Tíðindablaðið - 17.01.1975, Side 10

Tíðindablaðið - 17.01.1975, Side 10
TIÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 17. januar 1975 Síða 10 ♦ jZRíLOtao ■ smáttuna, fingu teir løn av tí, sum var í kuffertinum. At enda var bert tílíkt eftir, sum vit ikki vildu av við, tí vit kundu fáa harð- liga brúk fyri tí seinni, og so vóru teir heldur ikki so hugaðir at hjálpa okkum meira. Tann dagin,. teir ikki meira vístu seg, byrjaði eitt nýtt lív fyri okkum, og nú máttu vit klára okkum sum best. Borðiskamir vóru stórar skeljar, sum skinu í øllum litum í sólini. Skahð av kokosnøtum høvdu vit til at drekka úr, og vit livdu av tí, sum vaks á oynni. Summar av fruktunum kundu etast uttan at verða tilgjørdar, meðan aðrar máttu kókast. Har vóru fleiri sløg av bananum. Sumt kundu vit bert fáa á- vísar árstiðir, meðan tað var annað, sum altíð var at finna uttan mun til árstíð- ina. Troytt av føðini Tað mesta av đegnum var eg úti í skóginum og leitaði eftir mati og kannaði sam- stundis djóralívið og goymdi øll tey kykt, eg fekk hendur á. At eg eina- ferð skuldi koma aftur til sivilisatiónina, hugsaði eg ikki so nógv um, men eg helt, at tað, sum eg savn- aði saman av djórum, kundi sendast av oynni við onkrum skipi, so aðrir fingu kannað tað. Tá ein tíð var íarin, byrjaðu vit at troyttast eitt sindur av føðini og ynsktu okkum ofta at fáa ein bita av tí mati, vit høvdu verið von við heim- anífrá. Vit kundu eta, til magin stóð at spreingjast, men kendu okkum kortini ikki mett. Eina náttina droymdi eg, at eg át eina góða steik, og eg deildi Lív, í hon vakti meg mitt undir dreyminum. Okkurt mátti gerast. Vit høvdu sæð reyður í ánni og royndu nú at fanga tær, men tær vóru ógvuliga ringar at fáa hendur á, møguliga av tí, at har vóru villar kettur. Eg gjørdi eina fellu, sum reyðurnar kundu svimja inn í, men ikki sleppa úr aftur, og eg dansaði av gleði tann morgunin, tá eg fyrstu ferð sá hesa felluna fulla av reyðum. Ta máltíðina vit nú fingu, gloymi eg seint. Vit ótu nógv, og hetta smakk- aði okkum fráhka væl. Nú høvdu vit alt, sum vit kundu ynskja, og okkum longdist ikki burtur hið- ani. Sár á beinini Og so kom regnið. Ikki sum ein knapplig vatnflóð, ið skolaði smáttuna burt- ur, men tað kom sum ein sníkjandi tjóvur, ið stjól sólina frá okkum. Ongin dropi kom ígjøgnum takið, men vætan trongdi ígjøgn- um aliastaðni. Tey turru bananbløðini í madrassun- um blotnaðu, og dag og nátt hoyrdu vit onki annað enn ljóðið av vatni. Tað dryppaði og rann alla- staðni. Smáttan var sum ein bátur á einum runu- havi. Vit kundu ikki fara langt burtur frá smáttuni, ti vit fingu svullir og sár á føturnar. Liv hevði tríggj- ar svullir so stórar sum te- koppar á beinunum, með- an eg hevði opin sár á fótunum. í fýra dagar fóru vit ikki út úr smáttuni, men noyđdust so út, drivin av svongdini. Vit lógu har inni og royndu at halda beinini turr og vaskaðu sárini í kókaðum vatni. Vit høvdu ongan heihvág við okkum, sjálvt um ein maður á Tahiti hevði mælt okkum til at hava heilivág við, sum kundi grøða trop- u-svullir. Men vit høvdu verið treisk og vildu ikki hava nakað við, sum nú- tíðarmenniskja hevði upp- funnið, tí tað hildu vit vera av tí ónda. Heimaráð frá innføddum Ein dagin kom ein inn- føddur niðan til okkara at vita, hvussu vit høvdu tað. Hann hugdi at svull- unum og sárunum og