Búreisingur - 15.09.1902, Qupperneq 3
Útheimurin.
135
um tingi og eini fríari landaskipan. Nógvir stórmenn og
adilsmenn ilskaðust so yvir hetta, at teir rýmdu av landinum
og leitaðu til útlendskar kongar at eggja teir til bardaga
móti Frankariki. Tað jarðargóðsið, ið hesir fosturlands-
svíkjarar áttu, bleiv nú saman við kirkjugóðsinum selt, og
hetta legði nógvan pening niður i landskassan.
Tann nýggja grundlógin var ikki leingi galdandi.
Brátt byrjaðu Preussaland og Eysturriki bardaga við Franka-
ríki, og orð kom upp um, at Ludvíkur hin sextandi skuldi
standa í samband við landsins fígginđar. Parísarmenn trúðu
hesum og i túsundtali stormaðu teir kongaborgina og settu
kongin fastan í fongsul og húsfólk hansara. Ein nýggjur
ríksdagur valdist — konventið róptist hann — og hann ásetti,
at Frankaríki hereftir skuldi vera ein republik*). Hetta
barst til i 1792.
Nú varð klaga reist móti Ludvíki fyri lanđasvik, og
hann varð settur fyri konventið sum dómstól. Dómur varð
feldur, og 1793 varð kongur hálshógdur.
Nú tók ein øðilig tíð við. Tað kundi sýnast sum Fransk-
menninir villir og í øði og píndir royndu sansaleysir at renna
frá teirra samvitsku pínum fyri blóð- og lívlát við at rasa enn
meiri. Kristindómurin bleiv beinleiðis avtikin, og í staðin
innførdu teir eina spildurnýggja gudsdyrkan av »vitinum«,
mannavitinum. Mánaðirnir fingu nýggj nóvn; og í staðin fyri
vikur brúktu teir tímarúm uppá 10 dagar at rokna við. Teir
villastu av konventsmonnunum fingu reiðuliga yvirveldi og
lótu teir afturhalđandi konventsmenninar seta fastar og háls-
hógga. Eisini drotningin mátti nú lata lív. Eisini í aðrar
mátar versnaði stanđurin. Ánglanđ og fleiri onnur lond byrj-
aðu bardaga við Frankaríki; og í ymsum fronskum lands-
pórtum reisti fólkið seg við vápn í hendi móti ríksstýrinum.
Men konventið var ikki einans blóðigt, tað var eisini reyst
og dugandi og fali ikki í fátt. Við jarnharðari hond sló tað
alla mótistóðu til jarðar, og allir konventsfíggindar vórðu
settir fastir, dømdir og hálshógđir. Meiri enn eitt ár vardi
henda sokallaða »ræðslutíðin«, ið tók lívið av mongum sak-
*) Vit umtalaðu áður hitt tingbundna kongadømið. R e p u b 1 i k rópast eitt
tingbundið land, ið erkongaleyst: har er eingin kongur, borin til
sessin, men í staðin velja teir fyri nokur ár í senn ein fyristóðumann,
president.
12*