Tíðindablaðið - 22.01.1975, Blaðsíða 7
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 22. januar 1975
Síða 7
Vit kunnu økja
lodnuveiðuna
á fjarleiðunum
Tey seinastu árini eru møguleikar
okkara at veiða á fjarleiðunum — við
amerikansku eysturstrondina, Vestur-
grønland og Norðurnorra — vorðnir
skerdir. Londini hava samtykt fleiri av-
markingar. Men tað er møguligt, at vit
kundu økt veiðuna av øðrum fiskasløg-
um, skrivar fiskifrøðingurin Kjartan
Hoydal í frágreiðing síni um fiskiskap
okkara.
Umframt á hesum leiðum fæst lodna eisini við Ný
Fundland
SJÓNLEIKUR
Væleydnað
framførsla
Veiðutølini fyri seinasta ár
eru ikki tøk enn, men tølini
fyri lð73 visa, at tá veiddu
føroyingar tilsamans
16.980 tons við amerik-
ansku eysturstrondina.
Tað mesta av hesum —
útivið 8.000 tons — varð
fingið á Flemische Cape,
3.500 tons við Cape Breton
og 2.500 tons við Suður-
labrador og Ný Fundland.
Næsta ár missa vit tey
rættindi, vit hava i St.
Lawrence- flógvanum.
Full nýtsla
Tvey tey seinastu árini
hava stórar avmarkingar
verið gjørdar fyri at verja
stovnin, men avmarking-
arnar hava ikki beinleiðis
rakt føroyingar. Seinasta
ár høvdu vit loyvi at veiða
25.150 tons, og hetta er
væl meira, enn vit fiskaðu.
í tvey ár var óvanliga
nógvur ísur við Labrador
og Ný Fundland, og hetta
var ein verja fyri toska-
stovnin.
1 1971 varð ein kanning
gjørd av fiskiskapinum við
amerikansku eystur-
VEIIIA DKKARA
OG MOGULEIKAR
strondina. Hon vísti, at
tað verður veitt so nógvur
toskur, sum tað er gjørligt
at veiða, og at orkan hjá
skipunum var 40% ov
stór, t.v.s. tað kundi fing-
ist tað sama burturúr,
sjálvt um royndimar
minkaðu 40 %.
Saltfiskatrolaramir
plaga vanliga at fara ein
túr til Ný Fundlands beint
eftir nýggjár, meðan flaka-
trolararnir ikki hava roynt
har vesturi, tí tað er so
nógvur ormur í fiskinum,
serliga inni í St. Lawrence-
flógvanum. Aftrat trolar-
unum hava 5 stór linuskip
og einstøk smærri roynt á
Flemische Cape.
Hemari og
svartkalvi
Við teimum núverandi av-
markingunum em góðir
møguleikar at halda fram
við fiskiskapinum við am-
erikansku eystmstrond-
ina. Tó kemur tað at
merkjast, at St. Lawrence-
flógvin verður stongdur.
Fyri nøkmm ámm síð-
ani royndu føroyingar eftir
hemara har vesturi, men
hesin fiskiskapur helt upp-
at orsakað av sølutmpul-
leikum. í 1973 royndu tvey
skip eftir hemara, og tey
veiddu 269 tons.
Við Norðurlabrador og
Baffins Land hevur eisini
verið roynt eftir svart-
kalva. í 1973 veiddu skip-
ini tilsamans 949 tons.
Svartkalvin er nú kvoter-
aður, men tað er neyvan
hetta, sum ger, at veiða
okkara ikki er økt, sigur
Kjartan Hoydal.
Óbrukt
Veiðan av næstan øllum
fiskasløgum við amerik-
ansku eysturstrondina er
nú avmarkað, og tað forð-
ar fyri, at vit kunnu økja
veiðuna har stórvegis. Tey
føroysku skipini fáa ymisk
onnur fiskasløg enn tosk,
m.a. kongafisk, men onki
av hesum verður brúkt.
Tað eru møguleikar fyri
at økja um lodnuveiðuna,
tí hesin stovnur er sterkur.
Norðmenn hava havt
royndir, har 4—9 trolarar
hava avreitt til móðurskip.
1 1973 fingu norðmenn
41.293 tons í juni og juli.
Trolararnir fingu 150 til
200 tons hvør um dagin.
Russar hava tey sein-
astu árini roynt við botn-
troli á djúpum vatni eftir
langasporli. Teir hava í
miðal fingið 20.000 tons
um árið. Veiðan av langa-
sporli varð í fjør avmarkað
til 30.000 tons.
Hvørvur toskurin
í Grønlandi?
Tað er ikki vist, at nakar
toskur fæst undir Grøn-
landi um nøkur ár. Hesin
toskur heldur til í útjaðar-
anum av tí leið, har tosk-
urin livir, og hann tolir tí
ikki stórar broytingar í
hitaviðurskiftunum.
Gjøgnum tíðina hevur
veiðan av toski undir
Grønlandi roynst ójøvn.
Teir kønu halda, at áðrenn
langt um líður verður ov
kalt í Grønlandi til, at
toskurin kann liva har.
Tað hevur verið nógv
roynt eftir toski har, og
stovnurin er tí lítil í løtuni.
I 1973 fingu føroysk skip
4.472 tons av toski undir
Vesturgrønlandi.
Vit hava loyvi at veiða
12.000 tons, og møguliga
fer veiða okkara at økjast.
