Tíðindablaðið - 22.01.1975, Side 6

Tíðindablaðið - 22.01.1975, Side 6
Síða 6 TIOINPABLADID mikudagin 22. januar 1975 ' Heim til Moskva 1 síðstu viku fekk sovj- ettiski sendiharrin i Washington, Dobryn- in, boð um at koma heim til Moskva fyri at tingast um viðurskiftini við USA, nú Sovjet- samveldið hevur vrakað handilssáttmálan. Bæði í Moskva og Washington hava menn talað um, at tað er neyðugt at hildið verð- ur fram við royndunum at hava góð viðurskifti millum hesi bæði lond- ini. Amerikanski uttan- ríkisráðharrin sigur í eini viðmerking, at tað er harmuligt, at sátt- málin ikki varð góð- kendur, og hann skoytti uppí, at tann hemaðarliga styrkin hjá hesum báðum lond- um fer at noyða tey til at halda fram við royndunum at skapa størri samvinnu og betri viðurskifti síná- millum. Bert rhodesarar Rhodesiski forsætisráð- harrin, Ian Smith, sig- ur, at eitt grundlóggev- andi ting fyri Rhodesia eigur at haldast har í landinum skjótast gjør- ligt, og bert rhodesarar eiga at sleppa at lut- taka. Ian Smith sigur, at hann er altíð til reið- ar at hava ein fund yið Afrikanska tjóðskapar- ráðið, sum umboðar all- ar teir afrikansku flokk- amar. í síðstu viku boðaði ráðið frá, at tað vildi bert vera við í ein- um grundlóggevandi tingi, um tað varð hild- ið uttanfyri Rhodesia og um bretski úttan- ríkisráðharrin, James Callaghan, var formað- ur. Ymisk tfðindi Tað em framvegis ym- isk tíðindi um, hvussu sovjettiski aðalskrivar- in, Leonid Brezjnev, livir. Japanski uttan- ríkisráðharrin hevur verið í Moskva og ting- ast um ein friðarsátt-- mála millum Japan og Sovjetsamveldið, og hann fekk at.vita, at umstøðurnar gjørdq, at hann ikki kundi hitta Brezjnev, men hann fekk onga nærri frá- greiðing. Australski forsætis- ráðharrin, Gough Whit- lam, sum í síðstu viku var í Sovjetsamveldin- um og vitjaði, hitti ikki Brezjnev á hesi ferðini. STUTT UTTANEFTIR Indiski forsætisráð- harrin, Indira Ghandi, skuldi fyrst í næsta mána til Sovjetsam- veldið, men henda vitj- an er avlýst, og avlýs- ingin stendur møguliga í samband við livimáta Brezjnevs. Meira enn vant Kinesiski forsætisráð- harrin, Chou En-lai, sum hevur ligið á sjúkr- ahúsi í Peking teir sein- astu mánarnar, tók meira aktivt lut í polit- iska livinum í síðstu viku enn vant. Hósdag- in hevði hann fund við vesturtýska politikar- an, Franz Josef Strauss og eina japanska sendi- nevnd, sum var í Pek- ing. Mikudagin slapp hann av sjúkrahúsinum í nakrar tímar fyri at- luttaka í einum minn- ingarhaldi yvir ein kin- esiskan varaforsætis- ráðharra. Tiltrongd hjálp Ein talsmaður fyri Hvítu Húsini hevur váttað, at USA hevur latið Libanon fáa rak- ettir til at verja seg við ímóti stríðsvognum. Feisal kongur í Sauđ- i-arabia hevur sagt, at hann fer at geva Sýria- landi 150 miljónir doll- ars saman við einum láni uppá 200 miljónir dollar6. Ein kunngerð, ið varð send út í Dam- askus eftir tingingar har millum Feisal og al Assad forseta sigur, at ; henda peningahjálp er harðliga tiltrongd; hon skal brúkast bæði til útbyggingar og til her- naðarliga útgerð. Verkfallið liðugt í Kanada er verkfallið av, sum kundi ført til, at olympisku leikimir í Montreal næsta ár máttu verið útsettir. Teir meira enn 1.000 metalarbeiðsmenninir, sum byggja eitt stadion til leikirnar, hava verið i verkfalli siðani novem- ber, men teir hava nú við stórum meiriluta góðkent eitt semings- uppskot, sum stjórnin í Quebeck hevði sett fram. Myndugleikarnir høvdu frammanundan sagt frá, at varð hetta uppskot ikki góðkent, so kundu olympisku leikirnir ikki haldast til ásetta tíð. Brezjnev og Kosygin á fundi í Kreml. Tað Ijóðar, at støðan hjá Brezjnev er viknað, og at hetta kann vera ein av grundunum til, at handilssáttmálin við USA ikki varð góðkendur Handilssáttmálin ikki góðkendur av russum Amerikanska kongressin setti krøv, sum eru uppílegging í