Tíðindablaðið - 17.01.1975, Side 16

Tíðindablaðið - 17.01.1975, Side 16
Síða 16 MINMEINING ^ipstverkið skal yvirtak- ast, hvat heldur tú um tað? Sólbjørn Jacobsen, tele- fonverkstjóri: Eg vóni, at tiltakið verður til frama fyri al- mennar tænastur mót- vegis íbúgvunum, ser- liga um postverkið átek- ur sær allar avgreiðslur, so ein rationalisering kann fara fram. Um- framt vanliga postav- greiðslu hugsi eg her um telegramm, strandferðsl- u- og gjaldstovuav- greiðslu. Eyðfinn Jacobsen, bók- bindari: Tað er rætt at yvir- taka postverkið. At døma eftir øðrum lond- um, sum geva frímerkir út, skuldi tað farið at loyst seg heilt væl at rik- ið postverkið. Eg vænti ikki, at yvirtøkan fer at merkjast soleiðis, at vit vera verri fyri, tá talan er um tænastu. Post- verkið átti eisini at fing- ið tað føroyska postsøg- uliga savnið, sum nú er á danska postsavninum, aftur til landið. Helgi Nolsøe, maskin- skúlanæmingur: Sjálvandi skal post- verkið yvirtakast. Tað likist ongum, at danir skulu røkja tað, sum vit hava umstøður at røkja sjálvir, tí eg trúgvi ikki, at føroyingar fara at røkja postverkið verri. Vit skulu yvirtaka alt, sum vit eru mentir at yvirtaka. TÍDIiyPABLAPIÐJrjggiadagin.17 in 17.ianuar 1975 SPEGILS- MYNDIN AtW Hvíta minnilutastýrið í Suðurafrika verð- ur kroyst uppí ein krók Strangar reglur fyri at fáa innferðarloyvi Samstundis sum nógv verður gjørt fyri at fáa fólk at ferðast, so hava nógv lond ógvuliga strangar reglur galdandi fyri tey, sum koma hagar at vitja. Danska uttanríkisráðið hevur nýliga kunngjørt ein lista yvir tær reglur, sum ymisk lond seta til ferða- fólk. Eitt land, ið hevur strangar reglur, er Alban- ia. Har eru bæði mini- og maxiskjúrt forboðin, og kvinnur hava heldur ikki loyvi at ganga í langbuks- um. Serliga nógv krøv seta londini í Eysturafrika, burtursæð frá Kenya. Menn sleppa ikki til Uganda í stuttum buks- um, og kvinnur sleppa ikki inn í landið í hot-pants, ella í mini- ella maxikjól- um. í Tanzania mugu kjól- amir koma niður um knæ, og menn mugu ikki vera í trongum buksum. Malawi hevur boðað frá, at menn við longum hári sleppa ikki inn í landið. Somuleiðis eru tær reglur galdandi fyri kvinnuklæðir, at knøini mugu ikki síggjast. í fleiri londum í Asia eru eisini tær reglur galdandi, at menn fáa ikki innferðar- loyvi, um hárið hongur niður á flippuna, ella um tað frammanfyri kemur niður til eygnabrýmar. Summi lond vilja ikki hava fólk inn um markið, um passið hjá teimum er ' stemplað í einum fígginda- lándi. Eitt slíkt dømi er Suðurvietnam. Her em nógv lond á svartalista, t.d. tey arabisku londini, og tann, sum hevur eitt stempul frá hesum londum í sínum passi ella visum, sleppur ikki til Suðurviet- nam. Albania hevur eina reglu um, at tað skulu vera minst 10 fólk í ferðalag fyri at tey skulu sleppa inn í landið; henda regla er tó ikki galdandi fyri forrætt- ningsmenn. Mugu ikki eta fólk Forsetin í Bumndi hev- ur boðað frá, at fólk, sum verða sædd at eta mannakjøt, kunnu fáa deyðarevsing. Henda kunngerðin frá forseta- num er serliga vend í- móti einum ávísum bólki, sum hevur tann sið at eta fólk. Størsta revsing, sum mannaát- arar higartil hava kunn- að fingið, er 3 ára fongsul. Fólkaslag doyr út Tann seinasti indianar- in av Ona-indianara ættinier deyður. Hend- a ættin búði í Eldlandi- num, tá spaniólar komu til Suðuramerika fyri fleiri hundrað ámm síð- ani. I Eldlandinum búðu tvær indianara- stammur, tá spaniólar komu hagar. Meðan onnur nú er deyð út, liva nakrir fáir indian- arar eftir av hini stammuni. Arabarar keypa harragarðar Tað er vorðið meira og meira vanligt, at ríkir arabarar keypa sær kostbar hús í Onglandi. Tey ringu búskaparligu viðurskiftini í Bretlandi hava fingið nógvar eig- arar av harragørðum og slíkum húsum at selja tey, og tey flestu av teimum em beinanveg- in seld til ríkar arabarar frá oljulondunum. Ikki fátækur kortini Ein 77 ára gamal italiu- maður, sum livdi í størsta sparsemi, var ikki so fátækur, sum grannamir hildu. Tá hann herfyri doyði, kom tað fram, at mað- urin hevði fleiri banka- bøkur og partabrøv liggjandi fyri eitt virði av eini slakari miljón krónur. Yvirgangur vindur uppá seg í Italia veksur talið av brotsverkum skjótt. Sambært hagtøl, sum løgmálaráðið í Rom hevur kunngjørt, er tjóvaríið í landinum seinastu fimm árini økt við 199 prosentum og burturflytingar av fólki við 217 prosentum. Fimta hvønn dag verð- ur eitt fólk burturflutt, og áttanda hvønn tíma verður eitt morð framt. Bert 26 prosent av brotsverkunum verða uppklárað. Dupult so nógv brotsverk verða framd i Rom sum i Paris, hóast Paris hev- ur dupult so nógvar i- búgvar. Tað er sera vanligt, at ferðafólk, sum koma til Rom, verða álopin, og nógvir ferðaleiðarar mæla ferð- afólki frá at fara út í Rom á kvøldi. Tað verður sagt, at meira enn 400 ferðafólk verða álopin dagliga. Fyta úr ísrael Síðani israelska ríkið varð stovnsett í 1948 hava ongantið so nógv fólk flutt úr landinum sum í fjør, tá meira enn 8000 fólk fluttu haðani. Tey flestu av teimum, sum flyta burtur, siga, at grundin er, at tey bera ótta fyri einum nýggjum kriggi, ella at tey hava ilt við at fella til í landinum. Veðurlagið var atvoldin Russiskir serfrøðingar úr Leningrad siga, at mammutturin, sum fyri langari tíð síðani livdi í Sibiria, doyði út orsak- að av eini veðurlags- broyting, sum broytti tundralendið í Sibiria til hav. Hetta úrslit eru teir komnir til eftir kanningar av einum mammutti, sum í fjør var funnin beinfrystur í Sibiria. i A 8 8 I

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.