Tíðindablaðið - 22.01.1975, Blaðsíða 2
T!Ð!NDABLAÐIÐ mikudagin 22. januar 197b
Otgevari og blaðstjórn:
Finnbogi Isaksen
Árni Absalonsen
Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49
Leysasøluprísur 2,00 kr. eintakið. Prent:
Tíðindablaðið og Dimmalætting.
Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum.
Ringar tíðir?
Yvirhøvur spáa kønir menn í Vestur-
heiminum, at vit fara at fáa verri tíðir nú,
enn vit hava havt tey seinastu árini.
Summir tosa um ta hættisligastu krepp-
una i søguni, meðan aðrir eru heldur
vamari.
I Føroyum hava vit merkt nakað, men
ikki so ovurhonds nógv enn til, at tíðimar
em versnandi. Bankarnir hava ov litið av
tøkum peningi, prisimir á útflutnings-
vømm em lækkaðir, og prisimir á inn-
fluttum vømm hækka støðugt.
Nógvir politikarar hava ført fram, at
ov nógvur peningur hevur verið brúktur
frá almennari siðu, og at hetta er við til at
økja um inflatiónina. Nakað er um hetta.
Við tí stóra virkseminum, sum hevur
verið innan vinnulivið tey farnu árini,
kundu vit helst havt heldur minni virk-
semi i tí almenna partinum.
Men nú er ov seint at skera niður her.
Verður vinnulívið rakt av ringum tíðum,
kann tað almenna ikki samstundis minka
um sitt arbeiði. Gera vit tað, fáa vit
arbeiðsloysi.
Spumingurin er bert, hvussu tað al-
menna skal nýta sín pening. Tað er ikki
vist, at tað rættasta er at halda fram við
at nýta miljónimar til vegir og havnir.
Tær kunnu eisini nýtast igjøgnum vinnu-
lívið við so munandi stuðli, at virki og
skip kunnu halda fram hóast lágar prisir
— ja, helst soleiðis at útbyggingin bæði á
landi og sjógvi verður førd viðari.
Undir øllum umstøðum verður neyðugt
at brúka nógvan almennan pening.
Skiparakstur og prísstudningur
Nú um dagarnar visti út-
varpið at siga frá, at Pauli
Ellefsen vegna sambands-
flokkin hevði skrivað til
løgtingsformannin og biðið
um, at løgtingið varð inn-
kallað í úrtíð at viðgera
uppskot sambandsfloksins
um hækkan av prístilskot-
inum við 5 oyrum pr. kilo
til útróðrarfisk, sum av-
reiddur var í Føroyum.
Seinri havi eg fingið av-
skrift av hesum sama
brævi.
Seinasta kvøldið valevn-
ini til fólkatingsvalið
høvdu orðið, var ógvuliga
hvast orðaskifti millum
teir báðar Sundstein &
Ellefsen um hetta sama
mál. Sundstein vildi vera
við, at teir, sum stýrt hava
hesi seinastu árini, einki
høvdu gjørt við henda
spurning, eingir grunnar
eru skaptir øll hesi góðu
ár, har fiskaprísirnir hava
verið høgir, og fiskiskap-
urin hevur verið góður, so
nú avreiðingarprísimir eru
lækkaðir, er einki lagt nið-
urfyri til at standa ímóti
við. Hin partnarin, Ellef-
sen, vísti á uppskot sam-
bandsfloksins um hækkan
av útróðrarstudninginum
uppá kr. 0,05 pr. kg.
Eg lurtaði eisini eftir
teimum, sum nýggjársaft-
an tosaðu um farna árið og
útlitið fyri 1975. Tað var
ein døpur mynd, ið teir,
sum hava tær bestu at-
støður at meta um útlitið
hjá føroysku fiskivinnuni,
góvu áhoyrarunum hetta
kvøld, og tíverri er tað
nokk so, at útlitið fyri
skiparaksturin í fyrstu
framtíð er út av lagi ringt.
