Tíðindablaðið - 22.01.1975, Qupperneq 9

Tíðindablaðið - 22.01.1975, Qupperneq 9
Síða 9 TIÐINDABLAÐIÐ mikudagin 22. januar 1975 Vápnahvíldin fór úr gildi aftur Ráðharri rýmir Fíggjarmálaráðharrin í Uganda, Emmanuel Wakhweya, sendi úr London eina umsókn til Idi Amin forseta um at verða loystur úr starv- inum. Hann er tann 12. ráðharrin ella leiðandi diplomaturin, sum er rýmdur úr Uganda eftir einum ári. Fíggjarmál- aráðharrin er tann stjórnarlimurin, sum hevur starvast longst fyri Idi Amin, síðani hesin gjørdi statskvett móti Milton Obote; Wakhweya sigur, at ein búskaparlig og pol- itisk vanlukka hóttir U- ganda, og hann undrast á, at fólk kunnu liva, tí so nógvar vørur tróta. - - Tað er ringt at fáa fat- ur á sápu, og børnini hava lús, sigur fíggjar- málaráðharrin. Vilja teppa Wilson I juni verður væntandi fólkaatkvøða í Bret- landi um limaskapin i felagsmarknaðinum, og tað letur til, at leiðandi menn í arbeiðaraflokk- inum fara at royna at fáa Harold Wilson for- sætisráðharra at tiga um spurningin til ta tíð. Aðalskrivarin í flokk- inum fer á fundi í kvøld at leggja eitt uppskot fyri floksleiðsluna um, at ráðharrarnir skulu ikki royna at ávirka úr- slitið av fólkaatkvøð- uni. Tiðindamenn halda, at Wilson og fíggjar- málaráðharrin Callag- han hava hug til at mæla fólki til at at- kvøða fyri limaskapi. Um so er at teir noyðast at tiga,. verður hetta roknað sum ein sigur fyri vinstrabólkin av flokkinum, sum vil hav- a Bretland úr EF. Bløðini illa fyri Arbeiðsósemja hóttir tey stóru bretsku bløð- ini, sum halda til i Flett Street í London. Verða tey rakt av verkfalli, kann tað henda, at fleiri ongantíð koma útaftur. Dýrkingin av olju og pappíri hava ført við sær, at bløðini yvir- høvur standa illa í tí fíggjarliga, og summi standa so illa í tí, at sjálvt eitt stutt verkfall kann oyðileggja tey. Orsøkin til, at ar- beiðsfólkið møguliga fer stuh UTTANEFTIR i verkfall er, at prentar- arnir bera ótta fyri, at tann tekniski framburð- urin fer at gera støðu teirra veikari. Krag kemur heimaftur Fyrrverandi danski for- sætisráðharrin Jens Otto Krag fer frá sum sendiharri í USA fyri felagsmarknaðin, tá sáttmálatíð hansara er úti síðst á árinum. Krag sigur, at orsøk- in er ikki, at honum ikki dámar starvið, ella at hann hevur ringa sam- vinnu við amerikansku my ndugleikarnar. Grundin er, at hann vil sleppa «at brúka síni síðstu ár til okkurt ann- að». - Tá ein fer um tey 60, eigur ein at vera varin við, hvat ein brúkar árini til. Tá eru ikki so mong eftir, sigur Krag. Hann sigur, at hann ætlar ikki at venda aft- ur til danskan politikk. Bllig egg Stórt yvirskot er av eggum í teimum evrop- eisku londunum í løt- uni. Tað slepst ikki av við alt, og nógv verður tí konserverað. Prísurin á heimamarknaðin- um liggur nakað hægri enn útflutningsprísur- in, men kortini selja framleiðarar í fleiri londum við undirskoti. Egg fáast í handlinum fyri 45 til 50 oyru; tað er ein príslækking uppá 40% í mun til í fjør. Orsøkin er, at risa- stórar fyritøkur hava bygt eggvirki í Bret- landi, Týsklandi, Holl- andi og Belgia. Fyri- tøkurnar føra figgjar- ligt nervakríggj fyri at vinna marknaðin, og hetta rakar teir smáu framleiðararnar. Framhald av hls. 7 hava. í fjør fiskaðu vit bert 5.500 tons, og í 1973 var fiskiskapurin bert 1916 tons. Tað eru Vesturvón og Kap Farvel, sum hava verið eystanfyri. Fyrr hevði fiskiskapurin við Norðurnorra stóran týd- ning fyri føroyingar. Norðmenn halda, at veiðan átti at verið av- markað meira, og roknast kann tí við størri skerjing- um tey komandi árini. Annar fiskur Umframt tosk fáa trolar- arnir