Tíðindablaðið - 22.01.1975, Blaðsíða 4
Síða 4
Útvarpið
Eftir tíðindini í kvøld er
Miðvikan, síðaniFólka-
løg og kl. 20 Enskt II.
Hóskvøldið hevur
læknin orðið, og Einar
Joensen lesur 11. part
av framhaldssøguni
Landastrokini eftir
Knut Hamsun, umsett
hevur Hans Thomsen.
Kl. 19.10 syngur Aksel
Schiotz danskar sangir,
og kl. 19.30 er poppur á
skránni.
Skráseting
í Havn er stovnað p/f
Rosannie, sum hevur til
endamáls at reka handil
og annað virki í hesum
sambandi. Partapen-
ingurin er 40.000 kr.,
sum'er goldin kontant.
Stovnarar eru Annie og
Mathias Lassen, Rosa
og Albert Joensen. Tey
sita eisini í nevndini við
Anhie Lassen sum for-
manni og Rosu Joensen
suni næstformanni.
í SMS í Havn er tann
tekiiaði partapeningur-
in, ið er 500.000 kr.,
goldin.
Ferðing
Síðani Ternan fór at
sigla til Lorvíkar, hevur
ólag verið á ferðasam-
bandinum millum
Klaksvík og Fugla-
fjørð. Strandferðslan
hevur nú lýst, at sam-
band verður tvær ferðir
um dagin millum
Klaksvík og Fugla-
fjørð.
Útskifting
28. januar fer Matrikul-
stovan undir eina'fund-
arrøð aftrat, har út-
skiftingin á Sandi end-
ar. Til viðgerðar í hesi
røð koma garðabýti,
hagabýti, met av jørð,
húsaflytipg og annað.
Fundir um
skúlan
1 hesum og næsta mána
verða 6 almennir fundir
á Fróðskaparsetrinum
um skúlan og samfelag-
ið. Tann fyrsti fundurin
verður nú hóskvøldið
fel. 20.
Teir, sum hálda fyri-
lestrarnar, eru Ludvík
Petersen, Jákup í Gerð-
inum, Eilif Samuelsen,
Axel Skoubo, Stein-
bjøm B. Jacobsen,
Magnus Simonsen,
Tummas Arabo, Poul
Johs. Johansen, Heðin
Samuelsen, Poul Kjart-
an Bærentsen, Birgir
Danielsen, Andrias
Højgaard og H.D.Joen-
sen.
Gudstænastur
Torkil Beder hevur alt-
argongd í Fuglafirði
sunnudagin. J. Follend
hevur altargongd á
Glyvrum. K.O. Viderø
verður í Fámjin kl. 12
og í Øravík kl. 18.
Missións-
vikur
Missiónsvika verður í
Fámjin frá 7. til 9. feb-
ruar, í Øravik frá 14. til
16. februar, í Sandvík
frá 28. februar til 2.
mars, á Leiti frá 7. til 9.
mars, i Sumba frái 11.
til 16. mars, og i IJovi
frá 18. til 23. mars.
Missiónsvika er i Ta-
bor í Fuglafirði hesa
vikuna, og missións-
vika verður i Havn frá
27. februar til 2. mars
og í Vági frá 28. januar
til 2. mars.
Møtir
Møti verður i Missións-
húsinum við Landaveg-
in i kvøld kl. 20.
í Filadelfia, Landa-
vegi 12, verður frítíðar-
arbeiði fyri gentur kl.
16 í dag, fyri dreingir
kl. 18, og systramissión
verður kl. 20. Andakt á
tlf. 1.4880.
í Evangeliihúsinum,
Tróndargøtu, verður
evangeliskt møti í
kvøld kl. 20, Egil Eber-
son úr Noreg talar. An-
dakt á tlf. 1.2266.
Møti verður í Eben-
ezer í kvøld kl. 20.
í KFUM í Havn
koma kvinnur og menn
saman í kvøld kl. 19 at
arbeiða til basar.
í KFUK í Havn er
hóskvøldið kl. 20 felags
heidningamissiónin:
Boðini á fjallinum. Vár-
gleði hevur fund í dag
kl. 16.
Skótalið
Frelsunarhersins
Allir skótar yvir 10 ár
møta mikukvøldið kl.
18.
íslandsfilmur um
Heimoy verður vístur.
Evangeliska
Røddin
Hvørt mánakvøld kl. 21
eru føroyskar útvarps-
sendingar úr Monte
Carlo á mb. 205 m (1466
kHz).
TIDIIMDABLADID mikudagin 22. januar 1975
Skar rútin burturúr
— tók fyri 25.000 kr.
Størri og meira professionel
innbrot enn vant í Føroyum,
sigur ákceruvaldið
í Føroya rætti varð ein 19
ára gamal drongur sein-
asta fríggjadag fongslaður
til 30. januar. Hann við-
gekk at hava brotið inn á
Skipasmiðjuni náttina
millum 30. og 31. januar í
fjør og hevði har tikið
umleið 17.000 krónur úr
einum pengaskápi. á skriv-
stovuni. í september mán-
að í fjør hevði hann eisini
brotið inn í H.N. Jacob-
sens bókhandil, har hann
hevði tikið gull- og silvur-
vørur fyri umleið 25.000
krónur.
Tað fyrra av hesum inn-
brotum hevði hann gjørt
saman við einum øðrum
dreingi, meðan hann segði
seg hava verið einsamallan
um innbrotið í H.N. Jac-
obsens bókhandli.
Eisini aðrar skuldseting-
ar vórðu settar fram ímóti
honum, og ákæruvaldið
kravdi hann fongslaðan i
14 dagar.
Hevði lykil til
skrivstovuna
Tann 19 ára gamli drong-
urin greiddi frá í rættin-
um, at hann sjálvur annar
varð farin inn á skrivstov-
una hjá Skipasmiðjuni.
Teir høvdu brotið ein rút í
úthurðini og vóru komnir
inn tann vegin. Teir læstu
seg inn á skrivstovuna,
men hann segði seg ikki
minnast, hvaðani teir
høvdu fingið lykil til skriv-
stovuna.
1 eini skriviborðsskuffu
funnu teir lykilin til penga-
skápið, og í skápinum
stóðu tvey pengaskrín.
Annað var ólæst, og í tí
lógu lyklar, so at teir fingu
opnað hitt skrínið, har
peningurin lá. Teir tóku
slakar 17.000 krónur.
Fjaldi peningin
í kjallaranum
Tá teir báðir dreingimir
vórðu tiknir av politinum
hósdagin tann 16. januar,
høvdu teir umleið 1.000
krónur uppi á sær hvør.
Annar drongurin varð lat-
in leysur aftur, meðan hin,
ið varð fongslaður segði, at
peningurin lá fjaldur í
kjallaranum hjá foreldrum
hansara. Hesin drongurin
er av bygd, men hevur ar-
beitt í Havn eina tíð. Ta
seinastu tíðina hevur hann
verið arbeiðsleysur. í kjall-
aranum vórðu 9.0000 krón-
ur funnar, og haraftrat
fann politiið eisini gull- og
silvurvørur.
í rættinum greiddi
drongurin frá, at hetta var
tað, sum hann hevði tikið
undir einum innbroti í
H.N. Jacobsens bókhandil
tann 26. september í fjør.
Hann segði, at hann hevði
verið einsamallur um hetta
innbrotið, og var farin inn
gjøgnum ein rút aftanfyri.
Hann hevði havt ein glas-
skerara, sum hann hevði
skorið rútin burturúr við,
og var soleiðis sloppin inn
og hevði tikið gull- og
silvurvørur, sum lógu í
einum glasskápi.
Hann segði, at alt tað,
sum hann hevði tikið undir
hesum innbroti, lá í kjall
aranum hjá foreldrum
hansara.
Dirkaði
hurðina upp
Glasskeraran, sum hann
hevði brúkt til innbrotið
hjá H.N. Jacobsen, hevði
hann eisini fingið við
einum innbroti í eina for-
rætning. Hann hevði dirk-
að bakdymar til forrættn-
ingina upp. Hann hevði
funnið ellivu glasskerarar
og tók teir allar. Endamál-
ið við hesum innbroti var
at fáa glasskerara, so hann
kundi sleppa inn í bók-
handilin á Vaglinum.
Tá drongurin varð tikin,
hevði hann eitt koyrikort
uppi á sær. Hann greiddi
frá, at sjálvur hevur hann
ikki koyrikort, men hann
hevði tikið tað í handska-
rúminum í einum ólæstum
bili stutt fyri jól.
