Tíðindablaðið - 22.01.1975, Blaðsíða 12

Tíðindablaðið - 22.01.1975, Blaðsíða 12
Síða 12 TIDINDABLAÐIÐ mikudagin 22. ianuar 197b MÍN MEINING Heldur tú, at bygdirnar skulu fáa uttanbíggja- jørðina aftur? Bjarni Húsgarð, sølu- maður: Eg haldi avgjørt, at bygdirnar eiga at fáa jørðina aftur, tí hon hoyrir bygdunum til og teimum, sum búgva á staðnum..Tað kann ikki gerast uttan við lógar- broyting. : 1 ,Jp§- Slmun Dalsgaard, starvsmaður: Tað skuldi verið rím- uligt, at eingin átti jørðina uttan tey, sum búðu á staðnum, og at tey brúktu hana. Tað er ringt at siga, hvussu hetta skal steðgast. Fólk kunnu eiga uttanbíggja- jørð, men tey mugu ikki hava rætt til úrtøku'ella leigu. Soleiðis vildi henda jørðin av sær sjálvum komið aftur til bygdirnar. Hans Jákup Dam Jacob- sen, hovmeistari: UUanbiggjajørð kem- ur bert aftur til bygd- irnar við lóg, men tað verður ringt at áseta eitt mark fyri, hvat hon skal umfata. Ein tílik lóg kemur uttan iva at raka persónlig viðurskifti hart. ©PIB 881 SPEGILS- MYNDIN Vitnir frá fortíðini Suðurvietnamesiski forsetin, van Thieu, hevur aftur biðið USA um hjálp. - Skal - skal ikki - skal .... Skal kongurin skjótt trúlovast? Tað hevur ofta ljóðað, at svenski kongurin Karl 16. Gustaf skuldi trúlovast við eini týsk-brasilskari kvinnú, sum hann hitti undir teimum olympisku leikunum í Miinchen í 1972. Tann nógva skriv- ingin, sum hevur verið i bløðunum um hetta gjørdi, at kongurin fyri nøkrum døgum síðani sendi út eina kunngerð, har hann heitti á bløðini um ikki at leypa so ofta framav. í kunn- gerðini stendur, at kong- urin skilir, at blaðmenn kappast um at vera fyrstir við tíðindunum, men hann harmast samstundis, at henda kappingin kann tak- a teir av fótum. Kongurin sigur eisini, at kongurin undraðist stórliga á tær nógvu gitingarnar, sum eru settar fram um hann í bløðunum í seinastuni. Tá kongurin fyrst í hes- um mánanum var í Sveits og helt frítíð, hevði hann uttan íhald fotografar og blaðmenn í hølunum á sær. Teir ansaðu eftir øllum, sum hann gjørdi, og skriv- aðu um allar teir gestir, hann hevði. Tað var greitt, at bløðini vildu hava at vita, hvussu nógv sam- band ið var millum kongin og ta 31 ára gomlu Silviu Sommerlath. Hvønn dag meðan kong- urin var í Sveits hevði svenska blaðið Expressen eina grein á forsíðuni um tann unga kongin. I Svør- íki eru fólk ikki í iva um, at tað er eitt samband 'millum Silviu Sommerlath og kongin, sum er trý ár yngri enn hon. Tað eru nógv svensk vikubløð, sum skriva ógv- uliga nógv um kongin, og samstundis, sum tey hava boðað frá, at hann skjótt skal trúlovast við Silviu Sommerlath, hava tað ver- ið fleiri aðrar kvinnur, sum bløðini hava viljað knýtt hann til. í tí kunngerð, sum kongurin kom við, segði hann, at hann kann ikki trúlova seg loyniliga, at hann sjálvandi sjálvur ger av, hvørjari kvinnu hann skal trúlovast við, og at hann saman við henni sjálvandi eisini avger, nær ið hetta skal almanna- kunngerast. Bløðini kundu beinan- vegin sláa tað fast, at kunngerðin ikki avsannaði tey tíðindi, sum hava verið at hoyrt. Jacqueline blaðmaður Jacqueline Onassis er nú farin at royna seg sum journalist. í sein- asta nummari av amer- ikanska vikublaðnum New Yorker hevur hon skrivað eina 1500 orð langa grein um ta nýggju Altjóða Stov- una fyri Fotomyndum, sum er latin upp í New York. í 1952-53 var Jaque- line Onassis pressufoto- grafur f Washington Times-Harald. Blaðstjórin á New Yorker sigur, at grein hennara er vælskrivað. Hann vil ikki siga, hvussu nógv hon hevur fingið fyri greinina, men nevnir, at tað «munnu vera nakrir hundrað dollars». Góða umtalu Fyrrverandi amerikan- ski forsetin Richard Nixon kann fegnast um ta góðu umtalu, hann fær í tí nýggja sovjett- iska leksikoninum. Har verður ein heilur teigur brúktur til at skriva um hann. Russar gera lítið burtur úr tí sambandi, sum Nixon fyrst í 50un- um hevði við McCarthy og hansara «nevnd fyri óamerikanskum virk- semi». í staðin verður dentur lagdur á, at hann royndi at skapa frið í Vietnam og at betra viðurskiftini við Sovj etsamveldið. Leksikonið hevur bert ein setning um, hví Nixon fór frá. Setning- urin ljóðar: «9. august 1973 legði Nixon frá sær orsakað av innan- hýsis umstøðum í sam- bandi við ta sokallaðu Watergate-gøluma». Frágreiðingin um Watergate kemur á russiskum undir U. Fólk mugu tí bíða í fýra ár fyri at fáa at vita, hvat «tann sokallaða Watergate-gølan» er fyri nakað. 18. bind av leksikon- inum nevnir hvørki Pasternak ella Solsje- nitsyn undir Nobel- lønarvinnarum, men nøkur fá orð standa um Trotskij. Kemur væl við Forsetin í Eysturríki, Rdolf Kirschláger, er gávumildur maður. Tá tann elsta sjónleikar- kvinnan i Eysturríki, Rosa Albach-Retty her- fyri fylti hundrað, gav hann henni eitt arm- bandsur, sum gongur uttan at trekkjast upp — í 25 ár. Ein dansur á rósum Stjórin á einum stórum gistingarhúsi í spæli- býnum Las Vegas sigur hesa søgu um, hvat oljupengarnir verða 'brúktir til: Nýliga komu tríggir saudi-arabiskir prinsar saman við lívverjum, skrivarum, kokkum, skonkjarum o.s.fr. og leigaðu hvør sina íbúð fyri 5.000 kr. um sam- døgrið. Teir komu í egnum jetflogfari. Teirra egnu kokkar gjørdu mat, og av trygdarorsøkum skuldu skonkjararnir smakka hann, áðrenn prinsarnir ótu. Eitt annað jetflog- far kom hvønn dag úr Saudi-Arabia við tilfar- inum til matin. Ein av prinsunum tapti eftir einari nátt tríggjar milj. kr. í spæl- istovunum, og tilsam- ans taptu teir tríggir prinsarnir 6 milj. kr. eftir fimm døgum. ■HB i A 8 8 I

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað: 5. Tölublað (22.01.1975)
https://timarit.is/issue/324808

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.

5. Tölublað (22.01.1975)

Aðgerðir: