Búreisingur - 15.09.1902, Síða 10

Búreisingur - 15.09.1902, Síða 10
142 XJtheimurin. Italiaiand. Vit frættu, hvussu allir Italialands menn settu teirra álit til Viktor Emanuel, at hann skuldi knýta teir saman til eitt, sterkt fólk. Eysturríki átti ein stóran landsparti í Italialandi. Tað eydnaðist Viktor Emanuel at fáa Napoleon hin triðja til at hjálpa sær við bardaga móti Eysturríki. Og bardagin kom. Eysturríki tapti og mátti geva frá sær iands- partin í Italialandi; fólkið í honum slapp at stemma, og næ- stan allir stemmaðu fyri at fáa Viktor Emanuel til kong. Og so varð. Meðan bardagin við Eysturríki stóð uppá, hóvdu fleiri av smálondunum í Italialandi rikið furstar sínar burtur. Eisini tey góvu seg inn undir Viktor Emanuel, ið nú átti hálva Italialand. Aftur fyri hjálpina frá Frankaríki læt Viktor Emanuel tveir franskar landspartar, ið hann átti, falla til Frankaríkis. Arið eftir reisti ein stórur landspartur. ið stóð undir einum kongi av Neapel, seg ímóti furstanum, ið mátti rýma; eisini hetta fólkið gav seg inn undir Viktor Emanuel, ið nú rópti seg kong av Italialandi. Nú var næstan alt landið samlað. Enn átti tó Eysturríki ein lítlan landspart, og pávin átti Róm. Men táið Eysturríki sex ár seinri lá í bardaga við Preussaland (1866), tók Viktor Emanuel frá tí tann landspartin, tað átti. Og uppaftur fýra ár seinri tók hann Róm frá pávanum. Viktor Emanuel gjórdi nú Róm til hðvuðssetur í tí nú samlaða Italialandi. Nú er Italialand eitt av stórlondunum. Tað hevur gjðrt felag og sambanđ við Týskland og Eysturríki; tey trý skulu standa saman, um ófriður kemur á í Evropa. Hetta sam- bandið rópa teir *trýfelagið«. Italialand hevur stóran her og flota, ið kostar nógvan pening. Fólkið má tí lata tungar skattir, hóast tað er ógviliga fátækt. Tað herskar tí eisini nógvur illvilji millum fólkið har suður, og íðuliga sjóðar undir loki. Tann núverandi kongur eitur Viktor Emanuel h i n t r i ð i. Týsklantl. Vit hoyrdu í áðni, hvussu tey týsku fólkini reistu seg í 1848 og kravdu friheit og frælsi, og hvussu furst- arnir aftur fingu veldi. Eftir 1848 var Eysturríki hðvuðs- landið í »týska samfelagnum«. Men Preussalands kongur, Vilhelmur hin fyrsti, og ministari hansara, B i s ma r c k , vildu gera Preussaland til ta fyrstu maktina í Týsklanđi. Tí nýttu teir ein sterkan her. Riksdagurin vildi ongan pening lata til hetta, men Bismarck tók hann so sjálvur, og Preussaland

x

Búreisingur

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.