Tíðindablaðið - 22.01.1975, Blaðsíða 5
TÍÐINDABLAPIÐ mikudagin 22. januar 1975
£jða 5
Skulu fyrst arbeiða
við at loysa
núverandi kreppuna
Meginfelag Útroðrarmanna
umboðar 1658 limir
Meginfelagið fyri útróðrar-
menn, sum varð stovnað á
fundi i Havn seinasta
leygardag, hevur sett eina
starvsnevnd, ið hevur havt
ein orienterandi fund við
landsstýrið um støðuna
hjá útróðrarbátunum.
í starvsnevndini sita
tríggir mans. Teir eru
Adolf V. Hansen úr Havn,
Poul Adrian Andreasen úr
Klaksvik og Páll Tummas-
arson av Tvøroyri.
í nevndini fyri meginfel-
agið situr ein umboðsmað-
ur fyri hvørt av teimum 16
útróðrarfeløgunum, sum
eru umboðað í meginfelag-
num. Formaður í felagnum
er Adolf V. Hansen úr
Havn, og varaformenn eru
Poul Adrian Andreasen og
Álvur Zachariasen úr
Klaksvík.
Skulu bøta
um korini
í teimum 16 feløgunum,
sum eru umboðað í megin-
felagnum, eru tilsamans
1658 limir, og hetta er eitt
væl størri limatal, enn
stovnararnir høvdu roknað
við.
Nógv av hesum feløgum
eru so mikið nýggj, at
roknast kann við fleiri
limum aftrat. Hetta eru
ikki alt menn, sum alt árið
rógva út; nógvir av teim-
um rógva út ein part av
árinum og hava eisini
annað arbeiði aðrar tíðir.
Endamálið hjá meginfel-
agnum er at virka fyri, at
gera livilíkindini hjá út-
róðrarmonnunum so góð
sum gjørligt og at arbeiða
fram ímóti, at útróðrar-
menninir skulu vera líka
væl løntir, sum teir ringast
løntu uppi á landi.
Aðalfundurin hevur á-
lagt nevndini fyrst at virka
fyri at loysa ta núverandi
kreppuna, sum útróðurin
er i og í øðrum umfari at
virka fyri at bøta um kor-
ini hjá útróðrarmonnunum
i framtíðini.
Støðan nógv
versnað
Formaðurin í felagnum
Adolf V. Hansen sigur, at
støðan hjá útróðrarmonn-
unum er ógvuliga nógv
versnað ta seinastu tíðina.
Verður roknað út frá teim-
um ráfiskaprísum, sum
vóru galdandi 18. desem-
ber í 1974 og lønimar hjá
útróðrarmonnunum og ar-
beiðsmonnunum verða
samanbornar, so er lønin
hjá útróðrarmanninum
fallin við 27 prosentum í
mun til lønimar hjá hesum
báðum somu bólkum í
1965. Fyri snelluveiðu-
menninar verður eitt til-
svarandi fall uppá 83 pro-
sent.
- Heldur tú minstalønin
til útróðrarmenn er loysn-
in?
- Minstaløn kann hava
sínar trupulleikar, men
hon kann praktiserast, sig-
ur Adolf V. Hansen og
skoytir uppí, at sum er, er
útróðrarmaðurin ógvuliga
illa fyri í dag sosialt sæð.
Eitt av teimum fyrsto málunum, sum landsstýrið kemurat taka
støðu til, er hvat ið gerast skal fyri at bøta um korini hjá út-
róðrinum. Her síggjast útróðrarbátar við bryggju í Klaksvík
Málið hevur
skund, men
má kannast
til botns
- sigur landsstýrismaðurin
í fiskivinnumálum
Landsstýrismaðurin, sum
hevur við fiskivinnumál at
gera sigur, at í løtuni kann
hann ikki siga, hvussu
málið verður loyst. Tað
verður nú kannað, og hann
roynir at fáa alt tilfar til
vega um útróðurin.
- Vit vilja kanna um-
støðurnar hjá øllum út-
róðrarbátum líka frá opn-
um bátum og til okkara
størstu útróðrarfør. Tað
kom nakað væl av tilfari'
fram undir løgtingsvið-
gerðini um minstuløn til
útróðrarmenn, men tað
finst ikki so ógvuliga nógv
hagfrøðisligt tilfar um út-
róðurin, og tað tilfarið,
sum tá kom fram, gongur
ikki longur enn fram til
árið 1972, sigur Petur
Reinert.
- Eg meti, at tað er ógv-
uliga týdningarmikið at
fáa at vita, hvussu tann
seinasta tíðin hevur roynst
fyri tær ymsu støddimar
av útróðrarbátum.
Má kannast
til botns
- Hvat sigur tú um upp-
skotið um minstuløn til
útróðrarmenn?
- Eg eri í løtuni púra
opin fyri øllum uppskotum
um loysn av hesum spurn-
ingi, og vit mugu firina
eina loysn, men enn dugi
eg ikki at siga, hvat svar
landsstýrið fer at hava til
hesa álvarsligu støðu. Mín
metan er, at málið má
kannast til botns, og tað
má taka eina tíð, hóast eg
eri fullvæl greiður yvir, at
málið hevur skund, tí út-
róðurin hevur so stóran
týdning fyri okkum, bæði
fyri teir, sum rógva út og
fyri fólk, sum býr á landi.
