá oyggj
til oyggj. Hevur fólkið her
fyrst fingið smakkin av
henni, vilja tey hava meir-
a. Ongin kann bjarga
teimum frá hesi vanlukku.
Hví vilja tey hava seymi-
maskinur og súklur? Tey
hava ikki brúk fyri tí. Men
veðurlagið er ósunt, segði
hann, og ibúgvarnir líða av
nógvum sjúkum, sum eis-
ini kunnu fara at raka
tykkum.
Tá vit høvdu siglt í
tríggjar vikur, kom oyggin
ein dagin undan kavi í
havsbrúnni. Vit bóðu hon-
um farvæl og máttu nú
vera her, til skipið einaferð
kom aftur henda vegin —
kanska um eitt ár.
Áðrenn vit reiðuliga fat-
aðu, hvat var hent, stóðu
vit einsamøll á strondini
við ferðagóðsinum hjá
okkum — tveimum stórum.
kuffertum, sum vit høvđu
havt við úr Noreg, men
onki av hesum høvdu vit
brúk fyri nú.
Fólk millum
trøini
Eg leit meg í kring og sá,
at har trutu ikki kokosnøt-
ur, so vit høvdu onga
grund til at bera ótta fyri,
at. vit skuldu hungra.
Tá sóu vit, at fólk stóð
millum trøini og hugdi at
okkum. Tey stóðu kvirr
uttan at røra seg og heils-
aðu okkum ikki. Summi
høvdu lendaklæði og onn-
ur vóru í kloddutum klæð-
um av evropeiskum upp-
runa.
Ein gomul kona var
fyrst at bróta tøgnina. Eg
ypti øksl og smíltist fyri at
siga henni, at eg ikki skilti
hana. Hon vætti fingrar-
nar i munninum og fór yvir
til Liv og gniggjaði teir
fast móti kjálkanum á
henni. Hon kannaði eisini
hendurnar á henni gjølla
og nikkaði so við einum
góðkennandi smili. Seinni
fekk eg at vita, at íbúgv-
arnir á oynni høvdu ong-
antíð ivast í, at eg var ein
hvítur maður, men teir iv-
aðust i, um Liv ikki i
grundini var frá Tahiti.
Teir høvdu ofta fyrr sæð
hvítar menn har á oynni,
men ikki kvinnur.
Finna staðið
Vit fylgdu hesum fólkum
til eitt stórt opið pláss, og
har sótu vit til langt út á
náttina og greiddu teimum
á fronskum frá okkara ætl-
anum.
Har var ein maður í
bygdini, sum var hálvur
evropeari (faðir hansara
hevði verið vinmaður Paul
Gauguin), og hann vísti
okkum á eitt stað langt
uppi i dalinum, har teir
innføddu næstan aldri
komu, har helt hann, at vit
fóru at finna tað, sum vit
leitaðu eftir.
Tiðliga morgunin eftir
fóru vit til gongu niðan
gjøgnum dalin. Ibúgvarnir
í bygdini fylgdu okkum á-
vegis. Ein maður kom við
at vísa okkum leiðina.
Hann segði, at hann skuldi
føra okkum til tað staðið,
høvdingarnir á oynni fyrr
høvdu hildið til.
Um kvøldið settu vit
tjaldið upp, og tað eydnað-
ist at rudda vøksturin í
frumskóginum so mikið til
síðis, at tað bar til at fáa
tjaldið at standa, áðrenn
sólin setti. Hetta kvøldið
nýttu vit fyri seinastu ferð
svávulpinnar. Hereftir
skuldu vit royna at halda
liv i um náttina eisini, og
gjørdist øskukalt, skuldu
vit gera eins og tey inn-
føddu, tá tey fingu eld.
Kom við
kuffertunum
Vit fóru so í holt við at
rudda økið, har vit skuldu
búgva, og at byggja eina
smáttu. Vit vóru ikki kom-
in langt í byggingini, tá
maðurin, sum hevði víst
okkum á hetta staðið,
Ioane, kom aftur við kuff-
ertunum. Vit høvdu við
vilja latið tey staðið eftir
og ætlaðu als ikki at nýta
tey, meðan vit vóru her.
Men hann bant ikki frið,
fyrr enn hann hevði sæð í
tey, og hann var púra ov-
farin at síggja alt, vit áttu
av klæðum skóm og øð-
rum og undraðist á, at vit
ikki brúktu tað.
Hann læt okkum eisini
vita, at tann smáttan, sum
vit bygdu, fór ikki at
standa leingi. Bløðini fóru
at følna, hol fór at koma á,
og tað fór at regna inn á
okkum, segði hann. Hann
kom seinni aftur saman við
nøkrum innføddum, sum
løgdu okkum lagá, hvussu
smáttan skuldi byggjast.
Men fyrst máttu tey øll
sleppa at síggja, hvat var í
kuffertunum.
Hjálpsemið
minkaði
So hvørt sum teir innføddu
hjálptu okkum at byggja