Tíðindablaðið - 22.01.1975, Side 2

Tíðindablaðið - 22.01.1975, Side 2
T!Ð!NDABLAÐIÐ mikudagin 22. januar 197b Otgevari og blaðstjórn: Finnbogi Isaksen Árni Absalonsen Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49 Leysasøluprísur 2,00 kr. eintakið. Prent: Tíðindablaðið og Dimmalætting. Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum. Ringar tíðir? Yvirhøvur spáa kønir menn í Vestur- heiminum, at vit fara at fáa verri tíðir nú, enn vit hava havt tey seinastu árini. Summir tosa um ta hættisligastu krepp- una i søguni, meðan aðrir eru heldur vamari. I Føroyum hava vit merkt nakað, men ikki so ovurhonds nógv enn til, at tíðimar em versnandi. Bankarnir hava ov litið av tøkum peningi, prisimir á útflutnings- vømm em lækkaðir, og prisimir á inn- fluttum vømm hækka støðugt. Nógvir politikarar hava ført fram, at ov nógvur peningur hevur verið brúktur frá almennari siðu, og at hetta er við til at økja um inflatiónina. Nakað er um hetta. Við tí stóra virkseminum, sum hevur verið innan vinnulivið tey farnu árini, kundu vit helst havt heldur minni virk- semi i tí almenna partinum. Men nú er ov seint at skera niður her. Verður vinnulívið rakt av ringum tíðum, kann tað almenna ikki samstundis minka um sitt arbeiði. Gera vit tað, fáa vit arbeiðsloysi. Spumingurin er bert, hvussu tað al- menna skal nýta sín pening. Tað er ikki vist, at tað rættasta er at halda fram við at nýta miljónimar til vegir og havnir. Tær kunnu eisini nýtast igjøgnum vinnu- lívið við so munandi stuðli, at virki og skip kunnu halda fram hóast lágar prisir — ja, helst soleiðis at útbyggingin bæði á landi og sjógvi verður førd viðari. Undir øllum umstøðum verður neyðugt at brúka nógvan almennan pening. Skiparakstur og prísstudningur Nú um dagarnar visti út- varpið at siga frá, at Pauli Ellefsen vegna sambands- flokkin hevði skrivað til løgtingsformannin og biðið um, at løgtingið varð inn- kallað í úrtíð at viðgera uppskot sambandsfloksins um hækkan av prístilskot- inum við 5 oyrum pr. kilo til útróðrarfisk, sum av- reiddur var í Føroyum. Seinri havi eg fingið av- skrift av hesum sama brævi. Seinasta kvøldið valevn- ini til fólkatingsvalið høvdu orðið, var ógvuliga hvast orðaskifti millum teir báðar Sundstein & Ellefsen um hetta sama mál. Sundstein vildi vera við, at teir, sum stýrt hava hesi seinastu árini, einki høvdu gjørt við henda spurning, eingir grunnar eru skaptir øll hesi góðu ár, har fiskaprísirnir hava verið høgir, og fiskiskap- urin hevur verið góður, so nú avreiðingarprísimir eru lækkaðir, er einki lagt nið- urfyri til at standa ímóti við. Hin partnarin, Ellef- sen, vísti á uppskot sam- bandsfloksins um hækkan av útróðrarstudninginum uppá kr. 0,05 pr. kg. Eg lurtaði eisini eftir teimum, sum nýggjársaft- an tosaðu um farna árið og útlitið fyri 1975. Tað var ein døpur mynd, ið teir, sum hava tær bestu at- støður at meta um útlitið hjá føroysku fiskivinnuni, góvu áhoyrarunum hetta kvøld, og tíverri er tað nokk so, at útlitið fyri skiparaksturin í fyrstu framtíð er út av lagi ringt. DAGSINS MÁL J. Fr. Øregaard skrivar, at eitt uppskot um at hækka prísstudningin til útróðr- arfisk