Tey seinastu árini hevur
tað bert gingið hinvegin —
trolararnir hava roynt lít-
ið, og útróðurin frá støðum
á landi er minkaður burtur
í onki.
Laksafiskiskapurin
heldur uppat við árslok,
men tað finst væl av reyð-
um, og kanska kann henda
veiðan økjast. Skipini
fingu 1371 tons av reyðum
i 1973. Møguliga kann
nakað veiðast av langa-
sporli eisini.
Avmarking
Á einum fundi í Bergen
fyri nøkrum døgum síðani
varð avgjørt at avmarka
toskaveiðuna við Norður-
norra. Føroyingar hava
loyvi at veiða 11.000 tons,
og hetta skuldi verið iva-
leyst við tí veiðu, vit nú
Framhald á bls. 9
í fimleikarhøllini í
Fuglafirði framførdu
næmingar seinasta
fríggjakvøld sang,
hornblástur og sjónleik
fyri fólki.
Næmingar úr fram-
haldsdeildini undir
leiðslu av Herluf Bertel-
sen sungu vakurt, við
góðum klangi og við
sikrari tónaføring før-
oyskar og útlendskar
sangir. Helst mundi tú
leggja merki til The
Specious Firmament av
Haydn, sum Eyðun á
Lakjuni (2 real) so
meistarliga leikti undir
á piano — uttan nótar
Arnold Abrahamsen
leiddi hornblásturin við
manning úr 7. flokki og
framhaldsdeildini. Tað
er ikki lætt at meta um,
hvat er gjørt av miðvís-
um arbeiði og skilagóð-
ari venjing, tá ið hesi
ungu fólkini kundu fáa
so vakran tóna úr horn-
unum og so væl sam-
ansjóðað spæl ein eina
klangfylta eind.
Høvuðsevnið á
kvøldinum var barna-
kikurin Rósa-lútla,
sum næmingar úr 7.
flokki framførdu, og
sum Maud Heinesen
hevur skrivað. Ikki
hevði tú trúð tí, um tú
ikki sást og hoyrdi
sjálvur, so nátúrliga og
sáttliga alt varð fram-
borið, sum vóru tey
fulllærdir sjónleikarar.
Tað var ikki høllur á.
Illa ber til at taka nakr-
an fram um annan, tí
tey leiktu øll so væl,
men drotningin (Pálin
Juul) og kongurin (Øss-
ur Mohr) vóru frálík, og
ikki at gloyma ta fram-
úrskarandi sangrøddina
(Sóley Hansen).
Takk skal Signar
Hansen hava, at hann
hevur gjørt sær so stór-
an ómak og lagt so væl
til rættis, at hann hev-
ur fingið hesar ungu
næmingar at fáa so full-
fíggjaðan leik burturúr.
Alt samantikið: Ein
frálík framførsla. Vón-
andi gongur ikki ov
long tíð, til vit síggja
og hoyra tykkum aftur.
Fuglfirðingur
Sjónleikur
leygarkvøldið
í sjpnleikarhúsinum í
Havn byrjar framførsl-
an av tveimum stuttum
leikum leygarkvøldið.
Leikimir em Jákup
Sibbi, sum Hans Dals-
I gaard hevur skrivað og
Ánanias eftir Jøkull
Jacobsen.
í leikinum Jákup
Sibbi em 11 leikarar.
Hesin leikur hevur ofta
verið framførdur víða
um í Føroyum. I fjør
1 varð hann leiktur úti i
Nólsoy, men hesaferð er
gjørd ein roynd at flyta
temaið í honum og gera
hann meira nærverand-
j i, so hann fær ein
brodd, sigur Eyðun Jo-
j hannesen, sum er leik-
: stjóri fyri báðum leik-
unum. í Jákup Sibba
eru 11 leikarar. Høv-
uðsleiklutirnar hava Oli
Kurt Hansen og Magna
í Stórustovu. Hinir
leikararnir em Gunnvør
Jensen, Árni Joensen.
ÍRegin Skarðhamar, Egi
Dam, Jákup Olsen,
Dánjal Jákup Jørgen-
sen, Guðny Eikholm,
Sigmn Danielsen og
Elsa Samuelsen.
Hin leikurin, Ánani-
as, er skrivaður av
sama høvundi, sum
hevur skrivað sjónleik-
HMngnnaRaBnHHi
in Hart í bak, sum ís-
lendingar vóm í Føroy-
um og framførdu fyri
nøkrum ámm síðani.
Ánanias hevjur eisini
verið í útvarpinum sum
útvarpsleikur, og høv-
uðsleikaramir em teir
somu sum tá: Oskar
Hermansson og Jó-
hanna Maria Djurhuus.
Hesin leikurin varar i
umleið 40 minuttir, og
tilsamans er leiktíðin
fyri báðar leikirnar um-
leið tveir tímar.
Farið varð undir
venjingarnar um miðj-
an desember. Leik-
myndirnar hevur Eyð-
un Johannesen gjørt.
Eyðun Johannesen
sigur, at hesir báðir
leikirnir eru vælegnaðir
at fara út at ferðast við.
Venjingar
Hesa tiðina plaga nógv-
ir sjónleikir at verða
spældir, og tað verður
eisini vant ymsastaðni.
í K'.aksvík em teir um
at fara í gongd við
venjingar, og á Tvør-
oyri eru teir byrjaðir at
venja lei .in Menn og
Vápn, sum Mannbjørn
Mortensen hevur um-
sett eftir Bernhard
Shaw. Á Oyrabakka er
eisini farið undir venj-
ingar av einum leiki.