Tíðindablaðið - 22.01.1975, Blaðsíða 8
Síða 8
TIPINDABLAPID mikudagin 22. januar 1975
ÚTLENDSK
SJÓVINNA
íslendska
fiskivinnan
Tey fíggjarligu viður-
skiflini hjá íslendsku
fiskivinnuni vóru ikki
góð í fjør. Hetta er ser-
liga galdandi fyri trolar-
aflotan og frystivirkini,
sum partvíst hava havt
stórt undirskot. Ein av
orsøkunum er, at prísir-
nir lækkaðu. nógv á fisk-
asløgum, sum islending-
ar flyta út, serliga prís-
urin á flaki og fiska-
mjøli. Samstundis eru
lønirnar og aðrar út-
reiðslur øktar nógv, or-
sakað av tí óvanliga
stóru inflatiónini í Is-
landi. Og aftrat hesum
kemur so, at tær vørur,
sum íslendingar flyta inn
til fiskivinnuna, eru
dýrkaðar nógv, mest olj-
an. Tvey tey seinastu
árini hava íslendingar
fingið ein hóp av hekku-
trolarum, og tað hevur
ikki gingið so lætt at
fingið teir at borið seg
30. august skóru ís-
lendingar krónuvirðið
niður við 17%, og hetta
kom fiskivinnuni sum
heild væl við, men tað
økti um rakstrarútreiðsl-
umar hjá trolaraflotan-
um.
Nýggi íslendski fiski-
málaráðharrin, Mathias
Bjamason, sigur, at
fiskivinnan hevur størri
trupulleikar at dragast
við, enn hann hevði
hugsað sær. I einari frá-
greiðing frá fiskimála-
ráðnum verður sagt, at
fleiri virki eru insojvent.
Árið royndist
hampuligt
Tað gekk hampuliga væl
hjá norska langfaraflot-
anum í fjør. Sildaveiðan
minkaði nakað í nøgd,
men hetta varð mestsum
vunnið aftur gjøgnum
príshækkingar.
Møguleikamir fyri
toskaveiðu á fjarleiðum
em minni, av tí at lond-
ini hava samtykt ymisk-
ar veiðuavmeu-kingar.
M.a. er norska veiðan
undir Vesturgrønlandi
skerd so nógv-, at tað er
ikki meir enn tað loysir
seg hjá trolarunum at
fara hagar.
Kópaveiðan gav so
mikið i peningi, at menn
kunnu vera nøgdir, og
tað sama er at siga um
reyðuveiðuna undir
Vesturgrønlandi.
Prísfall á flaki uppá
eini 50% frá januar til
juli elvdi til stórar tmp-
ulleikar hjá flakatrolar-
unum, og tær trolfríu
leiðimar við Norðumorr-
a raka eisini henda part
av flotanum.
Norðmenn siga seg
annars rokna við, at olj-
uframleiðslan í Norðsjó-
num fer at hava stóra á-
virkan á fiskiskapin.
Vøkstur
Grønlendska toskaveið-
an vaks í fjør við 556
tonsum. Virkini hjá
Kongaliga Grønlendska
Handlinum tóku ímóti
2068 tonsum meira enn
árið fyri, meðan Godt-
háb Fiskeindustri og
fiskimenn hjá Nordafar
høvdu eina afturgpngd
uppá 1664 tons.
Tilsamans vaks tann
grønlendska toskaveiðan
við 4% í fjør.
Kvotan ikki
uppfiskað
Stjórin á norska hav-
rannsóknarstovninum,
Ole Johan Østvedt, sig-
ur, at støðan hjá Norð-
sjóarsildini er ógvuliga
álvarslig, og at mangt
bendir á, at tann saml-
aða kvotan uppá 494.000
tons, sum kunnu veiðast
í fyrra hálvári, verður
ikki uppfiskað. Lítil sild
hevur verið at fingið, og
sjálvt um langt er eftir
enn, til veiðutíðin er úti,
verður kvotan neyvan
útfylt, sigur hann.
Fiskifrøðingamir
høvdu mælt til, at kvot-
an skuldi vera minni enn
400.000 tons. Millum-
tjóða kanningamevndin
fyri Norðsjóarsild heldur
fund síðst í febmár, og
tástani verða hagtølini
tøk. Kortini er tað greitt
at skal Norðsjóarsildin
koma fyri seg aftur, so
má veiðan minkast meir-
a, sigur Ole Johan Øst-
vedt.
Kvotan varð ásett á
fundi í NEAFC í juli, og
stór ósemja ' var um,
hvussu nógv tey ein-
støku londini skuldu
hava loyvi at yeiða. Før-
oyingar fingu stívliga
40.000 tons. Norðmenn
hildu uppá tað uppskot,
sum fiskifrøðingamir
settu fram, meðan aðrir
— serliga danir — vildu
sleppa at veiða meira.