Tók árabát
í Kollafirði
Saman við dreinginum,
sum hann breyt inn -á
Skipasmiðjuna saman við,
hevði hann eisini seinasta
summar einaferð tikið ein
bát í Kollafirði. Hetta var
ein árabátur, sum teir fóm
ein túr inn á Toftir við.
Hann segði, at teir gjørdu
hetta bara til stuttleikgr.
Báðir dreingimir vórðu
tiknir samstundis. í mapp-
uni, sum hin drongurin
hevði uppi á sær lá ein
váttan til tann fongslaða,
har ein bróður hansara
gevur honum fulltrú til at
loysa nakað øl út fyri seg.
Ákæruvaldið helt, at her
møguliga var talan um
dokumentfals, men drong-
urin noktaði seg sekan í
dokumentfalsi. Hann
greiddi frá, at tað var ein
annar, sum hevði skrivað
hetta, og at bróðir hans-
ara visti av tí.
Eisini eitt rúsdrekka-
kort var funnið, sum hann
ikki sjálvur átti, og hann
greiddi frá, at hetta komst
av, at hann stutt fyri jól
hevði loyst rúsdrekka út
fyri tann, sum kortið átti.
Eina slaka viku eftir, at
løgtingið hevði valt nýtt
landsstýri, helt tað sín
fyrsta fund. Orsøkin var,
at longu morgunin eftir, at
landsstýrið var valt, fór
Atli Dam løgmaður til
Bergen á fund um fiski-
skapin við Norðurnorra.
Hann kom aftur hóskvøld-
ið, og sama kvøld var
landsstýrisfundur.
Váttan
Síðani heimastýrislógin
kom í gildi, hava allir løg-
menn og landsstýrismenn
skrivað undir eina váttan á
fyrsta fundinum — allir
uttan ein. Tað var Louis
Zachariasen, sum var
sjúkur, tá landsstýrið helt
sín fyrsta fund í 1948.
Hann skrivaði tí ongantíð
undir.
Hósdagin skrivaðu løg-
maður og hinir fimm
landsstýrismenninir undir
hesa váttan:
«Áðrenn tikið verður við
embætinum, vátta vit
undirritaðu limir av lands-
stýrinum uppá æru og
trúgv, at vit vilja røkja tað
embæti, løgtingið sam-
svarandi lógunum um Før-
oya heimastýri, stýrisskip-
an Føroya í sermálum og
Kærdi til
landsrættin
Ákærarin segði, at inn-
brotini, sum her var talan
um, vórðu ógvuliga væl
fyriskipað, og her var
talan um óvanliga stór
virðir eftir føroyskum við-
urskiftum. Við tað at teir
roknaðu við, at hesin
drongurin møguliga hevði
okkurt við onnur innbrot
at gera, sum teir kanna,
hildu teir tað ikki vera
rætt at lata hann sleppa
leysan, og ti kravdi ákæru-
valdið, at hann varð
fongslaður fyri fjúrtan
dagar.
Føroya umboðsvald hevur
valt okkum til.»
Postverkið
samtykt
Á fundi sama kvøld sam-
tykti landsstýrið at yvir-
taka postverkið og taka
■ upp samráðingar við ríkis-
stjórnina um hetta mál
skjótast gjørligt, sam-
stundis sum farið verður
undir fyrireikingar her
heima. Tað frættist, at
landsstýrið hevur fingið
nakað av taltilfari til vega,
og at nú verður eitt yvirlit
gjørt yvir tann praktiska
týdningin av yvirtøkuni.
Landsstýrismenninir
hava ikki gjørt nakra end-
aliga avtalu sínámillum
um býtið av málsøkjunum,
men fyri fyrst verður tað
so, at Petur Reinert røkir
fiskivinnu- og kommunu-
mál, Finnbogi Isaksen
samferðslumál (uttan veg-
ir og havnir), skúlamál og
íbúðarmál, Jákup Linden-
skov sosialmál, ídnaðar-
mál og lógarmál, Demmus
Hentze figgjarmál og Dán-
jal Pauli Danielsen handil,
landbúnað, mentunarmál
og vegir og havnir.
Atli Dam hevur fyrisit-
ingina og uttanríkismál.
K (5
73 O
Klokkaragøta 19
3800 Tórshavn
TLF. 14849
«Uppá æru
og trúgv»