segði, at hetta var ein sjúka, ið tey kallaðu fe-fe, og hon kundi grøðast eftir eini viku, um vit brúktu tær røttu plantumar at lekja hana við. Hann hvarv inn í skógin og kom aftur við húgvuni fullari av nøkrum gulum blómum. Hetta skuldu vit kóka til ein greyt og leggja á tey sjúku støðini, so vóru vit frisk eftir eini viku. Vit so gjørdu, og svull- irnir hjá Liv hvurvu, men í staðin fekk hon sár av sama slag sum eg. Og har sótu vit so og hoyrdu regn- ið dag eftir dag. Stór ban- anbløð lógu á beinunum fyri at halda henda lekj- andi greytin upp á pláss, men onki hjálpti. Smittandi flugur Higartil høvdu mosquito- flugurnar ikki gjørt so nógv um seg, men nú vóru tær knappliga allastaðni. Tær komu í tjúkkum skýggjum, hvar vit enn vóru. Um allan kroppin vóru vit bitin av teimum. Ringt var tað um dagin, og hvaðna verri um náttina, og vit vistu, at flugurnar kundu smitta okkum við tí sjúku, sum vit ræddust mest av øllum, elefant- sjúkuna, sum fólkið á oynni plágaðist nógv av. Minst annanhvønn dag máttu vit út at leita eftir føði. Føtur og bein vóru eym og hovin, og har hink- aðu vit runt og royndu at finna okkurt til matna, men uppdagaðu, at tað var ikki so nógv at finna longur. Eg fekk at síggja, hvar fruktirnar hjá okkum fóru. Ein morgunin, áðrenn tað var reiðuliga ljóst, sá eg Ioane, sum fyrr hevði verið so hjálpsamur, koma snikjandi tætt framvið smáttuna hjá okkum sam- an við fleiri øðrum fólkum. Tey høvdu kurvar fullar av frukt. Eg hugdi upp og sá, at nakrar pálmar aftrat vóru ruddaðar fyri kokos- nøtur. Eg fór yvir til hansara og segði við hann, at eg átti hasar fruktimar, tí eg hevði goldið fyri tær, tá eg leigaði hetta lendið. Hann segði seg hava savnað tær Iongur uppi. Báðir vóru vit illir, men eg var ikki førur fyri at gera meira. Bíðaðu eftir skipi Eg fekk nú at vita, at støð- an var heldur ikki so góð niðri í bygdini. Fólkið á oynni hevði vant seg til annan kost enn tað, tey frá gamlari tíð høvdu klárað seg við, men nú var ikki meira at fáa í handlunum. Tað seinasta, sum tey høvdu fingið við skipi, var so vánaligt, at tað nú var spilt, og tí noyddust tey út at savna sær villa fmkt. 011 gingu og bíðaðu eftir einum skipi, men onki kom. Dagar, vikur og mánar gingu, og nú varð talað um at senda fólk til ta næstu oynna, har fólk búði, men hon lá 60 fjórðingar burt- ur, og sjálvt ikki tann størsta kanoin, sum teir høvdu, var hildin at vera nóg gott far til eina slíka ferð. Fóru við bátinum Tað størsta farið, sum var á oynni, var ein gamal bjargingarbátur. Hann hevði ongan góðan havt í langa tíð, og var nakað illa farin. Menn fóm nú at royna at tetta hann, og so var hann koyrdur á flot. Báturin varð riggaður til við mastur og seglum. Sárini á beinunum hjá Liv vóm ógvuliga ljót, og kjøt byrjaði at detta burt- ur úr teimum. Nú sá tað so mikið hættisligt út, at vit gjørdu av at fara við bjargingarbátinum til oynna Hivaoa. Trettan fólk vóm við bátinum, og Ioane var skipari. Álvarsamur og sterkur stóð hann har afturi og stýrdi við árini, meðan seglini dúkaðu í vindinum. Mistu alt í briminum Liv sá ógvuliga sjúk út. Beinini vóm hovnað, sum um hon hevði elefanta- sjúkuna, og pettir av kjøti duttu í heilum úr sámnum. Til endans lá hon sum eitt deytt, og tá oyggin, sum vit skuldu til, at enda kom úr kavi, rópti eg av gleði til hennara, men hon hoyrdi onki. Ioane stýrdi ímóti einum ávísum staði á strondini. Tað var nakað av brimi, men Liv sá út til at vera púra líkasæl. Ioane valdi eitt stórt brot og bað menninar hjá sær rógva, men tað eydnaðist ikki, báturin fór tvørt fyri í brotinum, og róðursmað- urin hevði ongan møgu- leika at fáa hann aftur á beint. 