Tíðindablaðið - 22.01.1975, Page 7

Tíðindablaðið - 22.01.1975, Page 7
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 22. januar 1975 Síða 7 Vit kunnu økja lodnuveiðuna á fjarleiðunum Tey seinastu árini eru møguleikar okkara at veiða á fjarleiðunum — við amerikansku eysturstrondina, Vestur- grønland og Norðurnorra — vorðnir skerdir. Londini hava samtykt fleiri av- markingar. Men tað er møguligt, at vit kundu økt veiðuna av øðrum fiskasløg- um, skrivar fiskifrøðingurin Kjartan Hoydal í frágreiðing síni um fiskiskap okkara. Umframt á hesum leiðum fæst lodna eisini við Ný Fundland SJÓNLEIKUR Væleydnað framførsla Veiðutølini fyri seinasta ár eru ikki tøk enn, men tølini fyri lð73 visa, at tá veiddu føroyingar tilsamans 16.980 tons við amerik- ansku eysturstrondina. Tað mesta av hesum — útivið 8.000 tons — varð fingið á Flemische Cape, 3.500 tons við Cape Breton og 2.500 tons við Suður- labrador og Ný Fundland. Næsta ár missa vit tey rættindi, vit hava i St. Lawrence- flógvanum. Full nýtsla Tvey tey seinastu árini hava stórar avmarkingar verið gjørdar fyri at verja stovnin, men avmarking- arnar hava ikki beinleiðis rakt føroyingar. Seinasta ár høvdu vit loyvi at veiða 25.150 tons, og hetta er væl meira, enn vit fiskaðu. í tvey ár var óvanliga nógvur ísur við Labrador og Ný Fundland, og hetta var ein verja fyri toska- stovnin. 1 1971 varð ein kanning gjørd av fiskiskapinum við amerikansku eystur- VEIIIA DKKARA OG MOGULEIKAR strondina. Hon vísti, at tað verður veitt so nógvur toskur, sum tað er gjørligt at veiða, og at orkan hjá skipunum var 40% ov stór, t.v.s. tað kundi fing- ist tað sama burturúr, sjálvt um royndimar minkaðu 40 %. Saltfiskatrolaramir plaga vanliga at fara ein túr til Ný Fundlands beint eftir nýggjár, meðan flaka- trolararnir ikki hava roynt har vesturi, tí tað er so nógvur ormur í fiskinum, serliga inni í St. Lawrence- flógvanum. Aftrat trolar- unum hava 5 stór linuskip og einstøk smærri roynt á Flemische Cape. Hemari og svartkalvi Við teimum núverandi av- markingunum em góðir møguleikar at halda fram við fiskiskapinum við am- erikansku eystmstrond- ina. Tó kemur tað at merkjast, at St. Lawrence- flógvin verður stongdur. Fyri nøkmm ámm síð- ani royndu føroyingar eftir hemara har vesturi, men hesin fiskiskapur helt upp- at orsakað av sølutmpul- leikum. í 1973 royndu tvey skip eftir hemara, og tey veiddu 269 tons. Við Norðurlabrador og Baffins Land hevur eisini verið roynt eftir svart- kalva. í 1973 veiddu skip- ini tilsamans 949 tons. Svartkalvin er nú kvoter- aður, men tað er neyvan hetta, sum ger, at veiða okkara ikki er økt, sigur Kjartan Hoydal. Óbrukt Veiðan av næstan øllum fiskasløgum við amerik- ansku eysturstrondina er nú avmarkað, og tað forð- ar fyri, at vit kunnu økja veiðuna har stórvegis. Tey føroysku skipini fáa ymisk onnur fiskasløg enn tosk, m.a. kongafisk, men onki av hesum verður brúkt. Tað eru møguleikar fyri at økja um lodnuveiðuna, tí hesin stovnur er sterkur. Norðmenn hava havt royndir, har 4—9 trolarar hava avreitt til móðurskip. 1 1973 fingu norðmenn 41.293 tons í juni og juli. Trolararnir fingu 150 til 200 tons hvør um dagin. Russar hava tey sein- astu árini roynt við botn- troli á djúpum vatni eftir langasporli. Teir hava í miðal fingið 20.000 tons um árið. Veiðan av langa- sporli varð í fjør avmarkað til 30.000 tons. Hvørvur toskurin í Grønlandi? Tað er ikki vist, at nakar toskur fæst undir Grøn- landi um nøkur ár. Hesin toskur heldur til í útjaðar- anum av tí leið, har tosk- urin livir, og hann tolir tí ikki stórar broytingar í hitaviðurskiftunum. Gjøgnum tíðina hevur veiðan av toski undir Grønlandi roynst ójøvn. Teir kønu halda, at áðrenn langt um líður verður ov kalt í Grønlandi til, at toskurin kann liva har. Tað hevur verið nógv roynt eftir toski har, og stovnurin er tí lítil í løtuni. I 1973 fingu føroysk skip 4.472 tons av toski undir Vesturgrønlandi. Vit hava loyvi at veiða 12.000 tons, og møguliga fer veiða okkara at