DAGSINS MÁL
J. Fr. Øregaard skrivar, at
eitt uppskot um at hækka
prísstudningin til útróðr-
arfisk loysir ikki teir trup-
ulleikar, føroyski veiðu-
flotin er komin í. Hesaferð
eru fleiri raktir av prísfall-
inum enn áður, og takið
verður tí so mikið tyngri
Nærum allir marknaðir,
har føroyingar selja fisk
sin, boða frá fallandi prís-
um. Oljan er hækkað
millum 3 og 4 ferðir tað,
hon kostaði, og ávirkar
hetta tilsvarandi prísin á
bæði línum, trolum og nót-
um, so her ber alt at sama
skeiva borði.
Løgtingið kemur saman-
aftur nú komandi mána-
dag, og tá verða tey mál,
sum komin eru og sum tá
verða framløgd, viðgjørd
— eisini uppskot sam-
bandsfloksins. Nú er ikki
vanligt at siga rættuliga
nógv um eitt tingmál, fyrr
enn tað verður umrøtt á
tingi. Men nú hetta mál
longu er tikið til almenna
umrøðu bæði í útvarpinum
og í bløðum, fari eg eisini
at siga eitt sindur um
henda spurning.
Tað er væl øllum, sum
eru nær knýtt at fiskivinn-
uni, heilt greitt, at oman-
fyri nevnda uppskot ikki
loysir teir trupulleikar, før-
oyski veiðiflotin er komin
í. Var málið so lætt at
loyst, hevði tað ikki verið
torført at funnið gongdar
leiðir, men so er ikki, her
skal annað til, ti inntøkan
er ikki bara minkað pro-
sentliga tað, sum fiska-
prísurin er lækkaður, men
vinnan er ikki meira løn-
som, raksturin hjá stórum
parti av fiskiskipaflotan-
um gevur beinleiðis hall.
Stórur partur av fiskiskip-
unum eru nýkomin skip,
sum ikki hava nakran re-
serva, so um ikki tað al-
menna beinanvegin er ført
fyri at veita hjálp, er at
frykta fyri, at skipini ann-
aðhvørt verða løgd ella
seld út av landinum, so her
verður neyðugt at gera
nakað munandi og gera tað
beinanvegin.
Á ólavsøku segði lands-
stýrismaðurin, sum hevði
við figgjarmál at gera,
Petur F. Christiansen, at
tá fíggjarlógin varð sam-
tykt seinasta vár, var
skeivt mett um, hvat
landsskatturin fór at geva,
so hann kom at vera 10
miljónir meira enn ætlað.
Hesum 10 miljónunum er
nú boð eftir, og kemur tað
væl við hjá nývalda lands-
stýrinum, at her eru peng-
ar tøkir. Um hesar 10 milj-
ónirnar muna nakað, eri eg
ikki førur fyri at meta um,
høvuðsvinnan má ikki
steðga, so her fær lands-
stýrið úr at gera beinan-
vegin.
Tað er tó heilt greitt, at
fiskivinnan ikki kann rek-
ast við almennum stuðli í
langar tíðir. Men higartil
hevur tað verið so, við tí
fjølbroyttu vinnu, vit
hava, at um hóttafall hev-
ur komið á innan ein tátt,
so hevur annar táttur givið
væl av sær, og kunnað
veitt stuðul, har á hevur
staðið, inntil marknaðurin
aftur er komin í rættlag.
Hetta verður eisini neyð-
ugt hesaferð, hóast tað
hesaferð eru fleiri, ið raktir
eru av prísfallinum, og
verður takið tí so mikið
tyngri enn áður. Uppskot
sambandsfloksins er ein
bati til ein part af fiski-
skipaflotanum, men ikki
nóg stórur, og bert til ein
litlan part av teimum, sum
raktir eru av hækkandi út-
reiðslum og lækkaðum
fiskaprísum. Míni ráð til
landsstýrið eru tí tey at
koma til tingið við upp-
skoti, sum verulig hjálp er
i, so vit ikki missa veiði-
flota okkara, sum hevur
kostað okkum so dýrt at
hava fingið fatur á, tí um
hóttafall kemur á, verður
tað tyngri seinri at vinna á
aftur.
J.Fr. Øregaard
Rímuligur
partur
Otróðrarmenn hava. stovn-
að landsfelag, og spurn-
ingurin er, um vit hava
havt rættan fiskasølupoli-
tikk, sjómarkspolitikk og
veiðupolitikk innan fyri 12
fjórðingar, skrivar 14.
