Tíðindablaðið - 22.01.1975, Side 8

Tíðindablaðið - 22.01.1975, Side 8
Síða 8 TIPINDABLAPID mikudagin 22. januar 1975 ÚTLENDSK SJÓVINNA íslendska fiskivinnan Tey fíggjarligu viður- skiflini hjá íslendsku fiskivinnuni vóru ikki góð í fjør. Hetta er ser- liga galdandi fyri trolar- aflotan og frystivirkini, sum partvíst hava havt stórt undirskot. Ein av orsøkunum er, at prísir- nir lækkaðu. nógv á fisk- asløgum, sum islending- ar flyta út, serliga prís- urin á flaki og fiska- mjøli. Samstundis eru lønirnar og aðrar út- reiðslur øktar nógv, or- sakað av tí óvanliga stóru inflatiónini í Is- landi. Og aftrat hesum kemur so, at tær vørur, sum íslendingar flyta inn til fiskivinnuna, eru dýrkaðar nógv, mest olj- an. Tvey tey seinastu árini hava íslendingar fingið ein hóp av hekku- trolarum, og tað hevur ikki gingið so lætt at fingið teir at borið seg 30. august skóru ís- lendingar krónuvirðið niður við 17%, og hetta kom fiskivinnuni sum heild væl við, men tað økti um rakstrarútreiðsl- umar hjá trolaraflotan- um. Nýggi íslendski fiski- málaráðharrin, Mathias Bjamason, sigur, at fiskivinnan hevur størri trupulleikar at dragast við, enn hann hevði hugsað sær. I einari frá- greiðing frá fiskimála- ráðnum verður sagt, at fleiri virki eru insojvent. Árið royndist hampuligt Tað gekk hampuliga væl hjá norska langfaraflot- anum í fjør. Sildaveiðan minkaði nakað í nøgd, men hetta varð mestsum vunnið aftur gjøgnum príshækkingar. Møguleikamir fyri toskaveiðu á fjarleiðum em minni, av tí at lond- ini hava samtykt ymisk- ar veiðuavmeu-kingar. M.a. er norska veiðan undir Vesturgrønlandi skerd so nógv-, at tað er ikki meir enn tað loysir seg hjá trolarunum at fara hagar. Kópaveiðan gav so mikið i peningi, at menn kunnu vera nøgdir, og tað sama er at siga um reyðuveiðuna undir Vesturgrønlandi. Prísfall á flaki uppá eini 50% frá januar til juli elvdi til stórar tmp- ulleikar hjá flakatrolar- unum, og tær trolfríu leiðimar við Norðumorr- a raka eisini henda part av flotanum. Norðmenn siga seg annars rokna við, at olj- uframleiðslan í Norðsjó- num fer at hava stóra á- virkan á fiskiskapin. Vøkstur Grønlendska toskaveið- an vaks í fjør við 556 tonsum. Virkini hjá Kongaliga Grønlendska Handlinum tóku ímóti 2068 tonsum meira enn árið fyri, meðan Godt- háb Fiskeindustri og fiskimenn hjá Nordafar høvdu eina afturgpngd uppá 1664 tons. Tilsamans vaks tann grønlendska toskaveiðan við 4% í fjør. Kvotan ikki uppfiskað Stjórin á norska hav- rannsóknarstovninum, Ole Johan Østvedt, sig- ur, at støðan hjá Norð- sjóarsildini er ógvuliga álvarslig, og at mangt bendir á, at tann saml- aða kvotan uppá 494.000 tons, sum kunnu veiðast í fyrra hálvári, verður ikki uppfiskað. Lítil sild hevur verið at fingið, og sjálvt um langt er eftir enn, til veiðutíðin er úti, verður kvotan neyvan útfylt, sigur hann. Fiskifrøðingamir høvdu mælt til, at kvot- an skuldi vera minni enn 400.000 tons. Millum- tjóða kanningamevndin fyri Norðsjóarsild heldur fund síðst í febmár, og tástani verða hagtølini tøk. Kortini er tað greitt at skal Norðsjóarsildin koma fyri seg aftur, so má veiðan minkast meir- a, sigur Ole Johan Øst- vedt. Kvotan varð ásett á fundi í NEAFC í juli, og stór ósemja ' var um, hvussu nógv tey ein- støku londini skuldu hava loyvi at yeiða. Før- oyingar fingu stívliga 40.000 tons. Norðmenn hildu uppá tað uppskot, sum fiskifrøðingamir settu fram, meðan aðrir — serliga danir — vildu sleppa at veiða meira. Nýggjur fundur um kvotuna verður aftur í mei ella juni, og tá fara fiskifrøðingamir vænt- andi at avmarka veiðuna heilt munandi. Tað