økjast. Tey seinastu árini hevur tað bert gingið hinvegin — trolararnir hava roynt lít- ið, og útróðurin frá støðum á landi er minkaður burtur í onki. Laksafiskiskapurin heldur uppat við árslok, men tað finst væl av reyð- um, og kanska kann henda veiðan økjast. Skipini fingu 1371 tons av reyðum i 1973. Møguliga kann nakað veiðast av langa- sporli eisini. Avmarking Á einum fundi í Bergen fyri nøkrum døgum síðani varð avgjørt at avmarka toskaveiðuna við Norður- norra. Føroyingar hava loyvi at veiða 11.000 tons, og hetta skuldi verið iva- leyst við tí veiðu, vit nú Framhald á bls. 9 í fimleikarhøllini í Fuglafirði framførdu næmingar seinasta fríggjakvøld sang, hornblástur og sjónleik fyri fólki. Næmingar úr fram- haldsdeildini undir leiðslu av Herluf Bertel- sen sungu vakurt, við góðum klangi og við sikrari tónaføring før- oyskar og útlendskar sangir. Helst mundi tú leggja merki til The Specious Firmament av Haydn, sum Eyðun á Lakjuni (2 real) so meistarliga leikti undir á piano — uttan nótar Arnold Abrahamsen leiddi hornblásturin við manning úr 7. flokki og framhaldsdeildini. Tað er ikki lætt at meta um, hvat er gjørt av miðvís- um arbeiði og skilagóð- ari venjing, tá ið hesi ungu fólkini kundu fáa so vakran tóna úr horn- unum og so væl sam- ansjóðað spæl ein eina klangfylta eind. Høvuðsevnið á kvøldinum var barna- kikurin Rósa-lútla, sum næmingar úr 7. flokki framførdu, og sum Maud Heinesen hevur skrivað. Ikki hevði tú trúð tí, um tú ikki sást og hoyrdi sjálvur, so nátúrliga og sáttliga alt varð fram- borið, sum vóru tey fulllærdir sjónleikarar. Tað var ikki høllur á. Illa ber til at taka nakr- an fram um annan, tí tey leiktu øll so væl, men drotningin (Pálin Juul) og kongurin (Øss- ur Mohr) vóru frálík, og ikki at gloyma ta fram- úrskarandi sangrøddina (Sóley Hansen). Takk skal Signar Hansen hava, at hann hevur gjørt sær so stór- an ómak og lagt so væl til rættis, at hann hev- ur fingið hesar ungu næmingar at fáa so full- fíggjaðan leik burturúr. Alt samantikið: Ein frálík framførsla. Vón- andi gongur ikki ov long tíð, til vit síggja og hoyra tykkum aftur. Fuglfirðingur Sjónleikur leygarkvøldið í sjpnleikarhúsinum í Havn byrjar framførsl- an av tveimum stuttum leikum leygarkvøldið. Leikimir em Jákup Sibbi, sum Hans Dals- I gaard hevur skrivað og Ánanias eftir Jøkull Jacobsen. í leikinum Jákup Sibbi em 11 leikarar. Hesin leikur hevur ofta verið framførdur víða um í Føroyum. I fjør 1 varð hann leiktur úti i Nólsoy, men hesaferð er gjørd ein roynd at flyta temaið í honum og gera hann meira nærverand- j i, so hann fær ein brodd, sigur Eyðun Jo- j hannesen, sum er leik- : stjóri fyri báðum leik- unum. í Jákup Sibba eru 11 leikarar. Høv- uðsleiklutirnar hava Oli Kurt Hansen og Magna í Stórustovu. Hinir leikararnir em Gunnvør Jensen, Árni Joensen. ÍRegin Skarðhamar, Egi Dam, Jákup Olsen, Dánjal Jákup Jørgen- sen, Guðny Eikholm, Sigmn Danielsen og Elsa Samuelsen. Hin leikurin, Ánani- as, er skrivaður av sama høvundi, sum hevur skrivað sjónleik- HMngnnaRaBnHHi in Hart í bak, sum ís- lendingar vóm í Føroy- um og framførdu fyri nøkrum ámm síðani. Ánanias hevjur eisini verið í útvarpinum sum útvarpsleikur, og høv- uðsleikaramir em teir somu sum tá: Oskar Hermansson og Jó- hanna Maria Djurhuus. Hesin leikurin varar i umleið 40 minuttir, og tilsamans er leiktíðin fyri báðar leikirnar um- leið tveir tímar. Farið varð undir venjingarnar um miðj- an desember. Leik- myndirnar hevur Eyð- un Johannesen gjørt. Eyðun Johannesen sigur, at hesir báðir leikirnir eru vælegnaðir at fara út at ferðast við. Venjingar Hesa tiðina plaga nógv- ir sjónleikir at verða spældir, og tað verður eisini vant ymsastaðni. í K'.aksvík em teir um at fara í gongd við venjingar, og á Tvør- oyri eru teir byrjaðir at venja lei .in Menn og Vápn, sum Mannbjørn Mortensen hevur um- sett eftir Bernhard Shaw. Á Oyrabakka er eisini farið undir venj- ingar av einum leiki.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.