Tíðindablaðið - 22.01.1975, Side 10

Tíðindablaðið - 22.01.1975, Side 10
Síða 10 TÍÐINDABLAÐID mikudagin 22. januar 1975 Umráðandi at egyptar fáa fíggjarliga hjálp Seinastu dagarnar hevur Feisal kongur úr Saudi- arabia vitjað fleiri av grannalondum sínum í Miðeystri. Á hesi ferð vitj- aði hann m.a.. í Egypta- landi. í kunngerðini, sum varð send út eftir hesa vitjan, verður stórur dentur lagd- ur á at fullføra tað sam- tykt, sum varð gjørd á arabiska toppfundinum í Rabat i oktober mánað í fjør. Feisal kongur og An- war Sadat leggja dent á, at teir vilja virka fyri arab- iskari samvinnu. Teir siga eisini, at teir styðja PLO sum einasta lógliga umboð fyri palestinska fólkið, og teir mæla til at alt verður gjørt, sum gerast kann fyri at tryggja, at arabiskt landaøki verður frigjørt undan herseting. Teir siga, at friður kann ikki blíva aftur, fyrr enn ísrael tekur seg aftur frá øllum hersett- um øki, eisini úr Jerusa- lem. Teir siga seg eisini meta tað ógvuliga álvarsliga, at ísraelsmenn hava gjørt at- sóknir inn í Suðurlibanon, sum hevur brúk fyri arab- iskari hjálp til at standa ímóti álopunum. Kunngerðin sigur eisini, at Feisal kongur leggur stóran dent á, at hann heldur tað vera ógvuliga umráðandi, at hildið verð- ur fram at veita Egypta- landi hjálp, so at landið kann klára seg ímóti einum knappligum álopi. Egyptiski forsætisráð- harrin hevur sagt við tíð- indamenn, at Feisal kong- ur hevur boðað Sadat for- seta frá, at hann fer at lata Egyptaland fáa 100 milj- ónir dollars sum serstaka hjálp umframt ta hjálp, sum hann frammanundan hevur lovað, Kunngerðin greiðir ikki frá teimum privatu ting- ingunum millum Feisal og Sadat. í fíesum tingingum luttóku teirra samráðing- amevndir ikki. Hundur Ein lítil svartur hundur við hvítari bringu og reyðum hálsbahdi er burturblivin. Um nakar hevur sæð hann, biðjist hann ringja til tlf. 1.3560 ■ Føroyingar eiga at tryggja t í landsins egnu trygging c ' \ Bitar — mkip V I T TRYGGJA: Tfirui — hús — innbátfT ierttgóðf — bilar o. a. v_______;_________________; Høvuðsskrivstovan 14590 Føroya Vanlukkutrygging 1 1466 Føroya Brunatrygging 11098 Føroya Lívstrygging 1 2919 TRYGGINGARSAMBANDIÐ FØRÓYA Friður er fyrsta treyt fyri samráðingum Framstig eru hend í roynd- unum at fáa eina ráð- stevnu í lag, sum skal loysa viðurskiftini í Rhod- esia. Seinasta stigið er ein fundur, sum hevur verið í Salisbury millum stjórnar- embætismenn og leiðarar í afrikanska tjóðskaparráð- num. Aðalskrivarin í ráðnum vildi eftir fundin ikki greið- a gjølla frá, hvat ið var hent. Hann segði, at teir høvdu talað um ta ráð- stevnu, sum skal haldast um eina framtíðar grund- lóg fyri landið. Hann segð- i, at teir høvdu als ikki talað um, nær ráðstevnan skuldi verða. Tað verður hildið, at teir hava talað um orsøkina til, at tað tykist at vera so trekt at fáa ráðstevnuna í lag. Tað hevur ikki eydn- ast at fáa frið í lag við afrikansku partisanamar í landinum, og stjórnin hev- ur heldur ikki latið allar politiskar fangar leysar enn. Formaðurin í afrikanska tjóðskaparráðnum hevði frammanundan hesum fundinum verið í Zambia og talað við forsetarnar í Zambia og Tanzania. Stjórnin í Salisbury ger væntandi ongar viðmerk- ingar, fyrr enn hon hevur fingið lyfti um, at parti- sanarnir ætla at binda frið. Eygleiðarar siga, at ein vápnahvíld er fyrsta treyt fyri, at nakrar samráðing- ar kunnu fáast í lag í Rhodesia. Suðurafrikanski tíðinda- ráðharrin er á vitjan í Rhodesia, og hann fer væntandi at greiða Ian Smith forsætisráðharra frá tingingunum í London ný- liga millum uttanríkisráð- harrarnar úr Suðurafrika og Bretlandi. Fleiri tryggingar ið verða teknaðar - ódýrari gjald! Síðani vit í 1940 fóru undir at tryggja móti eldsvanda, er tryggingargjaldið farið niður í helvt. Tryggið hús, innbúgv og vørur í Føroya Brunatrygging Telefonir: 1098 - 1288 - 1089 Sverrisgøta 5 - 3800 Tórshavn Pf. J. F. KJØLBRO, HEILSØLA KLAKSVÍK - TELF. 55340 Nú er tíð at fáa sær bát Vit kunnu bjóða skjóta avgreiðslu beint nú. 70% lagalig fíggjan kann útvegast. Støddir 25, 27, 31 og 35 fót. Nærri upplýsingar Viksund umboðsmaður OdmarJuul Samuelsen Postbox 80 tlf. 5 5137 . Klaksvík Nýggi cTc ketilin Á goymslu hava vit teir víða kendu CTC ketlarnar og alt tilfar til hitaverk og sanitet pf Maria Poulsen & co Tórsgøta 10 . Tlf. 1 2000 og 1 2001 . 3800 Tórshavn

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.