011 manningin leyp í havið, og eg tók Liv við mær og leyp í seinastu løtu, áðrenn báturin holvd- ist. Tað var ikki mær fyri at takka, at tað gekst okk- um so væl at sleppa á land, men eina løtu seinni sótu vit uppi á strondini. Báturin lá nú og fleyt um stokkarnar, men tað eydnaðist manningini at fáa hann upp á land. Ár- arnar og okkurt annað smáting, sum vit høvdu havt umborð, rak á land, restina mistu vit. Men vit vóru tó komin til Hivaoa-oynna. Grøðisteinur Á Fornminnissavninum eru mangir grøðisteinar. Hetta eru smáir fitistein- ar. Fitistein fluttu tey inn, helst úr Noregi. Tað er sjáldsamt steinslag, moyrt og fast og lætt at skera og evna lutir burt- urúr. Summir av grøði- steinunum tykjast vera brot av fitisteinsílatum, aðrir brot av rennlum. Tey skavaðu við knívi dust av grøðisteininum at koyra á sár. Tí eru rípurnar at síggja á steininum, mangan eru tær á kross. í bók síni «Gomul før- oysk Heimaráð» skrivar dr. R. K. Rasmussen: «Var maður so heppin at eiga tílíkan stein, hevði hann hann við á útróðri, og hvørja ferð, ein av bátsmonnunum fekk eitt prus, varð beinan vegin skavað niður í sárið. Eis- ini var vanligt, at før- oyskar bátsmanningar høvdu grøðistein við sær, tá ið teir róðu út í íslandi: Mistu teir stein- in burtur, varð tað hildin stórur missur. «Pápi mín», segði ein kona, fødd í 1871, «átti eitt lít- ið fínt útróðrarskrín við málaðum blomstrum uppiá, og sum hann hevði keypt frá einum norskum «spekulanti». í skríninum hevði hann, umframt matin, altíð ein grøðistein og ein hegra- fót». Tað gav fiskieydnu at hava hegrafót við á útróðri. Grøðisteinar eru ym- iskir á útsjónd, stødd og skapi. Ofta vóru teir ó- regluligir og tunnir, sum klípa; men ikki var heilt sjaldsamt, at teir vóru eggskapaðir og vakurt evnaðir. Vóru tað grøði- steinar av hesum slag- num, varð altíð skavað so, at skap steinsins varð varðveitt. Ikki var óvanligt, at hol var í steininum, so at maður kundi binda hann við reimina, og steinurin al- tíð vera til taks. Inni hingu teir á vís- um stað, at teir skuldu ikki fara burtur, og at øll kundu vita, hvar hjálp var at fáa. Rættiliga ofta hoyra vit, at grøðisteinur fyrr varð givin gáva. Navn gevarans minnast tey ofta enn, tó at 100 ár kunnu vera liðin, síðan steinurin skifti hond; — hetta er vitnisburður um, at gávan var nógv umhildin. Sum nevnt finna vit ofta grøðistein- ar í gomlum toftum, og skøvur eftir knívinum eru næstan altíð at síggja. Ein kona, fødd í 1868, sigur, at móður hennara átti ein fitistein, og tey vistu at siga, frá hvørj- um manni hann var. Tá ið dustið var komið niður í sárið, og bundið var um, átti steinurin at liggja ein hálvan tíma yvir sárinum, oman á bindinum. Hon hevði sjálv sæð steinin liggja so. Grøðisteinur varð nýttur fyrst og fremst fyri sár og skøvur; har umframt varð hann nýttur til at mjølva aft- urpartin á smábømum við — fyri brent og eisini svuyjr, tá ið vágsmóðir- in var komin út, og til at fáa blóð at storkna.» -b. ♦ 0 %

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.