loysir ikki teir trup- ulleikar, føroyski veiðu- flotin er komin í. Hesaferð eru fleiri raktir av prísfall- inum enn áður, og takið verður tí so mikið tyngri Nærum allir marknaðir, har føroyingar selja fisk sin, boða frá fallandi prís- um. Oljan er hækkað millum 3 og 4 ferðir tað, hon kostaði, og ávirkar hetta tilsvarandi prísin á bæði línum, trolum og nót- um, so her ber alt at sama skeiva borði. Løgtingið kemur saman- aftur nú komandi mána- dag, og tá verða tey mál, sum komin eru og sum tá verða framløgd, viðgjørd — eisini uppskot sam- bandsfloksins. Nú er ikki vanligt at siga rættuliga nógv um eitt tingmál, fyrr enn tað verður umrøtt á tingi. Men nú hetta mál longu er tikið til almenna umrøðu bæði í útvarpinum og í bløðum, fari eg eisini at siga eitt sindur um henda spurning. Tað er væl øllum, sum eru nær knýtt at fiskivinn- uni, heilt greitt, at oman- fyri nevnda uppskot ikki loysir teir trupulleikar, før- oyski veiðiflotin er komin í. Var málið so lætt at loyst, hevði tað ikki verið torført at funnið gongdar leiðir, men so er ikki, her skal annað til, ti inntøkan er ikki bara minkað pro- sentliga tað, sum fiska- prísurin er lækkaður, men vinnan er ikki meira løn- som, raksturin hjá stórum parti av fiskiskipaflotan- um gevur beinleiðis hall. Stórur partur av fiskiskip- unum eru nýkomin skip, sum ikki hava nakran re- serva, so um ikki tað al- menna beinanvegin er ført fyri at veita hjálp, er at frykta fyri, at skipini ann- aðhvørt verða løgd ella seld út av landinum, so her verður neyðugt at gera nakað munandi og gera tað beinanvegin. Á ólavsøku segði lands- stýrismaðurin, sum hevði við figgjarmál at gera, Petur F. Christiansen, at tá fíggjarlógin varð sam- tykt seinasta vár, var skeivt mett um, hvat landsskatturin fór at geva, so hann kom at vera 10 miljónir meira enn ætlað. Hesum 10 miljónunum er nú boð eftir, og kemur tað væl við hjá nývalda lands- stýrinum, at her eru peng- ar tøkir. Um hesar 10 milj- ónirnar muna nakað, eri eg ikki førur fyri at meta um, høvuðsvinnan má ikki steðga, so her fær lands- stýrið úr at gera beinan- vegin. Tað er tó heilt greitt, at fiskivinnan ikki kann rek- ast við almennum stuðli í langar tíðir. Men higartil hevur tað verið so, við tí fjølbroyttu vinnu, vit hava, at um hóttafall hev- ur komið á innan ein tátt, so hevur annar táttur givið væl av sær, og kunnað veitt stuðul, har á hevur staðið, inntil marknaðurin aftur er komin í rættlag. Hetta verður eisini neyð- ugt hesaferð, hóast tað hesaferð eru fleiri, ið raktir eru av prísfallinum, og verður takið tí so mikið tyngri enn áður. Uppskot sambandsfloksins er ein bati til ein part af fiski- skipaflotanum, men ikki nóg stórur, og bert til ein litlan part av teimum, sum raktir eru av hækkandi út- reiðslum og lækkaðum fiskaprísum. Míni ráð til landsstýrið eru tí tey at koma til tingið við upp- skoti, sum verulig hjálp er i, so vit ikki missa veiði- flota okkara, sum hevur kostað okkum so dýrt at hava fingið fatur á, tí um hóttafall kemur á, verður tað tyngri seinri at vinna á aftur. J.Fr. Øregaard Rímuligur partur Otróðrarmenn hava. stovn- að landsfelag, og spurn- ingurin