innanrikis mál, sigur tíðinda- stovan TASS Sovjetsamveldið hevur boðað frá, at landið góð- kennir ikki handilssátt- málan, sum varð gjørdur við USA í 1972. Hesin sáttmáli ásetti, at størri handilssamband skuldi vera millum londini, og avgjørt var eisini, at Sovjetsamveldið skuldi rinda aftur 700 miljónir dollars, sum Sovjetsam- veldið lænti undir kríg- num. Sáttmálin varð und- irskrivaður av Richard Nixon og Leonid Brezjnev á fundinum teirra millum í 1972. Linari reglur fyri útflyting Tað frættist í Washington týsdagin, at høvuðsgrund- in til, at russar ikki góð- kenna sáttmálan er, at amerikanska kongressin nakrar dagar fyri jól setti fram tað krav í samband við handilssáttmálan, at Sovjetsamveldið skuldi gera reglurnar linari fyri fólk, sum ynsktu at flyta úr landinum. Tað var Henry Jackson senatorur, sum var tann ídni talsmað- urin fyri at fáa hetta krav uppi sáttmálan. Hann vónaði, at Sovjetsamveld- ið var so ovurhugað fyri at fáa sáttmálan gúðkendan, at landið afturfyri vildi ganga við til at lata jødar sleppa at flyta úr Sovjet- samveldinum til ísraels. Uppílegging Tað vóru nógvir, sum alla tíðina søgdu, at hetta til- takið hjá Henry Jackson fór ikki at eydnast, tí hetta var roknað sum ein uppí- legging í innanhýsis viður- skifti í Sovjetsamveldin- um. Og slíkar uppilegging- ar plagar onki land at vilja lata sær lynda. Tað kann kanska undra, at tað tók russum so langa tíð at avgera, at teir ikki vildu góðkenna hetta krav. Ein onnur grund til, at russar vóru misnøgdir við sáttmálan var, at amerik- anarar hava avgjørt at læna russum nógv minni pening enn frammanund- an. Alt hetta kemur sjálv- andi at fáa avleiðingar fyri viðurskiftini millum hesi bæði lond, tí eitt fríari handilssamband hevur verið roknað at vera eitt týðandi lið í royndunum at skapa betri viðurskifti millum hesi bæði lond. Tann sovjettiska av- gerðin skal óivað eisini setast í samband við stríðið í Moskva — navnið hjá Brezjnev hevur ikki verið so nógv at sæð í sovjettisku pressuni í sein- astuni. Tað er illa hugsandi, at henda avgerð fær tær fylgjur, at alt búskaparligt samstarv millum USA og Sovjetsamveldið hervið heldur uppat. Fleiri eyg- leiðarar halda í hvussu er, at tað fara aftur at vera samráðingar í næstum millum Washington og Moskva um størri bú- skaparliga samvinnu. Púra beint í tí fyrstu beinleiðis við- merkingini hevur Moskva- Aftur til Miðeystur ísraelski uttanríkisráð- harrin, Yigal Allon, sig- ur, at hann hevur boðið amerikanska uttanrík- isráðharranum, Henry Kissinger, at koma til Israels á vitjan, og hes- in hevur tikið av. Yigal Allon segði á einum tíð- indafundi í Washing- ton, at tað er ikki av- útvarpið sagt, at teir menn í USA, sum arbeiða ímóti linna, hava fingið skoytt broytingar uppí sáttmál- an, og hetta var ein bein- leiðis roynd at leggja upp í innanhýsis viðurskifti í Sovjetsamveldinum. Stutt frammanundan hevði 'Moskva-útvarpið citerað ein amerikanskan embæt- ismann í Moskva, sum hevði sagt, at tað var púra beint av Sovjetsamveldin- um at vraka sáttmálan. Stjórin fyri amerikansku handilsskrivstovuni í Moskva skal sambært TASS hava sagt, at amer- ikanska kongressin hevði verið ábyrgdarleys, tá hon setti fram krøvini. Men hann skoytti uppí, at hann var ikki samdur við teir, sum søgdu, at allar roynd- ir at skapa eina betri hand- ilssamvinnu nú vóru mis- eydnaðar. Hann segði seg vóna, at amerikanska kon- gressin skjótt aftur fer at taka upp spumingin um handilssambandið við Sov- jetsamveldið. gjórt, nær vitjanin skal byrja, men støða skal takast til hetta um stutta tíð. Hann segði, at hann heldur, at Egyptaland kanska er til reiðar at byrja ting- ingar um eina fyribils loysn av trætuni. Hann nevndi onki um, at Kissinger skal vitja onnur lond i Miðeystri, men hann avvísti ikki henda møguleika.

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.