Tíðindablaðið - 17.01.1975, Qupperneq 16
Síða 16
MINMEINING
^ipstverkið skal yvirtak-
ast, hvat heldur tú um
tað?
Sólbjørn Jacobsen, tele-
fonverkstjóri:
Eg vóni, at tiltakið
verður til frama fyri al-
mennar tænastur mót-
vegis íbúgvunum, ser-
liga um postverkið átek-
ur sær allar avgreiðslur,
so ein rationalisering
kann fara fram. Um-
framt vanliga postav-
greiðslu hugsi eg her um
telegramm, strandferðsl-
u- og gjaldstovuav-
greiðslu.
Eyðfinn Jacobsen, bók-
bindari:
Tað er rætt at yvir-
taka postverkið. At
døma eftir øðrum lond-
um, sum geva frímerkir
út, skuldi tað farið at
loyst seg heilt væl at rik-
ið postverkið. Eg vænti
ikki, at yvirtøkan fer at
merkjast soleiðis, at vit
vera verri fyri, tá talan
er um tænastu. Post-
verkið átti eisini at fing-
ið tað føroyska postsøg-
uliga savnið, sum nú er á
danska postsavninum,
aftur til landið.
Helgi Nolsøe, maskin-
skúlanæmingur:
Sjálvandi skal post-
verkið yvirtakast. Tað
likist ongum, at danir
skulu røkja tað, sum vit
hava umstøður at røkja
sjálvir, tí eg trúgvi ikki,
at føroyingar fara at
røkja postverkið verri.
Vit skulu yvirtaka alt,
sum vit eru mentir at
yvirtaka.
TÍDIiyPABLAPIÐJrjggiadagin.17
in 17.ianuar 1975
SPEGILS-
MYNDIN
AtW
Hvíta minnilutastýrið í Suðurafrika verð-
ur kroyst uppí ein krók
Strangar reglur fyri
at fáa innferðarloyvi
Samstundis sum nógv
verður gjørt fyri at fáa fólk
at ferðast, so hava nógv
lond ógvuliga strangar
reglur galdandi fyri tey,
sum koma hagar at vitja.
Danska uttanríkisráðið
hevur nýliga kunngjørt ein
lista yvir tær reglur, sum
ymisk lond seta til ferða-
fólk. Eitt land, ið hevur
strangar reglur, er Alban-
ia. Har eru bæði mini- og
maxiskjúrt forboðin, og
kvinnur hava heldur ikki
loyvi at ganga í langbuks-
um.
Serliga nógv krøv seta
londini í Eysturafrika,
burtursæð frá Kenya.
Menn sleppa ikki til
Uganda í stuttum buks-
um, og kvinnur sleppa ikki
inn í landið í hot-pants,
ella í mini- ella maxikjól-
um. í Tanzania mugu kjól-
amir koma niður um knæ,
og menn mugu ikki vera í
trongum buksum. Malawi
hevur boðað frá, at menn
við longum hári sleppa ikki
inn í landið. Somuleiðis eru
tær reglur galdandi fyri
kvinnuklæðir, at knøini
mugu ikki síggjast.
í fleiri londum í Asia eru
eisini tær reglur galdandi,
at menn fáa ikki innferðar-
loyvi, um hárið hongur
niður á flippuna, ella um
tað frammanfyri kemur
niður til eygnabrýmar.
Summi lond vilja ikki
hava fólk inn um markið,
um passið hjá teimum er
' stemplað í einum fígginda-
lándi. Eitt slíkt dømi er
Suðurvietnam. Her em
nógv lond á svartalista,
t.d. tey arabisku londini,
og tann, sum hevur eitt
stempul frá hesum londum
í sínum passi ella visum,
sleppur ikki til Suðurviet-
nam.
Albania hevur eina reglu
um, at tað skulu vera
minst 10 fólk í ferðalag fyri
at tey skulu sleppa inn í
landið; henda regla er tó
ikki galdandi fyri forrætt-
ningsmenn.
Mugu ikki
eta fólk
Forsetin í Bumndi hev-
ur boðað frá, at fólk,
sum verða sædd at eta
mannakjøt, kunnu fáa
deyðarevsing. Henda
kunngerðin frá forseta-
num er serliga vend í-
móti einum ávísum
bólki, sum hevur tann
sið at eta fólk. Størsta
revsing, sum mannaát-
arar higartil hava kunn-
að fingið, er 3 ára
fongsul.
Fólkaslag
doyr út
Tann seinasti indianar-
in av Ona-indianara
ættinier deyður. Hend-
a ættin búði í Eldlandi-
num, tá spaniólar komu
til Suðuramerika fyri
fleiri hundrað ámm síð-
ani. I Eldlandinum
búðu tvær indianara-
stammur, tá spaniólar
komu hagar. Meðan
onnur nú er deyð út,
liva nakrir fáir indian-
arar eftir av hini
stammuni.
Arabarar keypa
harragarðar
Tað er vorðið meira og
meira vanligt, at ríkir
arabarar keypa sær
kostbar hús í Onglandi.
Tey ringu búskaparligu
viðurskiftini í Bretlandi
hava fingið nógvar eig-
arar av harragørðum og
slíkum húsum at selja
tey, og tey flestu av
teimum em beinanveg-
in seld til ríkar arabarar
frá oljulondunum.
Ikki fátækur
kortini
Ein 77 ára gamal italiu-
maður, sum livdi í
størsta sparsemi, var
ikki so fátækur, sum
grannamir hildu. Tá
hann herfyri doyði,
kom tað fram, at mað-
urin hevði fleiri banka-
bøkur og partabrøv
liggjandi fyri eitt virði
av eini slakari miljón
krónur.
Yvirgangur
vindur uppá seg
í Italia veksur talið av
brotsverkum skjótt.
Sambært hagtøl, sum
løgmálaráðið í Rom
hevur kunngjørt, er
tjóvaríið í landinum
seinastu fimm árini økt
við 199 prosentum og
burturflytingar av fólki
við 217 prosentum.
Fimta hvønn dag verð-
ur eitt fólk burturflutt,
og áttanda hvønn tíma
verður eitt morð framt.
Bert 26 prosent av
brotsverkunum verða
uppklárað. Dupult so
nógv brotsverk verða
framd i Rom sum i
Paris, hóast Paris hev-
ur dupult so nógvar i-
búgvar. Tað er sera
vanligt, at ferðafólk,
sum koma til Rom,
verða álopin, og nógvir
ferðaleiðarar mæla ferð-
afólki frá at fara út í
Rom á kvøldi. Tað
verður sagt, at meira
enn 400 ferðafólk verða
álopin dagliga.
Fyta úr
ísrael
Síðani israelska ríkið
varð stovnsett í 1948
hava ongantið so nógv
fólk flutt úr landinum
sum í fjør, tá meira enn
8000 fólk fluttu haðani.
Tey flestu av teimum,
sum flyta burtur, siga,
at grundin er, at tey
bera ótta fyri einum
nýggjum kriggi, ella at
tey hava ilt við at fella
til í landinum.
Veðurlagið
var atvoldin
Russiskir serfrøðingar
úr Leningrad siga, at
mammutturin, sum fyri
langari tíð síðani livdi í
Sibiria, doyði út orsak-
að av eini veðurlags-
broyting, sum broytti
tundralendið í Sibiria til
hav. Hetta úrslit eru
teir komnir til eftir
kanningar av einum
mammutti, sum í fjør
var funnin beinfrystur í
Sibiria.
i
A
8
8
I