Búreisingur - 15.09.1902, Side 8

Búreisingur - 15.09.1902, Side 8
40 Útheimurin. hin átjandi vilđi ikki hetta. Men hansara eftirmaður vildi fegin, og táið ríksdagurin; setti seg ímóti honum, royndi hann at herska eftir egnum tykki. Men hetta vildu Parísarmenn ikki tola. og teir reistu seg við vápn í hendi og ruku kongin út úr landinum. Hetta henđi í juli mánaði 1830, og rópast tí henda rørslan »julikollveltingin«. Henda julikollveltingin vakti eisini rørslur aðrastaðni í Evropa. Belgialandsmenn, ið eftir Napoleons fall vóru lagdir inn undir Háland, reistu seg ímóti tí hálendska kong- inum; og endin varð tann. at Belgialand bleiv eitt sjálvbjargið kongadømi. Og hitt pólska fólkið reisti seg og royndi at slíta seg frá Ruslands harradømi. Blóðigt var stríðið; men teir vórðu við undirlutan og vórðu nú illa refsaðir av Rusmonnum. Italialand varð eftir Napoleons fall sundur- býtt í fleiri landspartar, sum hvór stóð undir sínum harra. Nú reisti fólkið seg víða hvar í hesum londunum í 1830, og furst- arnir noyddust til at innføra fría landaskipan. Men fáar mán- aðar seinri fingu furstarnir hjálp frá Eysturríki og innførdu aftur einveldi. Kollveltingin i 1848. Eftir julikollveltingina valdi Franka- ríki sær ein annan kong. Ríkmenninir, ið hóvdu rættin til at velja á ríksdagin, hildu nngv um hann. Men smámonnum og arbeiðsmonnum tóktist tað illa, at teir ikki skuldu eiga valg- rætt. Og táið kongur og ríksstýrið ikki vildu geva teimum hann, reistu Parísarmenn seg eina ferð enn, í február mánaði 1848. Kongur mátti rýma av landinum, og Frankaríki varð nú ein republik, og allir tilkomnir menn skuldu eiga valgrætt (hetta rópa teir jalmennan valgrætt«). Hetta var »február- kollveltingin«. Til president fyri republikkini valdu teir L u d v í k Napoleon, ein bróðurson stóra Napoleons. Hann sá skjótt, at fleirtalið av fólkinum, serliga bøndurnir, einki lógdu í repu- blikkina. Tí gav hann eini tvey ár seinri Frankaríki eina nýggja landaskipan, hvarvið hann sjálvur fekk mesta veldið. Og árið eftir gjórdi hann seg uppaftur til keisara undir navn- inum Napoleon hin triði. Báðar ferðirnar læt hanrv aftaná fólkið stemma, antin tað játtaði tí, hann hevði gjðrt, ella ikki. Og fólkið játtaði. Tveir hepnar bardagar hevði hann (við Rusland og Eysturríki), og varð Frankaríki har- eftir aftur hitt máttmiklasta av stórlondunum.

x

Búreisingur

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.