Tíðindablaðið - 22.01.1975, Blaðsíða 3
t TÍÐIIMDABLAÐIÐ mikudagin 22. januar 1975
Síða 3
LESARIN SKRIVAR
Bert lesarabrøv við navni undir koma í blaðið.
Skatturin og tær
sosialu veitingarnar
Tað hevur leingi ligið mær
á hjarta at spurt avvarð-
andi skattamyndugleikar,
um einki mark er fyri,
hvussu veitingar til gomul
og avlamin kunnu skatt-
ast.
Grundin til at eg spyrji
um hetta er tann,. at eg i
farna ári havi goldið 30
prosent av pensiónini um
mánaðin.
Eg skal her í stuttum
greiða frá, hvussu eg bleiv
skattaður í farna- ári. Tá
tað kom til ta tíðina, at
gevast skuldi upp í skatt,
fekk eg uppgivið frá gjald-
stovuni, at eg skuldi skatt-
ast av 17.000 kr. Kona mín
hevði tjent eini 9.000 krón-
ur á flakavirkinum, og
sjálvur hevði eg strevað
mær 2.000 krónur aftrat.
Samanlagt varð hetta
28.000 krónur, og var
hetta bruttoinntøka min.
Tá vit so draga tað frá,
sum vanligt er á hvørjum
ári, so minkar tað væl um
heildartalið — goldin
skattur frá árinum fyri,
sjúkrakassi, vanlukku-
trygging, brunatrygging.
Tá so liðugt var at
skatta fyri farna árið, var
min partup 600 krónur um
mánaðan at gjalda. Pensj-
ónin varð sett til 1.800
krónur um mánaðin. Eg
havi altso goldið 30 pro-
sent í skatti av tí, sum eg
havi fingið sum avlaming-
ur.
Nú gingu søgur um, at
hetta sum pensjónin var
minkað vegna útrokningar
við ársbyrjan, skuldi koma
upp í aftur i oktober 1974.
Mín lutur av tí var frá árs-
byrjan til oktober i alt 200
krónur og frá oktober og
úteftir 175 krónur.
Nú kann hvør, sum vil,
rokna út, hvussu nógv ið
verður eftir at liva við, tá
oljutangin hevur verið
fyltur einar fýra ferðir um
árið.
Til seinast vil eg.spyrja:
Verða hesar pensjónir
veittar til gomul og tey,
sum hava verið fyri tí
vanlagnu at vera farin úr
øllum arbeiði vegna heilsu-
brek til at liva av? ella
verða tær veittar bara fyri
at gjalda aftur í skatt?
Takk fyri upptøkuna.
Jógvan Drangberg
Skopun
Postverkið
Ikki er ætlanin at koma
inn á tjak um yvirtøku ella
ikki, tað mugu teir menn,
ið valdir eru á ting, og
landsstýri fáa greiði á. Tó
tá Dimmalætting í nr. 3
skrivar um stóra undir-
skotið, sum føroyska post-
verkið hevur, og aftur í nr.
5 sum lesarabræv skrivar
um tað góðu donsku løn,
sum føroyska starvsfólkið
fær, so haldi eg sjálvur, at
ikki øll eru nøgd við ta løn,
tey hava fingið.
í lesarabrævinum verð-
ur bert skrivað um Havn-
ina, men Havnin er tó ikka
allar Føroyar, og heldur X
at tey á bygd ikki gera
sama arbeiði í mun til tað,
sum Havnin ger? Og hví
skulu okur so ikki fáa
somu løn?
X, ið ikki torir fram í
ljósið, skrivar m.a., at tey
í Havn hava eina hampu-
liga løn og eru sera væl
peningaliga ella lønarliga
tryggjað á mangan hátt,
og øll hava tey rætt til
eftirløn.
Ikki kann sigast tað
sama um tey, ið arbeiða
innanfyri postverkið utt-
anfyri Havnina.
Ein maður á bygd, sum
hevur starvast í 40 ár inn-
anfyri postverkið, fær í
dag 4.000 kr. um mánaðan
— onki fyri yvirtíð — onga
lønarliga trygging — og
onga eftirløn.
X kann samanbera hetta
við tað løn, ein maður fær,
sum er innanfyri føroyska
starvsmannafelagið.
Petur Vilhelm
Broyting
í ferðasambandinum
Fuglafjørð — m/f Ternan
Frá mánadegi20. januar verður rutan Fuglafjørð — m/f Teman
broytt soleiðis:
Úr Fuglafirði í samband við túrir Úr Klaksvík
Mánadag kl. 12.15 og 19.45 kl. 12.15 og 19.45
Týsdag kl.12.15og 18.45 kl. 12.15 og 18.45
Mikudag kl.12.15 og 18.45 kl. 12.15 og 18.45
Hósdag kl. 12.15 og 18.45 kl. 12.15 og 18.45
Fríggjadag kl. 12.15 og 19.45 kl. 12.15 og 19.45
Leygardag kl. 12.30 og 15.45 kl. 12.30 og 15.45
Sunnudag kl. 9.30 og 19.45 kl. 9.30 og 19.45
Ferðafólk úr Fuglafirði kunnu siga frá hjá Palla Olsen, tlf. 240
Fuglafirði.
Strandfaraskip Landsins
NÝTT
UM NØVN
60 ár
I morgin, 23. januar,
fyllir Jógvan Martin Jo-
ensen, skipari í Havn 60
ár.