September:
Skilligt er, at vandi út-
róðursins er akuttur, og at
vit noyðast at finna loysn-
ir, sum nú beinanvegin
hjálpa hesi neyðstøddu
vinnu og hesum neyð-
støddu monnum. Útróðr-
SJÓNARMIÐ
armenninir hava sjálvir
bent á leiðir. Ein er tann,
at landingarprísirnir verða
ásettir fyn longri tíðarbil.
Ein opnur er tann, at
landingarprísirnir verða
pristalsviðgjørdir.
Vit rokna við sum givið,
at samráðingar verða nú
beinan vegin millum lands-
felag útróðrarmanna og
landsstýrið. M.a. kunna
teir vísa á orðini tey í sam-
gonguskjali nýggja lands-
stýrisins sum siga, at «øll-
um stættum verður viss-
aður rímuligur partur av
tjóðarúrtøkuni». Soleiðis
sum viðurskifti útróðrar-
manna hava lagað seg, og
soleiðis sum tey eru í dag,
fáa teir ikki henda rímuliga
part.
Ikki nakar
landsskaði?
Tað er ein spumingur,
hvussu nógv vit skulu laga
okkum eftir teimum krøv-
unum, sum studentaskúla-
næmingarnir seta fram í
málstríðnum, skrívar for-
maðurin í Fiskimannafel-
agnum, Óli Jacobsen, í
Sosialinum:
Tað er bert 1/100.000
partur av heimsins ibúgv-
um, sum tosa føroyskt, so
tað er lætt at skilja, at tað
er sera avmarkað, hvussu
langt vit kunnu klára okk-
um bert við okkara egna
máli. Og við tað, at vit eru
ein partur av tí norrøna
málsøkinum er tað mest
nærliggjandi, at vit læra
eitt av teimum størru norr-
ønu málunum, og tá kunnu
vit eins væl læra danskt
sum eitthvørt annað. Og
so mega vit endiliga gera
okkum klárt, at hetta mál
eru vit noyddir at nýta, tá
okkara egna mál ikki røkk-
ur til.
Eisini fara fram ymsar
próvtøkur á donskum, tí
tað nú einaferð liggur best
fyri. Hetta ger seg t.d.
galdandi fyri handilsskúl-
arnar, men vit hoyra ikki
um, at nakar mutar ímóti
hesum.
Tá vit hava í huga, at
okkara mál hevur fingið
allan tann rætt, sum vit
eru førir fyri at geva tí,
bendir alt á, at tað er eing-
in saklig orsøk fyri øllum tí
roki, sum hevur verið í
Hoydølum. Útfrá hesum
skuldi hesin spurningur
ikki verið so torførur at
greiða hjá landsstýrinum.
Tað eigur at boða næming-
unum frá, at teir skulu fáa
føroyskar próvdómarar,
har tað liggur fyri. Har tað
ikki liggur fyri, verða
danskir próvdómarar nýtt-
ir. Skuldu næmingarnir
ikki funnið seg í hesum, so
ivist eg í, um tað verður
tann stóri landsskaðin, um
vit framyvir fáa nakrar
studentar færri.
Yvirtøkan
Postverkið skal yvirtak-
ast. Dagblaðið skrivar:
So er talan um yvirtøku
av ognum postverksins, og
her uppií kemur so spurn-
ingurin um útbygging av
postverkinum. At post-
húsið í Havn er ov litið og
ótiðarhóskandi eigur at
vera øllum skilligt.
Harumframt kemur so
spurningurin um tey, sum
eru í tænastu hjá post-
verkinum. Her er talan um
tveir bólkar, ein sum hevur
serligan sáttmála við post-
verkið, og hin bólkurin,
sum hevur starv hjá post-
og telegrafverkinum og
hevur eftirløn í hesum
starvi.
Vit mugu eisini rokna
við, at skipað verður serlig
føroysk lóg um postverkið,
tá ið tað er yvirtikið, og
hon skal so viðgerast og
samtykkjast av løgtingin-
um.