Tíðindablaðið - 22.01.1975, Blaðsíða 6
Síða 6
TIOINPABLADID mikudagin 22. januar 1975
'
Heim til
Moskva
1 síðstu viku fekk sovj-
ettiski sendiharrin i
Washington, Dobryn-
in, boð um at koma
heim til Moskva fyri at
tingast um viðurskiftini
við USA, nú Sovjet-
samveldið hevur vrakað
handilssáttmálan.
Bæði í Moskva og
Washington hava menn
talað um, at tað er
neyðugt at hildið verð-
ur fram við royndunum
at hava góð viðurskifti
millum hesi bæði lond-
ini. Amerikanski uttan-
ríkisráðharrin sigur í
eini viðmerking, at tað
er harmuligt, at sátt-
málin ikki varð góð-
kendur, og hann
skoytti uppí, at tann
hemaðarliga styrkin
hjá hesum báðum lond-
um fer at noyða tey til
at halda fram við
royndunum at skapa
størri samvinnu og
betri viðurskifti síná-
millum.
Bert rhodesarar
Rhodesiski forsætisráð-
harrin, Ian Smith, sig-
ur, at eitt grundlóggev-
andi ting fyri Rhodesia
eigur at haldast har í
landinum skjótast gjør-
ligt, og bert rhodesarar
eiga at sleppa at lut-
taka. Ian Smith sigur,
at hann er altíð til reið-
ar at hava ein fund yið
Afrikanska tjóðskapar-
ráðið, sum umboðar all-
ar teir afrikansku flokk-
amar. í síðstu viku
boðaði ráðið frá, at tað
vildi bert vera við í ein-
um grundlóggevandi
tingi, um tað varð hild-
ið uttanfyri Rhodesia
og um bretski úttan-
ríkisráðharrin, James
Callaghan, var formað-
ur.
Ymisk tfðindi
Tað em framvegis ym-
isk tíðindi um, hvussu
sovjettiski aðalskrivar-
in, Leonid Brezjnev,
livir. Japanski uttan-
ríkisráðharrin hevur
verið í Moskva og ting-
ast um ein friðarsátt--
mála millum Japan og
Sovjetsamveldið, og
hann fekk at.vita, at
umstøðurnar gjørdq, at
hann ikki kundi hitta
Brezjnev, men hann
fekk onga nærri frá-
greiðing.
Australski forsætis-
ráðharrin, Gough Whit-
lam, sum í síðstu viku
var í Sovjetsamveldin-
um og vitjaði, hitti ikki
Brezjnev á hesi ferðini.
STUTT
UTTANEFTIR
Indiski forsætisráð-
harrin, Indira Ghandi,
skuldi fyrst í næsta
mána til Sovjetsam-
veldið, men henda vitj-
an er avlýst, og avlýs-
ingin stendur møguliga
í samband við livimáta
Brezjnevs.
Meira enn
vant
Kinesiski forsætisráð-
harrin, Chou En-lai,
sum hevur ligið á sjúkr-
ahúsi í Peking teir sein-
astu mánarnar, tók
meira aktivt lut í polit-
iska livinum í síðstu
viku enn vant. Hósdag-
in hevði hann fund við
vesturtýska politikar-
an, Franz Josef Strauss
og eina japanska sendi-
nevnd, sum var í Pek-
ing. Mikudagin slapp
hann av sjúkrahúsinum
í nakrar tímar fyri at-
luttaka í einum minn-
ingarhaldi yvir ein kin-
esiskan varaforsætis-
ráðharra.
Tiltrongd
hjálp
Ein talsmaður fyri
Hvítu Húsini hevur
váttað, at USA hevur
latið Libanon fáa rak-
ettir til at verja seg við
ímóti stríðsvognum.
Feisal kongur í Sauđ-
i-arabia hevur sagt, at
hann fer at geva Sýria-
landi 150 miljónir doll-
ars saman við einum
láni uppá 200 miljónir
dollar6. Ein kunngerð,
ið varð send út í Dam-
askus eftir tingingar
har millum Feisal og al
Assad forseta sigur, at ;
henda peningahjálp er
harðliga tiltrongd; hon
skal brúkast bæði til
útbyggingar og til her-
naðarliga útgerð.
Verkfallið
liðugt
í Kanada er verkfallið
av, sum kundi ført til,
at olympisku leikimir í
Montreal næsta ár
máttu verið útsettir.
Teir meira enn 1.000
metalarbeiðsmenninir,
sum byggja eitt stadion
til leikirnar, hava verið
i verkfalli siðani novem-
ber, men teir hava nú
við stórum meiriluta
góðkent eitt semings-
uppskot, sum stjórnin í
Quebeck hevði sett
fram. Myndugleikarnir
høvdu frammanundan
sagt frá, at varð hetta
uppskot ikki góðkent,
so kundu olympisku
leikirnir ikki haldast til
ásetta tíð.