frættist-, at danir em nú meira hugaðir fyri einari avmarking. Undan kavi Hetta skotska skipið, sum sæst her á myndini, sakk herfyri, eftir at hava siglt á land, men tað eydnaðist at fSa tíA áftur upp á flot. Bjarg- ingararbeiðið vardi í fýra dagar. Bjargingarmenn- inir bundu boyur til iskipið. Tá hetta varð gjørt var luft pumpa nið- ur í boyumar, og tað var skjótt at skipið lætti sær á og kom undan kavi. kn Ferðast fyri hálvan prís frá februar Senda gott 3.000 kort út Fólkapensjonistar sleppa nú at ferðast fyri hálvan prís við strandfaraskipunum hjá landinum Skipanin um, at fólkapens- jonistar skulu kunna ferð- ast fyri hálvan prís við ferðaskipunum hjá landin- um, kemur í gildi í næsta mánað. Tá verða kort send út til hvønn einstakan fólkapensjonist, og við at vísa hesi kort fram sleppa hesi fólk at sigla fyri hálv- an prís. Skipanin er gald- andi fyri fólk, sum hava fylt 67 ár, og tey sum í árinum fylla 67 koma at fáa eitt slíkt kort sent, tá tey fylla. Ikki sunnudag og fríggjadag Kortini verða send oút í febmar, og tey koma í gildi beinanvegin. Tað em tveir dagar í vikuni, tá henda skipan ikki er galdandi, tað er fríggjadag og sunnudag. Hetta eru teir dagamir, tá mest ferðing er. Tað vera gott 3.000 fólk, sum koma undir hesa skip- an, sum varð samtykt av tí undanfarna landsstýrin- um. Endamálið er at geva fólkapensjonistum høvi til at ferðast bíligari og at spjaða ferðingina meira yvir vikuna. Henda skipan kemur at vera galdandi fyri teir somu fimm dagarnar í vikuni altíð, eisini tá høg- tíðir eru. Tummas Arabo á strandferðsluni sigur, at hetta fer at føra við sær, at talið av ferðafólki fer at vaksa, men teir vænta ikki, at hetta fer at fáa nakra ávirkan á umsetn- •ingin. Vilja steðga fremmandari sildaveiðu Krevja at sildin verður bjargað undan týning Seinasta mánadag skipaðu skiparar á bretskum silda- skipum fyri einum mót- mæli, av tí at teir bera ótta fyri, at teirra vinnumøgu- leikar verða týndir. Teir siga, at um ikki stjómin skipa fyri tiltøkum at verja sildina ímóti rovdrift frá fremmandum sildaskipum, so kunnu teir ikki leingi aftrat halda fram at veiða sild. Nógv sildaskip vórðu løgd henda dagin fyri at manningin kundi t£ika lut i mótmælinum, og luttakar- ar komu til London bæði úr Skotlandi, Hetlandi, Hebridunum og Norðurír- landi. Har vóru eisini um- boð fyri sildakeyparamar. I London høvdu mót- mælismenninir ein_ fund við bretskar tinglimir, og her settu teir eisini fram krav um, at stjómin flytir bretska fiskimarkið út á 50 fjórðingar. Ikki tíð at bíða Teir, sum veiða sild, hava leingi verið misnøgdir og funnist at stjórnini, tí hon ger ov lítið fyri at varð- veita sildastovnin. Teir hava sagt, at undir altjóða samráðingum um varð- veiting av stovninum og um kvotaskipanir vóra teir við sviðið soð, og teir siga, at útflyting av fiskimark- inum er tað einasta, sum kann bjarga sildini við Hetland undan tí ovurfisk- ing, sum nú fer fram, av ti at útlendingar royna so nógv har. Umboðsmenn fyri stjór- nina hava undir samráð- ingum við fiskimenninar roynt at fáa teir at bíða við nøkrum tiltøkum, til ST- havrættarstevnan er liðug við sítt arbeiði, men svarið frá fiskimonnunum hevur verið, at tað kann fara at vera ov drúgvt at bíða, og í meðan verður ein óbóta- ligur skaði gjørdur. Teir skotsku fiskimenn- inir siga, at tá íslendingar hava flutt sítt fiskimark út á 50 fjórðingar, so kann Bretland eins væl gera tað sama, og mótmæli í Lon- don seinasta mánadag vís- ir, at krav teirra er álvars- liga meint. h~ —I ■£> '^OAev^

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.