Tíðindablaðið - 22.01.1975, Qupperneq 1

Tíðindablaðið - 22.01.1975, Qupperneq 1
Tíðindablaðið Nr. 5 - 2. árg. - leysasøla 2,00 Óvanlig innbrot Seinasta fríggjadag kom ein 19 ára gamal drongur fyri rættin, skuldsettur fyri trý innbrot og stuld- ur. í rættinum viðgekk hann innbrotini. Sjálvur annar breyt hann inn á Skipasmiðjuna nýggj- ársaftan og tók 17.000 kr., og í heyst hevði hann einsamallur brotið inn í Bókhandilin á Vaglinum. Frágreiðing frá innbrotunum er á síðu 4 Tosað um byrgingina Umboðsmenn fyri bygd- aráðið í Hvannasundi hava verið i Havn og hitt landsstýrismenn, har tosað varð um byrging- ina um Sundið. Menn eru yvirhøvur væl nøgd- ir við ta góðu havnina, sum byrgingin hevur skapt sunnanfyri, men teir ynskja samstundis at fáa møguleikan aftur at rógva norðureftir. Sum ntá er, mugu teir sigla runt Viðoynna, tá teir skulu norðurum. Landsverkfrøðingurin arbeiðir við ymiskum uppskotum um eina loysn av hesum spurn- ingi. /- Møguleikar á fjarleiðum Tað eru ikki stórvegis møguleikar hjá føroying- um at økja veiðuna á fjarleiðunum av teimum fiskasløgum, sum vit vanliga plaga at nýta. Harafturimóti kann hugsast, at tað er gjør- ligt at veiða onnur fiska- sløg, m.a. lodnu, bæði við Ný Fundland og við Norðurnorra. I dag halda vit fram við yvirlitinum yvir veiðumøguleikar okkara á síðu 7 Sjónleikur í Hoydølum ! kvøld kl. 20 skipa næmingar í Hoydølum fyri sjónleiki, spæli- manstónleiki og upp- lestri í samkomuhøllini. Leikurin, sum verður framførdur, er Fríggjar- in eftir Anton Tjekhov; hetta er ein skemtileik- ur, ið hevur verið spæld- ur í útvarpinum. Vilja I ikki byggja tunnil j Bretska stjómin hevur ■! avgjørt at taka seg burt- Íurúr ætlanini um at gera tunnil undir Ermasundi. I Tað hevur verið ætlanin, at Frakland og Bretland ■ skulu vera sainan um hetta arbeiðið, og frans- menn siga seg harmast ] bretsku avgerðina. Fleiri bretskir tinglim- ir hava funnist at av- I gerðini hjá bretsku Istjórnini og siga, at Bretland hevur minst líka nógv brúk fyri at fáa hetta samferðsluliðið við meginlandið. Ein ting- limur segði, at tað er ■ dýrari at lata vera við at byggja tunnilin. Ein gamal dreymur Dreymurin um at fáa hetta samferðsluliðið millum Bretland og meg- ■ inlandið gongur langt : aftur í tíðina, men við tí avgerð, sum bretska stjórnin nú hevur tikið Øsær tað ikki út til, at hesin dreymur gerst ver- uleiki enn á sinni. Tað vóm mest for- sprákararnir fyri lima- skapi í felagsmarknaðin- um, sum vóm misnøgdir við avgerðina. Fransmenn misnøgdir Sum væntað hava frans- menn sagt seg harmast bretsku avgerðina. Ein franskur talsmaður segði, at hetta var ikki nakar óloysihgur spurn- ingur, og ti var tað J harmuligt, at bretska stjórnin tók seg burturúr hesi ætlan. Fronsk bløð hava fleiri .j viðmerkingar, og summi finnast harðliga at Bret- , landi, tí bretar hava latið fransmenn brúka nógvar | pengar til eina ætlan, sum nú einki kemur js burturúr. Tað verður væntað, at henda avgerð fer at fáa i politiskar avleiðingar j fyri viðurskiftini i fram- tiðini millum Frakland og Bretland. Mikudagur 22. januar 1975 HflHDHBBHHHðHBRBHBHHBBBHHHHHHHHHHHBBHBBHI Telefon 1 48 49 Landsstýrið í eldinum: miljónir til útróðurin Seinrapartin í gjár hevði landsstýrið fund, har tað viðgjørdi kravið frá út- róðrarmonnum og bátaeigarum um hækking av avreiðingarprísinum. Tað frættist, at tað nýggja landsfelagið hevur kravt, at tejr lýstu avreiðingar- prísirnir verða settir úr gildi, og at landsstýrið ásetir fyribils nýggjar prís- ir, sum eru væl hægri. Skal landsstýrið fylgja ynskinum, kemur hetta at kosta landskassanum nakrar miljónir, siga tíðindini. Tað eru tríggir mans, sum sam- ráðast við myndugleikarnar fyri út- róðrarfelagið. Teir eru Adolf Hansen, Poul Adrian Andreasen og Páll Tumm- assarson. Ætlanin er, at tann núver- andi prís- og studningsskipanin fyri ráfisk skal endurskoðast frá botni og leggjast fyri tingið seinri. Síðu 5 Føroysk fløgg boða frá yvirtøku postverksins Á posthúsinum i Havn — og aðrastaðni við — ganga starvsfólkini nú og bíða eftir, at avgerðin um at yvirtaka posthús- ið verður sett í verk. í Havn hava starvsfólkini, meðan tey bíða eftir at postverkið verður «før- oyskað», hongt tvey før- oysk fløgg yvir durun- um. Lesiðásíðu4

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.