Tíðindablaðið - 22.01.1975, Blaðsíða 9
Síða 9
TIÐINDABLAÐIÐ mikudagin 22. januar 1975
Vápnahvíldin fór
úr gildi aftur
Ráðharri
rýmir
Fíggjarmálaráðharrin í
Uganda, Emmanuel
Wakhweya, sendi úr
London eina umsókn til
Idi Amin forseta um at
verða loystur úr starv-
inum. Hann er tann 12.
ráðharrin ella leiðandi
diplomaturin, sum er
rýmdur úr Uganda eftir
einum ári. Fíggjarmál-
aráðharrin er tann
stjórnarlimurin, sum
hevur starvast longst
fyri Idi Amin, síðani
hesin gjørdi statskvett
móti Milton Obote;
Wakhweya sigur, at
ein búskaparlig og pol-
itisk vanlukka hóttir U-
ganda, og hann undrast
á, at fólk kunnu liva, tí
so nógvar vørur tróta. -
- Tað er ringt at fáa fat-
ur á sápu, og børnini
hava lús, sigur fíggjar-
málaráðharrin.
Vilja teppa
Wilson
I juni verður væntandi
fólkaatkvøða í Bret-
landi um limaskapin i
felagsmarknaðinum, og
tað letur til, at leiðandi
menn í arbeiðaraflokk-
inum fara at royna at
fáa Harold Wilson for-
sætisráðharra at tiga
um spurningin til ta tíð.
Aðalskrivarin í flokk-
inum fer á fundi í kvøld
at leggja eitt uppskot
fyri floksleiðsluna um,
at ráðharrarnir skulu
ikki royna at ávirka úr-
slitið av fólkaatkvøð-
uni.
Tiðindamenn halda,
at Wilson og fíggjar-
málaráðharrin Callag-
han hava hug til at
mæla fólki til at at-
kvøða fyri limaskapi.
Um so er at teir noyðast
at tiga,. verður hetta
roknað sum ein sigur
fyri vinstrabólkin av
flokkinum, sum vil hav-
a Bretland úr EF.
Bløðini
illa fyri
Arbeiðsósemja hóttir
tey stóru bretsku bløð-
ini, sum halda til i Flett
Street í London. Verða
tey rakt av verkfalli,
kann tað henda, at fleiri
ongantíð koma útaftur.
Dýrkingin av olju og
pappíri hava ført við
sær, at bløðini yvir-
høvur standa illa í tí
fíggjarliga, og summi
standa so illa í tí, at
sjálvt eitt stutt verkfall
kann oyðileggja tey.
Orsøkin til, at ar-
beiðsfólkið møguliga fer
stuh
UTTANEFTIR
i verkfall er, at prentar-
arnir bera ótta fyri, at
tann tekniski framburð-
urin fer at gera støðu
teirra veikari.
Krag kemur
heimaftur
Fyrrverandi danski for-
sætisráðharrin Jens
Otto Krag fer frá sum
sendiharri í USA fyri
felagsmarknaðin, tá
sáttmálatíð hansara er
úti síðst á árinum.
Krag sigur, at orsøk-
in er ikki, at honum ikki
dámar starvið, ella at
hann hevur ringa sam-
vinnu við amerikansku
my ndugleikarnar.
Grundin er, at hann vil
sleppa «at brúka síni
síðstu ár til okkurt ann-
að».
- Tá ein fer um tey
60, eigur ein at vera
varin við, hvat ein
brúkar árini til. Tá eru
ikki so mong eftir, sigur
Krag.
Hann sigur, at hann
ætlar ikki at venda aft-
ur til danskan politikk.
Bllig egg
Stórt yvirskot er av
eggum í teimum evrop-
eisku londunum í løt-
uni. Tað slepst ikki av
við alt, og nógv verður
tí konserverað. Prísurin
á heimamarknaðin-
um liggur nakað hægri
enn útflutningsprísur-
in, men kortini selja
framleiðarar í fleiri
londum við undirskoti.
Egg fáast í handlinum
fyri 45 til 50 oyru; tað
er ein príslækking uppá
40% í mun til í fjør.
Orsøkin er, at risa-
stórar fyritøkur hava
bygt eggvirki í Bret-
landi, Týsklandi, Holl-
andi og Belgia. Fyri-
tøkurnar føra figgjar-
ligt nervakríggj fyri at
vinna marknaðin, og
hetta rakar teir smáu
framleiðararnar.
Framhald av hls. 7
hava. í fjør fiskaðu vit
bert 5.500 tons, og í 1973
var fiskiskapurin bert 1916
tons.
Tað eru Vesturvón og
Kap Farvel, sum hava
verið eystanfyri. Fyrr
hevði fiskiskapurin við
Norðurnorra stóran týd-
ning fyri føroyingar.
Norðmenn halda, at
veiðan átti at verið av-
markað meira, og roknast
kann tí við størri skerjing-
um tey komandi árini.
