Tíðindablaðið - 22.01.1975, Blaðsíða 1
Tíðindablaðið
Nr. 5 - 2. árg. - leysasøla 2,00
Óvanlig
innbrot
Seinasta fríggjadag kom
ein 19 ára gamal drongur
fyri rættin, skuldsettur
fyri trý innbrot og stuld-
ur. í rættinum viðgekk
hann innbrotini. Sjálvur
annar breyt hann inn á
Skipasmiðjuna nýggj-
ársaftan og tók 17.000
kr., og í heyst hevði
hann einsamallur brotið
inn í Bókhandilin á
Vaglinum. Frágreiðing
frá innbrotunum er á
síðu 4
Tosað um
byrgingina
Umboðsmenn fyri bygd-
aráðið í Hvannasundi
hava verið i Havn og hitt
landsstýrismenn, har
tosað varð um byrging-
ina um Sundið. Menn
eru yvirhøvur væl nøgd-
ir við ta góðu havnina,
sum byrgingin hevur
skapt sunnanfyri, men
teir ynskja samstundis
at fáa møguleikan aftur
at rógva norðureftir.
Sum ntá er, mugu teir
sigla runt Viðoynna, tá
teir skulu norðurum.
Landsverkfrøðingurin
arbeiðir við ymiskum
uppskotum um eina
loysn av hesum spurn-
ingi. /-
Møguleikar á
fjarleiðum
Tað eru ikki stórvegis
møguleikar hjá føroying-
um at økja veiðuna á
fjarleiðunum av teimum
fiskasløgum, sum vit
vanliga plaga at nýta.
Harafturimóti kann
hugsast, at tað er gjør-
ligt at veiða onnur fiska-
sløg, m.a. lodnu, bæði
við Ný Fundland og við
Norðurnorra.
I dag halda vit fram
við yvirlitinum yvir
veiðumøguleikar okkara
á
síðu 7
Sjónleikur
í Hoydølum
! kvøld kl. 20 skipa
næmingar í Hoydølum
fyri sjónleiki, spæli-
manstónleiki og upp-
lestri í samkomuhøllini.
Leikurin, sum verður
framførdur, er Fríggjar-
in eftir Anton Tjekhov;
hetta er ein skemtileik-
ur, ið hevur verið spæld-
ur í útvarpinum.
Vilja
I ikki
byggja
tunnil
j Bretska stjómin hevur
■! avgjørt at taka seg burt-
Íurúr ætlanini um at gera
tunnil undir Ermasundi.
I Tað hevur verið ætlanin,
at Frakland og Bretland
■ skulu vera sainan um
hetta arbeiðið, og frans-
menn siga seg harmast
] bretsku avgerðina.
Fleiri bretskir tinglim-
ir hava funnist at av-
I gerðini hjá bretsku
Istjórnini og siga, at
Bretland hevur minst
líka nógv brúk fyri at fáa
hetta samferðsluliðið við
meginlandið. Ein ting-
limur segði, at tað er
■ dýrari at lata vera við at
byggja tunnilin.
Ein gamal
dreymur
Dreymurin um at fáa
hetta samferðsluliðið
millum Bretland og meg-
■ inlandið gongur langt
: aftur í tíðina, men við tí
avgerð, sum bretska
stjórnin nú hevur tikið
Øsær tað ikki út til, at
hesin dreymur gerst ver-
uleiki enn á sinni.
Tað vóm mest for-
sprákararnir fyri lima-
skapi í felagsmarknaðin-
um, sum vóm misnøgdir
við avgerðina.
Fransmenn
misnøgdir
Sum væntað hava frans-
menn sagt seg harmast
bretsku avgerðina. Ein
franskur talsmaður
segði, at hetta var ikki
nakar óloysihgur spurn-
ingur, og ti var tað
J harmuligt, at bretska
stjórnin tók seg burturúr
hesi ætlan.
Fronsk bløð hava fleiri
.j viðmerkingar, og summi
finnast harðliga at Bret-
, landi, tí bretar hava latið
fransmenn brúka nógvar
| pengar til eina ætlan,
sum nú einki kemur
js burturúr.
Tað verður væntað, at
henda avgerð fer at fáa
i politiskar avleiðingar
j fyri viðurskiftini i fram-
tiðini millum Frakland
og Bretland.
Mikudagur 22. januar 1975
HflHDHBBHHHðHBRBHBHHBBBHHHHHHHHHHHBBHBBHI
Telefon 1 48 49
Landsstýrið
í eldinum:
miljónir til
útróðurin
Seinrapartin í gjár hevði landsstýrið
fund, har tað viðgjørdi kravið frá út-
róðrarmonnum og bátaeigarum um
hækking av avreiðingarprísinum. Tað
frættist, at tað nýggja landsfelagið
hevur kravt, at tejr lýstu avreiðingar-
prísirnir verða settir úr gildi, og at
landsstýrið ásetir fyribils nýggjar prís-
ir, sum eru væl hægri. Skal landsstýrið
fylgja ynskinum, kemur hetta at kosta
landskassanum nakrar miljónir, siga
tíðindini.
Tað eru tríggir mans, sum sam-
ráðast við myndugleikarnar fyri út-
róðrarfelagið. Teir eru Adolf Hansen,
Poul Adrian Andreasen og Páll Tumm-
assarson. Ætlanin er, at tann núver-
andi prís- og studningsskipanin fyri
ráfisk skal endurskoðast frá botni og
leggjast fyri tingið seinri. Síðu 5
Føroysk fløgg boða frá
yvirtøku postverksins
Á posthúsinum i Havn —
og aðrastaðni við —
ganga starvsfólkini nú
og bíða eftir, at avgerðin
um at yvirtaka posthús-
ið verður sett í verk. í
Havn hava starvsfólkini,
meðan tey bíða eftir at
postverkið verður «før-
oyskað», hongt tvey før-
oysk fløgg yvir durun-
um. Lesiðásíðu4