er, um vit hava havt rættan fiskasølupoli- tikk, sjómarkspolitikk og veiðupolitikk innan fyri 12 fjórðingar, skrivar 14. September: Skilligt er, at vandi út- róðursins er akuttur, og at vit noyðast at finna loysn- ir, sum nú beinanvegin hjálpa hesi neyðstøddu vinnu og hesum neyð- støddu monnum. Útróðr- SJÓNARMIÐ armenninir hava sjálvir bent á leiðir. Ein er tann, at landingarprísirnir verða ásettir fyn longri tíðarbil. Ein opnur er tann, at landingarprísirnir verða pristalsviðgjørdir. Vit rokna við sum givið, at samráðingar verða nú beinan vegin millum lands- felag útróðrarmanna og landsstýrið. M.a. kunna teir vísa á orðini tey í sam- gonguskjali nýggja lands- stýrisins sum siga, at «øll- um stættum verður viss- aður rímuligur partur av tjóðarúrtøkuni». Soleiðis sum viðurskifti útróðrar- manna hava lagað seg, og soleiðis sum tey eru í dag, fáa teir ikki henda rímuliga part. Ikki nakar landsskaði? Tað er ein spumingur, hvussu nógv vit skulu laga okkum eftir teimum krøv- unum, sum studentaskúla- næmingarnir seta fram í málstríðnum, skrívar for- maðurin í Fiskimannafel- agnum, Óli Jacobsen, í Sosialinum: Tað er bert 1/100.000 partur av heimsins ibúgv- um, sum tosa føroyskt, so tað er lætt at skilja, at tað er sera avmarkað, hvussu langt vit kunnu klára okk- um bert við okkara egna máli. Og við tað, at vit eru ein partur av tí norrøna málsøkinum er tað mest nærliggjandi, at vit læra eitt av teimum størru norr- ønu málunum, og tá kunnu vit eins væl læra danskt sum eitthvørt annað. Og so mega vit endiliga gera okkum klárt, at hetta mál eru vit noyddir at nýta, tá okkara egna mál ikki røkk- ur til. Eisini fara fram ymsar próvtøkur á donskum, tí tað nú einaferð liggur best fyri. Hetta ger seg t.d. galdandi fyri handilsskúl- arnar, men vit hoyra ikki um, at nakar mutar ímóti hesum. Tá vit hava í huga, at okkara mál hevur fingið allan tann rætt, sum vit eru førir fyri at geva tí, bendir alt á, at tað er eing- in saklig orsøk fyri øllum tí roki, sum hevur verið í Hoydølum. Útfrá hesum skuldi hesin spurningur ikki verið so torførur at greiða hjá landsstýrinum. Tað eigur at boða næming- unum frá, at teir skulu fáa føroyskar próvdómarar, har tað liggur fyri. Har tað ikki liggur fyri, verða danskir próvdómarar nýtt- ir. Skuldu næmingarnir ikki funnið seg í hesum, so ivist eg í, um tað verður tann stóri landsskaðin, um vit framyvir fáa nakrar studentar færri. Yvirtøkan Postverkið skal yvirtak- ast. Dagblaðið skrivar: So er talan um yvirtøku av ognum postverksins, og her uppií kemur so spurn- ingurin um útbygging av postverkinum. At post- húsið í Havn er ov litið og ótiðarhóskandi eigur at vera øllum skilligt. Harumframt kemur so spurningurin um tey, sum eru í tænastu hjá post- verkinum. Her er talan um tveir bólkar, ein sum hevur serligan sáttmála við post- verkið, og hin bólkurin, sum hevur starv hjá post- og telegrafverkinum og hevur eftirløn í hesum starvi. Vit mugu eisini rokna við, at skipað verður serlig føroysk lóg um postverkið, tá ið tað er yvirtikið, og hon skal so viðgerast og samtykkjast av løgtingin- um.

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.