eisini hýsu við Norð- urnorra — 1203 tons í fyrr- aárið. Nakað av skrubbu og kongafiski fæst eisini. Av hesum verður bert tann stóri kongafiskurin skorin til flak. Tað er við Norðurnorra, at norðmenn fáa .ta nógvu lodnuna og polartoskin. Tað er nógv til av hesum fiskasløgum, og norðmenn halda somuleiðis, at tað kann veiðast væl meira av kongafiski. Hesi fiskasløg fáast bæði inni á land- grunninum og úti á djúp- um vatni. Polartoskurin ferðast tætt norðuri við ísin. Tað mesta, sum verður veitt, fáa russar við botntroli, meðan norðmenn hava brúkt flótitrol. Polartosk- urin verður nýttur til idn- að. I útsjónd minnir hann um svartkjaft. Føroyingar kundu lut- tikið í veiðuni av polar- toski og lodnu. Fiskiskap- urin mátti so verið skip- aður á sama hátt sum norska lodnuveiðan við Ný Fundland, t.v.s. við móð- irskipum. Fyri jól fekst ein vápna- hvíld í lag í Norðurírlandi, men í siðstu viku boðaði IRA-herurin frá, at vápna- hvíldin ikki longur var i gildi. Síðani hava fleiri roynd- ir verið gjørdar at fáa hana at halda fram. Kirkjuleið- arar í Norðurírlandi sótu leingi og tingaðust, og bretska stjórnin gjørdi eis- ini sínar royndir. Tað var líkt til, at henda avgerð kom óvæntað fyri bretsku stjórnina, men harímóti hevur stjórnin í Dublin eftir øllum at døma ikki væntað, at vápna- hvíldin fór ikki at verða longd. IRA-leiðslan sigur, at grundin til, at teir ikki vildu leingja vápnahvíld- ina var tann, at myndug- leikarnir høvdu ikki latið nóg nógvar fangar leysar. Summar keldur siga, at leiðslan í IRA var ikki samd um, hvat ið skuldi gerast. Eygleiðarar siga, at verður ófriður, tá val aftur skal haldast í Norðurír- landi, so er tað púra vist, at tað verða teir víðgongdu protestantarnir, sum fara at vinna, og hetta fer ikki at gera tað lættari at gera ein sáttmála, sum allir partar kunnu góðkenna. Strangari lógir Eydnast tað ikki at fáa eina nýggja vápnahvíld, so verður væntandi ófriður aftur og ikki bara í Norð- urírlandi, men bumbu- spreingingar fara at vera viða um i Bretlandi. Tær bumbuspreingingar, sum hava verið í London, Guil- ford og Birmingham og sum hava kravt fleiri mannaliv, hava gjørt, at parlamentið í London hev- ur samtykt strangari lógir fyri at vinnast kann á ó- friðinum. Nú verður hildið, at fólk í Onglandi kann fara at gera seg inn á írar, og krøv fara at koma fram um, at myndugleikarnir fara harðari til verka. Meguliga fer kravið eisini at harðna um, at deyðarevsing kem- ur aftur í gildi, hóast málið herfyri var til viðgerðar í parlamentinum, men ikki fekk meiriluta. Bretskir hermenn standa á varðhaldi og børnini spæla særípíkatráðnum í Norðurírlandi. 1 gjár skutu bretskir hermenn ein mann, sum ætlaði at ræna ein buss. Hann var tann fyrsti, sum læt lív í Norðurírlandi, síðani vápnahvildin kom í gildi. R Æ D U R David fekk at vita, at skiparin Hoseason var afturkomin og hevði sagt, at David var arukn- aður. Tann gamli presturin Campbell hevði eisini trúliga spurt eftir David, men Ebenezer Balfour hevði sagt, at hann hevði givið dronginum væl av peningi, so hann kundi fara av landinum at lesa. Tað var sakførarin Rankeillor, sum David hevði møtt og var farin inn við. Sakførarin tók nú nøkur skjøl fram um góðsið Shaw, sum ættin hjá David hevði átt. Sakførarin hevði onki við Ebenezer Balfour at gera meir, ti hesin hevði fingið so ringt orð á sær Eisini sakførarin hevði frætt • m, at David var burturblivin. Rankeillor hevði eisini kent Alexander Balfour, ið var pápi David. Og sum fráleið dámdi sakføraranum tann unga mannin betur og betur.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.