Brezjnev og Kosygin á fundi í Kreml. Tað Ijóðar, at støðan hjá
Brezjnev er viknað, og at hetta kann vera ein av grundunum til,
at handilssáttmálin við USA ikki varð góðkendur
Handilssáttmálin ikki
góðkendur av russum
Amerikanska kongressin setti
krøv, sum eru uppílegging
í innanrikis mál, sigur tíðinda-
stovan TASS
Sovjetsamveldið hevur
boðað frá, at landið góð-
kennir ikki handilssátt-
málan, sum varð gjørdur
við USA í 1972.
Hesin sáttmáli ásetti, at
størri handilssamband
skuldi vera millum londini,
og avgjørt var eisini, at
Sovjetsamveldið skuldi
rinda aftur 700 miljónir
dollars, sum Sovjetsam-
veldið lænti undir kríg-
num. Sáttmálin varð und-
irskrivaður av Richard
Nixon og Leonid Brezjnev
á fundinum teirra millum í
1972.
Linari reglur
fyri útflyting
Tað frættist í Washington
týsdagin, at høvuðsgrund-
in til, at russar ikki góð-
kenna sáttmálan er, at
amerikanska kongressin
nakrar dagar fyri jól setti
fram tað krav í samband
við handilssáttmálan, at
Sovjetsamveldið skuldi
gera reglurnar linari fyri
fólk, sum ynsktu at flyta
úr landinum. Tað var
Henry Jackson senatorur,
sum var tann ídni talsmað-
urin fyri at fáa hetta krav
uppi sáttmálan. Hann
vónaði, at Sovjetsamveld-
ið var so ovurhugað fyri at
fáa sáttmálan gúðkendan,
at landið afturfyri vildi
ganga við til at lata jødar
sleppa at flyta úr Sovjet-
samveldinum til ísraels.
Uppílegging
Tað vóru nógvir, sum alla
tíðina søgdu, at hetta til-
takið hjá Henry Jackson
fór ikki at eydnast, tí hetta
var roknað sum ein uppí-
legging í innanhýsis viður-
skifti í Sovjetsamveldin-
um. Og slíkar uppilegging-
ar plagar onki land at vilja
lata sær lynda.
Tað kann kanska undra,
at tað tók russum so langa
tíð at avgera, at teir ikki
vildu góðkenna hetta krav.
Ein onnur grund til, at
russar vóru misnøgdir við
sáttmálan var, at amerik-
anarar hava avgjørt at
læna russum nógv minni
pening enn frammanund-
an.
Alt hetta kemur sjálv-
andi at fáa avleiðingar fyri
viðurskiftini millum hesi
bæði lond, tí eitt fríari
handilssamband hevur
verið roknað at vera eitt
týðandi lið í royndunum at
skapa betri viðurskifti
millum hesi bæði lond.
Tann sovjettiska av-
gerðin skal óivað eisini
setast í samband við
stríðið í Moskva — navnið
hjá Brezjnev hevur ikki
verið so nógv at sæð í
sovjettisku pressuni í sein-
astuni.
Tað er illa hugsandi, at
henda avgerð fær tær
fylgjur, at alt búskaparligt
samstarv millum USA og
Sovjetsamveldið hervið
heldur uppat. Fleiri eyg-
leiðarar halda í hvussu er,
at tað fara aftur at vera
samráðingar í næstum
millum Washington og
Moskva um størri bú-
skaparliga samvinnu.
Púra beint
í tí fyrstu beinleiðis við-
merkingini hevur Moskva-
Aftur til
Miðeystur
ísraelski uttanríkisráð-
harrin, Yigal Allon, sig-
ur, at hann hevur boðið
amerikanska uttanrík-
isráðharranum, Henry
Kissinger, at koma til
Israels á vitjan, og hes-
in hevur tikið av. Yigal
Allon segði á einum tíð-
indafundi í Washing-
ton, at tað er ikki av-
útvarpið sagt, at teir menn
í USA, sum arbeiða ímóti
linna, hava fingið skoytt
broytingar uppí sáttmál-
an, og hetta var ein bein-
leiðis roynd at leggja upp í
innanhýsis viðurskifti í
Sovjetsamveldinum. Stutt
frammanundan hevði
'Moskva-útvarpið citerað
ein amerikanskan embæt-
ismann í Moskva, sum
hevði sagt, at tað var púra
beint av Sovjetsamveldin-
um at vraka sáttmálan.
Stjórin fyri amerikansku
handilsskrivstovuni í
Moskva skal sambært
TASS hava sagt, at amer-
ikanska kongressin hevði
verið ábyrgdarleys, tá hon
setti fram krøvini. Men
hann skoytti uppí, at hann
var ikki samdur við teir,
sum søgdu, at allar roynd-
ir at skapa eina betri hand-
ilssamvinnu nú vóru mis-
eydnaðar. Hann segði seg
vóna, at amerikanska kon-
gressin skjótt aftur fer at
taka upp spumingin um
handilssambandið við Sov-
jetsamveldið.
gjórt, nær vitjanin skal
byrja, men støða skal
takast til hetta um
stutta tíð. Hann segði,
at hann heldur, at
Egyptaland kanska er
til reiðar at byrja ting-
ingar um eina fyribils
loysn av trætuni. Hann
nevndi onki um, at
Kissinger skal vitja
onnur lond i Miðeystri,
men hann avvísti ikki
henda møguleika.