Tíðindablaðið - 17.01.1975, Qupperneq 10
TIÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 17. januar 1975 Síða 10
♦
jZRíLOtao
■ smáttuna, fingu teir løn av
tí, sum var í kuffertinum.
At enda var bert tílíkt
eftir, sum vit ikki vildu av
við, tí vit kundu fáa harð-
liga brúk fyri tí seinni, og
so vóru teir heldur ikki so
hugaðir at hjálpa okkum
meira.
Tann dagin,. teir ikki
meira vístu seg, byrjaði
eitt nýtt lív fyri okkum, og
nú máttu vit klára okkum
sum best. Borðiskamir
vóru stórar skeljar, sum
skinu í øllum litum í sólini.
Skahð av kokosnøtum
høvdu vit til at drekka úr,
og vit livdu av tí, sum
vaks á oynni.
Summar av fruktunum
kundu etast uttan at verða
tilgjørdar, meðan aðrar
máttu kókast. Har vóru
fleiri sløg av bananum.
Sumt kundu vit bert fáa á-
vísar árstiðir, meðan tað
var annað, sum altíð var at
finna uttan mun til árstíð-
ina.
Troytt av
føðini
Tað mesta av đegnum var
eg úti í skóginum og leitaði
eftir mati og kannaði sam-
stundis djóralívið og
goymdi øll tey kykt, eg
fekk hendur á. At eg eina-
ferð skuldi koma aftur til
sivilisatiónina, hugsaði eg
ikki so nógv um, men eg
helt, at tað, sum eg savn-
aði saman av djórum,
kundi sendast av oynni við
onkrum skipi, so aðrir
fingu kannað tað.
Tá ein tíð var íarin,
byrjaðu vit at troyttast
eitt sindur av føðini og
ynsktu okkum ofta at fáa
ein bita av tí mati, vit
høvdu verið von við heim-
anífrá. Vit kundu eta, til
magin stóð at spreingjast,
men kendu okkum kortini
ikki mett.
Eina náttina droymdi
eg, at eg át eina góða
steik, og eg deildi Lív, í
hon vakti meg mitt undir
dreyminum.
Okkurt mátti gerast. Vit
høvdu sæð reyður í ánni og
royndu nú at fanga tær,
men tær vóru ógvuliga
ringar at fáa hendur á,
møguliga av tí, at har vóru
villar kettur.
Eg gjørdi eina fellu, sum
reyðurnar kundu svimja
inn í, men ikki sleppa úr
aftur, og eg dansaði av
gleði tann morgunin, tá eg
fyrstu ferð sá hesa felluna
fulla av reyðum.
Ta máltíðina vit nú
fingu, gloymi eg seint. Vit
ótu nógv, og hetta smakk-
aði okkum fráhka væl. Nú
høvdu vit alt, sum vit
kundu ynskja, og okkum
longdist ikki burtur hið-
ani.
Sár á beinini
Og so kom regnið. Ikki
sum ein knapplig vatnflóð,
ið skolaði smáttuna burt-
ur, men tað kom sum ein
sníkjandi tjóvur, ið stjól
sólina frá okkum. Ongin
dropi kom ígjøgnum takið,
men vætan trongdi ígjøgn-
um aliastaðni. Tey turru
bananbløðini í madrassun-
um blotnaðu, og dag og
nátt hoyrdu vit onki annað
enn ljóðið av vatni. Tað
dryppaði og rann alla-
staðni. Smáttan var sum
ein bátur á einum runu-
havi.
Vit kundu ikki fara
langt burtur frá smáttuni,
ti vit fingu svullir og sár á
føturnar. Liv hevði tríggj-
ar svullir so stórar sum te-
koppar á beinunum, með-
an eg hevði opin sár á
fótunum.
í fýra dagar fóru vit ikki
út úr smáttuni, men
noyđdust so út, drivin av
svongdini. Vit lógu har
inni og royndu at halda
beinini turr og vaskaðu
sárini í kókaðum vatni. Vit
høvdu ongan heihvág við
okkum, sjálvt um ein
maður á Tahiti hevði mælt
okkum til at hava heilivág
við, sum kundi grøða trop-
u-svullir. Men vit høvdu
verið treisk og vildu ikki
hava nakað við, sum nú-
tíðarmenniskja hevði upp-
funnið, tí tað hildu vit vera
av tí ónda.