Nýggjur fundur um
kvotuna verður aftur í
mei ella juni, og tá fara
fiskifrøðingamir vænt-
andi at avmarka veiðuna
heilt munandi. Tað
frættist-, at danir em nú
meira hugaðir fyri einari
avmarking.
Undan kavi
Hetta skotska skipið,
sum sæst her á myndini,
sakk herfyri, eftir at
hava siglt á land, men
tað eydnaðist at fSa tíA
áftur upp á flot. Bjarg-
ingararbeiðið vardi í fýra
dagar. Bjargingarmenn-
inir bundu boyur til
iskipið. Tá hetta varð
gjørt var luft pumpa nið-
ur í boyumar, og tað var
skjótt at skipið lætti sær
á og kom undan kavi.
kn
Ferðast fyri
hálvan prís
frá februar
Senda gott 3.000 kort út
Fólkapensjonistar sleppa nú at ferðast fyri hálvan prís
við strandfaraskipunum hjá landinum
Skipanin um, at fólkapens-
jonistar skulu kunna ferð-
ast fyri hálvan prís við
ferðaskipunum hjá landin-
um, kemur í gildi í næsta
mánað. Tá verða kort send
út til hvønn einstakan
fólkapensjonist, og við at
vísa hesi kort fram sleppa
hesi fólk at sigla fyri hálv-
an prís. Skipanin er gald-
andi fyri fólk, sum hava
fylt 67 ár, og tey sum í
árinum fylla 67 koma at
fáa eitt slíkt kort sent, tá
tey fylla.
Ikki sunnudag
og fríggjadag
Kortini verða send oút í
febmar, og tey koma í gildi
beinanvegin.
Tað em tveir dagar í
vikuni, tá henda skipan
ikki er galdandi, tað er
fríggjadag og sunnudag.
Hetta eru teir dagamir, tá
mest ferðing er.
Tað vera gott 3.000 fólk,
sum koma undir hesa skip-
an, sum varð samtykt av tí
undanfarna landsstýrin-
um. Endamálið er at geva
fólkapensjonistum høvi til
at ferðast bíligari og at
spjaða ferðingina meira
yvir vikuna.
Henda skipan kemur at
vera galdandi fyri teir
somu fimm dagarnar í
vikuni altíð, eisini tá høg-
tíðir eru.
Tummas Arabo á
strandferðsluni sigur, at
hetta fer at føra við sær, at
talið av ferðafólki fer at
vaksa, men teir vænta
ikki, at hetta fer at fáa
nakra ávirkan á umsetn-
•ingin.
Vilja steðga
fremmandari
sildaveiðu
Krevja at sildin verður
bjargað undan týning
Seinasta mánadag skipaðu
skiparar á bretskum silda-
skipum fyri einum mót-
mæli, av tí at teir bera ótta
fyri, at teirra vinnumøgu-
leikar verða týndir. Teir
siga, at um ikki stjómin
skipa fyri tiltøkum at verja
sildina ímóti rovdrift frá
fremmandum sildaskipum,
so kunnu teir ikki leingi
aftrat halda fram at veiða
sild.
Nógv sildaskip vórðu
løgd henda dagin fyri at
manningin kundi t£ika lut i
mótmælinum, og luttakar-
ar komu til London bæði
úr Skotlandi, Hetlandi,
Hebridunum og Norðurír-
landi. Har vóru eisini um-
boð fyri sildakeyparamar.
I London høvdu mót-
mælismenninir ein_ fund
við bretskar tinglimir, og
her settu teir eisini fram
krav um, at stjómin flytir
bretska fiskimarkið út á 50
fjórðingar.
Ikki tíð
at bíða
Teir, sum veiða sild, hava
leingi verið misnøgdir og
funnist at stjórnini, tí hon
ger ov lítið fyri at varð-
veita sildastovnin. Teir
hava sagt, at undir altjóða
samráðingum um varð-
veiting av stovninum og
um kvotaskipanir vóra teir
við sviðið soð, og teir siga,
at útflyting av fiskimark-
inum er tað einasta, sum
kann bjarga sildini við
Hetland undan tí ovurfisk-
ing, sum nú fer fram, av ti
at útlendingar royna so
nógv har.
Umboðsmenn fyri stjór-
nina hava undir samráð-
ingum við fiskimenninar
roynt at fáa teir at bíða við
nøkrum tiltøkum, til ST-
havrættarstevnan er liðug
við sítt arbeiði, men svarið
frá fiskimonnunum hevur
verið, at tað kann fara at
vera ov drúgvt at bíða, og í
meðan verður ein óbóta-
ligur skaði gjørdur.
Teir skotsku fiskimenn-
inir siga, at tá íslendingar
hava flutt sítt fiskimark út
á 50 fjórðingar, so kann
Bretland eins væl gera tað
sama, og mótmæli í Lon-
don seinasta mánadag vís-
ir, at krav teirra er álvars-
liga meint.
h~
—I
■£>
'^OAev^