- Kann tað hugsast, at
man vil geva útróðrar-
monnunum meira við at
taka burturav partinum
hjá flakavirkjunum?
- Nú kenni eg ikki støð-
una hjá øllum virkjunum,
men at døma eftir teimum,
sum eg havi tosað við,
skilji eg, at tað er ikki
nøkur blómandi forræting
í dag'at fáast við fiskavirk-
ing uppi á landi, sigur
Petur Reinert.
Kvinnuárið
Bokassa forseti í Mið-
afrika Lýðveldinum
hevur tikið tað i álvara,
tá ST hevur samtykt at
gera 1975 til alheims
kvinnuárið. Hann hev-
ur sett Elysabeth Dom-
initien til fyrsta kvinn-
uliga forsætisráðharra í
landinum — og tann
fyrsta í øllum Afrika. I
stjórnini, sum hevur 18
fólk, eru eisini komnir
tveir aðrir kvinnuligir
ráðharrar.
Ger klárt til
nýggjan túr
Hans Erik ger klárt at
fara nýggjan saltfiska-
túr. Hann fer væntandi
um mánaðarskiftið.
Jógvan S og Kvik skulu
eisini á saltfiskaveiðu.
Teir fáa báðir nýggjan
ljósmotor og fara nakað
seinni enn Hans Erik.
Væntandi fara teir til
Nýfundlands.
Pison er á ísfiska-
veiðu. Hann roynir
undir Føroyum. Teir
fóru av Klaksvík 12.
januar, men hava síðani
verið inni og krokað í
tríggjar dagar.
45 tons
Mánadagin frættist frá
Sundabergi og Sjúrðar-
bergi. Teir høvdu roynt
í eina viku og høvdu
fiskað 45 tons hvør.
Teir royna har norðuri í
Flógvanum við Comer
Brook. Teir høvdu havt
gott veður, men tá tað
frættist frá teimum
søgdu teir, at tað var
blivið kaldari í veðrin-
um.
Norðaldan
Ætlanin er, at Norð-
aldan skal nýggjan túr
tann 30 í hesum. Hon
hevur verið á beding í
Klaksvík og kom av
aftur mánadagin.
Útróður
Leygardagin kom væl
av fiski upp á land á
Kósavirkinum í Klaks-
vík. Ámabúgvin hevði
8.300 pund, Háenni
8.500, Hvíthamar 4.200
Nevið Reyða 5.600,
Oyggjarmúli 7,700,
Royndin Fríða 9.000,
Skorhamar 9.900, og
Hvíthamar, sum fór av-
stað aftur leygardagin,
hevði 2.000 pund tann
seinna túrin.
Mánadagin var nak-
að minni fiskiskapur:
Ámabúgvin 6.200, Há-
enni 3.400, Nestangi
3.400, Royndin Fríða
5.800, Nevið Reyða
5.000, Morgunroðin
2.400, Oyggjarmúli
3.100 og Skorhamar
5.800 pund.
Svimjifelag
■ í tí nýggju svimjihøllini
í Klaksvík verður dúg-
TÍÐINDI
ÚR
NORÐOYUM
liga svomið, og herfyri
varð eisini svimjifelag
stovnað í bygdini. Fel-
agið fekk navnið Ægir.
I nevndina vórðu vald-
ir: Jógván-Ellingsgaard
Jóannes Klein, Helgi
Laksáfoss, Magnus
Mikkelsen og Poul
Nolsøe. Á stovnandi
fundinum vóm eini
hálvtannaðhundrað
fólk.
Fótbóltur
Leygardagin og sunnu-
dagin verður innandur-
akapping í fótbólti í í-
tróttarhøllini í Klaks-
vík. Tilsamans luttaka
16 lið úr øllum meist-
aradeildunum.
Frostvirkið
Bátarnir, sum hava av-
reitt til flakavirkið í
Norðdepli, komu leyg-
ardagin upp í 6.500
pund. Mánanáttina
settu teir stutt, og
høvdu upp í 4.600
pund. Mánakvøldið fór-
u teir ikki av stað aftur.
Ein opin bátur avreiddi
2.000 pund í gjára-
morgunin. U mf ramt
Sundaenni, sum hevði
eina setu norðanfyri 0g
avreiddi 6.300 pund,
em tað fyra bátar, sum
hava avreitt í Norðdepli
hesar dagarnar; fyrstu
ferð teir fóm til útróðr-
ar í ár var seinasta
fríggjakvøld.
Sundaenni hevur ver-
ið vestanfyri í eina góða
viku. Teir sigldu inn
vesturi í Vágum og av-
reiddu hvørt kvøld, og
fiskaðu 58.000 pund til-
samans.
Leygardagin avreidd-
u fýra bátar til Dáva-
virkið. Tveir høvdu
8.000 pund, ein hevði
6.500 og ein 4.500.
Mánadagin avreiddu
tveir 6.500 og 2.500
pund.
Undan íslandi
Borgarin og Jákup B
em komnir undan ís-
landi við hvør sínum
150.000 pundum. Borg-
arin avreiðir til Dáva-
virkið.
Klakkur kemur
seinni í vikuni og Polar-
stjøman í næstu viku.
Tað hevur ikki viðrað
væl hjá bátunum, sum
hava roynt undir ís-
landi. Teir hava mist
fleiri fiskidagar fyri
veður.