Annar fiskur
Umframt tosk fáa trolar-
arnir eisini hýsu við Norð-
urnorra — 1203 tons í fyrr-
aárið. Nakað av skrubbu
og kongafiski fæst eisini.
Av hesum verður bert tann
stóri kongafiskurin skorin
til flak.
Tað er við Norðurnorra,
at norðmenn fáa .ta nógvu
lodnuna og polartoskin.
Tað er nógv til av hesum
fiskasløgum, og norðmenn
halda somuleiðis, at tað
kann veiðast væl meira av
kongafiski. Hesi fiskasløg
fáast bæði inni á land-
grunninum og úti á djúp-
um vatni.
Polartoskurin ferðast
tætt norðuri við ísin. Tað
mesta, sum verður veitt,
fáa russar við botntroli,
meðan norðmenn hava
brúkt flótitrol. Polartosk-
urin verður nýttur til idn-
að. I útsjónd minnir hann
um svartkjaft.
Føroyingar kundu lut-
tikið í veiðuni av polar-
toski og lodnu. Fiskiskap-
urin mátti so verið skip-
aður á sama hátt sum
norska lodnuveiðan við Ný
Fundland, t.v.s. við móð-
irskipum.
Fyri jól fekst ein vápna-
hvíld í lag í Norðurírlandi,
men í siðstu viku boðaði
IRA-herurin frá, at vápna-
hvíldin ikki longur var i
gildi.
Síðani hava fleiri roynd-
ir verið gjørdar at fáa hana
at halda fram. Kirkjuleið-
arar í Norðurírlandi sótu
leingi og tingaðust, og
bretska stjórnin gjørdi eis-
ini sínar royndir.
Tað var líkt til, at henda
avgerð kom óvæntað fyri
bretsku stjórnina, men
harímóti hevur stjórnin í
Dublin eftir øllum at døma
ikki væntað, at vápna-
hvíldin fór ikki at verða
longd.
IRA-leiðslan sigur, at
grundin til, at teir ikki
vildu leingja vápnahvíld-
ina var tann, at myndug-
leikarnir høvdu ikki latið
nóg nógvar fangar leysar.
Summar keldur siga, at
leiðslan í IRA var ikki
samd um, hvat ið skuldi
gerast.
Eygleiðarar siga, at
verður ófriður, tá val aftur
skal haldast í Norðurír-
landi, so er tað púra vist,
at tað verða teir víðgongdu
protestantarnir, sum fara
at vinna, og hetta fer ikki
at gera tað lættari at gera
ein sáttmála, sum allir
partar kunnu góðkenna.
Strangari
lógir
Eydnast tað ikki at fáa
eina nýggja vápnahvíld, so
verður væntandi ófriður
aftur og ikki bara í Norð-
urírlandi, men bumbu-
spreingingar fara at vera
viða um i Bretlandi. Tær
bumbuspreingingar, sum
hava verið í London, Guil-
ford og Birmingham og
sum hava kravt fleiri
mannaliv, hava gjørt, at
parlamentið í London hev-
ur samtykt strangari lógir
fyri at vinnast kann á ó-
friðinum.
Nú verður hildið, at fólk
í Onglandi kann fara at
gera seg inn á írar, og krøv
fara at koma fram um, at
myndugleikarnir fara
harðari til verka. Meguliga
fer kravið eisini at harðna
um, at deyðarevsing kem-
ur aftur í gildi, hóast málið
herfyri var til viðgerðar í
parlamentinum, men ikki
fekk meiriluta.
Bretskir hermenn standa á varðhaldi og børnini spæla
særípíkatráðnum í Norðurírlandi. 1 gjár skutu bretskir
hermenn ein mann, sum ætlaði at ræna ein buss. Hann
var tann fyrsti, sum læt lív í Norðurírlandi, síðani
vápnahvildin kom í gildi.
R
Æ
D
U
R
David fekk at vita, at skiparin
Hoseason var afturkomin og
hevði sagt, at David var arukn-
aður. Tann gamli presturin
Campbell hevði eisini trúliga
spurt eftir David, men Ebenezer
Balfour hevði sagt, at hann
hevði givið dronginum væl av
peningi, so hann kundi fara av
landinum at lesa.
Tað var sakførarin Rankeillor,
sum David hevði møtt og var
farin inn við. Sakførarin tók nú
nøkur skjøl fram um góðsið
Shaw, sum ættin hjá David
hevði átt. Sakførarin hevði onki
við Ebenezer Balfour at gera
meir, ti hesin hevði fingið so
ringt orð á sær Eisini sakførarin
hevði frætt • m, at David var
burturblivin. Rankeillor hevði
eisini kent Alexander Balfour, ið
var pápi David. Og sum fráleið
dámdi sakføraranum tann unga
mannin betur og betur.