Tíðindablaðið - 22.01.1975, Blaðsíða 10
Síða 10
TÍÐINDABLAÐID mikudagin 22. januar 1975
Umráðandi
at egyptar
fáa fíggjarliga hjálp
Seinastu dagarnar hevur
Feisal kongur úr Saudi-
arabia vitjað fleiri av
grannalondum sínum í
Miðeystri. Á hesi ferð vitj-
aði hann m.a.. í Egypta-
landi.
í kunngerðini, sum varð
send út eftir hesa vitjan,
verður stórur dentur lagd-
ur á at fullføra tað sam-
tykt, sum varð gjørd á
arabiska toppfundinum í
Rabat i oktober mánað í
fjør. Feisal kongur og An-
war Sadat leggja dent á, at
teir vilja virka fyri arab-
iskari samvinnu. Teir siga
eisini, at teir styðja PLO
sum einasta lógliga umboð
fyri palestinska fólkið, og
teir mæla til at alt verður
gjørt, sum gerast kann fyri
at tryggja, at arabiskt
landaøki verður frigjørt
undan herseting. Teir siga,
at friður kann ikki blíva
aftur, fyrr enn ísrael tekur
seg aftur frá øllum hersett-
um øki, eisini úr Jerusa-
lem.
Teir siga seg eisini meta
tað ógvuliga álvarsliga, at
ísraelsmenn hava gjørt at-
sóknir inn í Suðurlibanon,
sum hevur brúk fyri arab-
iskari hjálp til at standa
ímóti álopunum.
Kunngerðin sigur eisini,
at Feisal kongur leggur
stóran dent á, at hann
heldur tað vera ógvuliga
umráðandi, at hildið verð-
ur fram at veita Egypta-
landi hjálp, so at landið
kann klára seg ímóti einum
knappligum álopi.
Egyptiski forsætisráð-
harrin hevur sagt við tíð-
indamenn, at Feisal kong-
ur hevur boðað Sadat for-
seta frá, at hann fer at lata
Egyptaland fáa 100 milj-
ónir dollars sum serstaka
hjálp umframt ta hjálp,
sum hann frammanundan
hevur lovað,
Kunngerðin greiðir ikki
frá teimum privatu ting-
ingunum millum Feisal og
Sadat. í fíesum tingingum
luttóku teirra samráðing-
amevndir ikki.
Hundur
Ein lítil svartur hundur við hvítari bringu og
reyðum hálsbahdi er burturblivin.
Um nakar hevur sæð hann, biðjist hann ringja
til
tlf. 1.3560
■
Føroyingar eiga at tryggja
t
í
landsins egnu trygging
c ' \
Bitar — mkip
V I T TRYGGJA: Tfirui — hús — innbátfT
ierttgóðf — bilar
o. a.
v_______;_________________;
Høvuðsskrivstovan 14590
Føroya Vanlukkutrygging 1 1466
Føroya Brunatrygging 11098
Føroya Lívstrygging 1 2919
TRYGGINGARSAMBANDIÐ
FØRÓYA
Friður er fyrsta treyt
fyri samráðingum
Framstig eru hend í roynd-
unum at fáa eina ráð-
stevnu í lag, sum skal
loysa viðurskiftini í Rhod-
esia. Seinasta stigið er ein
fundur, sum hevur verið í
Salisbury millum stjórnar-
embætismenn og leiðarar í
afrikanska tjóðskaparráð-
num.
Aðalskrivarin í ráðnum
vildi eftir fundin ikki greið-
a gjølla frá, hvat ið var
hent. Hann segði, at teir
høvdu talað um ta ráð-
stevnu, sum skal haldast
um eina framtíðar grund-
lóg fyri landið. Hann segð-
i, at teir høvdu als ikki
talað um, nær ráðstevnan
skuldi verða.
Tað verður hildið, at teir
hava talað um orsøkina til,
at tað tykist at vera so
trekt at fáa ráðstevnuna í
lag. Tað hevur ikki eydn-
ast at fáa frið í lag við
afrikansku partisanamar í
landinum, og stjórnin hev-
ur heldur ikki latið allar
politiskar fangar leysar
enn.
Formaðurin í afrikanska
tjóðskaparráðnum hevði
frammanundan hesum
fundinum verið í Zambia
og talað við forsetarnar í
Zambia og Tanzania.
Stjórnin í Salisbury ger
væntandi ongar viðmerk-
ingar, fyrr enn hon hevur
fingið lyfti um, at parti-
sanarnir ætla at binda frið.
Eygleiðarar siga, at ein
vápnahvíld er fyrsta treyt
fyri, at nakrar samráðing-
ar kunnu fáast í lag í
Rhodesia.
Suðurafrikanski tíðinda-
ráðharrin er á vitjan í
Rhodesia, og hann fer
væntandi at greiða Ian
Smith forsætisráðharra frá
tingingunum í London ný-
liga millum uttanríkisráð-
harrarnar úr Suðurafrika
og Bretlandi.
Fleiri tryggingar ið verða teknaðar
- ódýrari gjald!
Síðani vit í 1940 fóru undir at tryggja
móti eldsvanda, er tryggingargjaldið
farið niður í helvt.
Tryggið hús, innbúgv og vørur
í
Føroya
Brunatrygging
Telefonir: 1098 - 1288 - 1089
Sverrisgøta 5 - 3800 Tórshavn
Pf. J. F. KJØLBRO, HEILSØLA
KLAKSVÍK - TELF. 55340
Nú er tíð at fáa
sær bát
Vit kunnu bjóða skjóta
avgreiðslu beint nú.
70% lagalig fíggjan
kann útvegast. Støddir
25, 27, 31 og 35 fót.
Nærri upplýsingar
Viksund umboðsmaður
OdmarJuul Samuelsen
Postbox 80
tlf. 5 5137 . Klaksvík
Nýggi
cTc
ketilin
Á goymslu hava vit
teir víða kendu
CTC ketlarnar
og alt tilfar til
hitaverk og sanitet
pf Maria Poulsen & co
Tórsgøta 10 . Tlf. 1 2000 og 1 2001 . 3800 Tórshavn