Heimaráð frá
innføddum
Ein dagin kom ein inn-
føddur niðan til okkara at
vita, hvussu vit høvdu
tað. Hann hugdi at svull-
unum og sárunum og
segði, at hetta var ein
sjúka, ið tey kallaðu fe-fe,
og hon kundi grøðast eftir
eini viku, um vit brúktu
tær røttu plantumar at
lekja hana við. Hann
hvarv inn í skógin og kom
aftur við húgvuni fullari av
nøkrum gulum blómum.
Hetta skuldu vit kóka til
ein greyt og leggja á tey
sjúku støðini, so vóru vit
frisk eftir eini viku.
Vit so gjørdu, og svull-
irnir hjá Liv hvurvu, men í
staðin fekk hon sár av
sama slag sum eg. Og har
sótu vit so og hoyrdu regn-
ið dag eftir dag. Stór ban-
anbløð lógu á beinunum
fyri at halda henda lekj-
andi greytin upp á pláss,
men onki hjálpti.
Smittandi
flugur
Higartil høvdu mosquito-
flugurnar ikki gjørt so
nógv um seg, men nú vóru
tær knappliga allastaðni.
Tær komu í tjúkkum
skýggjum, hvar vit enn
vóru. Um allan kroppin
vóru vit bitin av teimum.
Ringt var tað um dagin, og
hvaðna verri um náttina,
og vit vistu, at flugurnar
kundu smitta okkum við tí
sjúku, sum vit ræddust
mest av øllum, elefant-
sjúkuna, sum fólkið á
oynni plágaðist nógv av.
Minst annanhvønn dag
máttu vit út at leita eftir
føði. Føtur og bein vóru
eym og hovin, og har hink-
aðu vit runt og royndu at
finna okkurt til matna,
men uppdagaðu, at tað var
ikki so nógv at finna
longur.
Eg fekk at síggja, hvar
fruktirnar hjá okkum fóru.
Ein morgunin, áðrenn tað
var reiðuliga ljóst, sá eg
Ioane, sum fyrr hevði verið
so hjálpsamur, koma
snikjandi tætt framvið
smáttuna hjá okkum sam-
an við fleiri øðrum fólkum.
Tey høvdu kurvar fullar av
frukt. Eg hugdi upp og sá,
at nakrar pálmar aftrat
vóru ruddaðar fyri kokos-
nøtur.
Eg fór yvir til hansara
og segði við hann, at eg
átti hasar fruktimar, tí eg
hevði goldið fyri tær, tá eg
leigaði hetta lendið. Hann
segði seg hava savnað tær
Iongur uppi. Báðir vóru vit
illir, men eg var ikki førur
fyri at gera meira.
Bíðaðu eftir
skipi
Eg fekk nú at vita, at støð-
an var heldur ikki so góð
niðri í bygdini. Fólkið á
oynni hevði vant seg til
annan kost enn tað, tey frá
gamlari tíð høvdu klárað
seg við, men nú var ikki
meira at fáa í handlunum.
Tað seinasta, sum tey
høvdu fingið við skipi, var
so vánaligt, at tað nú var
spilt, og tí noyddust tey út
at savna sær villa fmkt.
011 gingu og bíðaðu eftir
einum skipi, men onki
kom.
Dagar, vikur og mánar
gingu, og nú varð talað um
at senda fólk til ta næstu
oynna, har fólk búði, men
hon lá 60 fjórðingar burt-
ur, og sjálvt ikki tann
størsta kanoin, sum teir
høvdu, var hildin at vera
nóg gott far til eina slíka
ferð.
Fóru við
bátinum
Tað størsta farið, sum var
á oynni, var ein gamal
bjargingarbátur. Hann
hevði ongan góðan havt í
langa tíð, og var nakað illa
farin. Menn fóm nú at
royna at tetta hann, og so
var hann koyrdur á flot.
Báturin varð riggaður til
við mastur og seglum.
Sárini á beinunum hjá
Liv vóm ógvuliga ljót, og
kjøt byrjaði at detta burt-
ur úr teimum. Nú sá tað so
mikið hættisligt út, at vit
gjørdu av at fara við
bjargingarbátinum til
oynna Hivaoa.
Trettan fólk vóm við
bátinum, og Ioane var
skipari. Álvarsamur og
sterkur stóð hann har
afturi og stýrdi við árini,
meðan seglini dúkaðu í
vindinum.
Mistu alt
í briminum
Liv sá ógvuliga sjúk út.
Beinini vóm hovnað, sum
um hon hevði elefanta-
sjúkuna, og pettir av kjøti
duttu í heilum úr sámnum.
Til endans lá hon sum eitt
deytt, og tá oyggin, sum
vit skuldu til, at enda kom
úr kavi, rópti eg av gleði til
hennara, men hon hoyrdi
onki.
Ioane stýrdi ímóti einum
ávísum staði á strondini.
Tað var nakað av brimi,
men Liv sá út til at vera
púra líkasæl. Ioane valdi
eitt stórt brot og bað
menninar hjá sær rógva,
men tað eydnaðist ikki,
báturin fór tvørt fyri í
brotinum, og róðursmað-
urin hevði ongan møgu-
leika at fáa hann aftur á
beint. 011 manningin leyp í
havið, og eg tók Liv við
mær og leyp í seinastu
løtu, áðrenn báturin holvd-
ist. Tað var ikki mær fyri
at takka, at tað gekst okk-
um so væl at sleppa á land,
men eina løtu seinni sótu
vit uppi á strondini.
Báturin lá nú og fleyt
um stokkarnar, men tað
eydnaðist manningini at
fáa hann upp á land. Ár-
arnar og okkurt annað
smáting, sum vit høvdu
havt umborð, rak á land,
restina mistu vit.
Men vit vóru tó komin
til Hivaoa-oynna.
Grøðisteinur
Á Fornminnissavninum
eru mangir grøðisteinar.
Hetta eru smáir fitistein-
ar. Fitistein fluttu tey
inn, helst úr Noregi. Tað
er sjáldsamt steinslag,
moyrt og fast og lætt at
skera og evna lutir burt-
urúr. Summir av grøði-
steinunum tykjast vera
brot av fitisteinsílatum,
aðrir brot av rennlum.
Tey skavaðu við knívi
dust av grøðisteininum
at koyra á sár. Tí eru
rípurnar at síggja á
steininum, mangan eru
tær á kross.
í bók síni «Gomul før-
oysk Heimaráð» skrivar
dr. R. K. Rasmussen:
«Var maður so heppin at
eiga tílíkan stein, hevði
hann hann við á útróðri,
og hvørja ferð, ein av
bátsmonnunum fekk eitt
prus, varð beinan vegin
skavað niður í sárið. Eis-
ini var vanligt, at før-
oyskar bátsmanningar
høvdu grøðistein við
sær, tá ið teir róðu út í
íslandi: Mistu teir stein-
in burtur, varð tað hildin
stórur missur. «Pápi
mín», segði ein kona,
fødd í 1871, «átti eitt lít-
ið fínt útróðrarskrín við
málaðum blomstrum
uppiá, og sum hann
hevði keypt frá einum
norskum «spekulanti». í
skríninum hevði hann,
umframt matin, altíð ein
grøðistein og ein hegra-
fót». Tað gav fiskieydnu
at hava hegrafót við á
útróðri.
Grøðisteinar eru ym-
iskir á útsjónd, stødd og
skapi. Ofta vóru teir ó-
regluligir og tunnir, sum
klípa; men ikki var heilt
sjaldsamt, at teir vóru
eggskapaðir og vakurt
evnaðir. Vóru tað grøði-
steinar av hesum slag-
num, varð altíð skavað
so, at skap steinsins
varð varðveitt. Ikki var
óvanligt, at hol var í
steininum, so at maður
kundi binda hann við
reimina, og steinurin al-
tíð vera til taks.
Inni hingu teir á vís-
um stað, at teir skuldu
ikki fara burtur, og at øll
kundu vita, hvar hjálp
var at fáa.
Rættiliga ofta hoyra
vit, at grøðisteinur fyrr
varð givin gáva. Navn
gevarans minnast tey
ofta enn, tó at 100 ár
kunnu vera liðin, síðan
steinurin skifti hond; —
hetta er vitnisburður
um, at gávan var nógv
umhildin. Sum nevnt
finna vit ofta grøðistein-
ar í gomlum toftum, og
skøvur eftir knívinum
eru næstan altíð at
síggja.
Ein kona, fødd í 1868,
sigur, at móður hennara
átti ein fitistein, og tey
vistu at siga, frá hvørj-
um manni hann var. Tá
ið dustið var komið niður
í sárið, og bundið var
um, átti steinurin at
liggja ein hálvan tíma
yvir sárinum, oman á
bindinum. Hon hevði
sjálv sæð steinin liggja
so.
Grøðisteinur varð
nýttur fyrst og fremst
fyri sár og skøvur; har
umframt varð hann
nýttur til at mjølva aft-
urpartin á smábømum
við — fyri brent og eisini
svuyjr, tá ið vágsmóðir-
in var komin út, og til at
fáa blóð at storkna.»
-b.
♦
0
%