Jógvan Martin er ætt-
aður úr Oyndarfirði.
Hann fór til skips 15 ára
gamal við Pilot í 1930,
og hann var so við fiski-
skipum i átta ár. Hann
tók motorpassaraprógv í
1935, og í 1938 fór hann
út at sigla. Hann sigldi
so við eini Svendborg-
skonnart í tvey ár. Um
veturin í 1940, tá tað
ikki var siglandi fyri ís,
ætlaði hann sær heim,
men av tí at ferðin hjá
Tjaldrinum til Føroya
bleiv útsett, gjørdist
heimferðin av ongum, og
Jógvan Martin fór so
aftur at sigla.
Hann kom nú at sigla
við eini skonnart, sum
æt Ruth, og teir fóru út
úr Svendborg tann 6.
apríl og komu soleiðis úr
Danmark, beint áðrenn
týskararnir hersettu
landið.
Teir komu til Ong-
lands og sluppu har at
velja imillum at sigla
fyri bretar undir krígn-
um ella, at sita fastir.
Hetta førdi so til, at
hann undir sigling kom
at merkja nógv til krígg-
ið.
Hann var í Fraklandi,
tá landið varð hersett.
Teir vóru á veg til Frak-
lands eftir hveiti, tá eva-
kueringin úr Dunkerque
fór fram. Meðan teir
lógu í St. Malo og fermd-
u, fingu øll skipini í
havnini har boð um at
sleppa sær út, tí týskar-
arnir stóðu uttanfyri bý-
in. 011 skipini kundu ikki
sleppa út á einari flóð, og
teir máttu so bíða. Tá
teir komu út, fóru teir
beint vestur ígjøgnum
minubelti fyri at sleppa
undan at sigla framvið
fronsku strondini.
Jógvan Martin sigldi
eisini í konvoyum, og
eina tíð sigldi hann í
fastari rutu millum Bris-
tolkanalina og Sout-
hampton við koli. í ein-
ari av hesum ferðunum
komu bert tvey av teim-
um sjey skipunum í
konvoyini vegin fram.
Seinni fekk hann skað-
a umborð og fekk boð frá
lækna at halda frið í eina
tíð, og tað eydnaðist
honum tá at sleppa heim
til Føroya,
Jógvan Martin hevur,
siglt alt lívið.'Hann hev-
ur ført nógv skip, m.a.
Fursund, men hevur nú í
fleiri ár verið skipari á
donskum farmaskipum.
Føðingardagin . er
hann ikki heima, hann
fór avstað í november.og
er við farmaskipinum
«Diana Lion».
Kona hansara, Elsa,
er ættað úr Havn. Tey
eiga tvær đøtur: Hervør,
sum býr niðri, og Ása,
sum býr á Argjum.
70 ár
Hósdagin 23. januar
fyllir Petur Niclasen —
Petur í Horni — í Klaks-
vík 70 ár. Petur hevur
verið raskur útróðrar-
maður, og hann er ein av
teimum fáu, sum er eftir
av teimum, sum byrjaðu
at rógva út á landgrunn-
in. Hann ró'ði nógv út til
hann gjørdist sjúkur. Nú
hevur hann í mong ár
siglt sum motorpassari á
doktarabátinum Medi-
cus og ger tað enn.
Kona hansara, Ása, er
úr Klaksvík. Børnini er-
u: Alberta, Anna Maria
og Poll, sum øll búgva í
Klaksvík.
Andlát
Mikudagin 15. januar
andaðist Kristian Poul-
sen — Kristian inni í Bø
— á Strondum 77 ára
gamal. Kristian førdi í
nógv ár skip og fiskaði
óføra væl.
Kona hansara, Jó-
hanna, er ættað av Nesi.
Børn teirra eru: Henn-
ing, ' Josefina, Hansa,
Dávur, Kirstin, Karlot,
Magnus, Meinhard,
Brynhild og Herta.
Mikudagin 15.1. andað-
ist Morentsa Jacobsen í
Sørvági 85 ára gomul.
Hon hevur búð á Vatns-
oyrum og var gift við
Martin Jacobsen, segl-
makara, suin doyði fyri
meira enn 20 árum síð-
ani. Tey fingu ellivu
børn, sum øll eru á lívi.
Fríggjadagin andaðist
Maria Madsen — Maria
á Teiginum — á Sandi,
81 ára gomul. Hon var
ættað av Sandi og giftist
við Jóan Petur í Kvívík,
og tey búsettust á Sand-
i. Jóan Petur, sum
plagdi at føra skip, doyði
longu í 30unum. Fleiri
av børnum teirra eru bú-
sitandi niðri í Danmark,
og Maria" var stødd í
Danmark, tá landið varð
hersett og kom sostatt
at vera niðri øll krígs-
árini.
Børnini eru: Magnus,
Niels, Mads Henrik og
Dánjal, sum búgva niðr-
i, Jóannes, sum býr á
Sandi og Malfried, sum
býr í Havn.
Hósdagin 16. januar
andaðist Jóhan Lisberg
— Jóhan í Smiðjuni í
Fámjin — 92 ára gamal.
Hósdagin andaðist. Kris-
tina Maria Zachariassen
— uppi í Gerði — i
Streymne- i, 98 ára gom-
ul.
Hósdagin 16. januar
andaðist Petur Mohr
Persson í Havn, 68 ára
gamal.