Búreisingur - 15.09.1902, Page 14
í46
Útheimurn.
Táið Angland endiliga eftir Napoleons fall í 1815 aftur
fekk frið, var tað útarmað av tí 22 ár langa bardaga. Og
innlendis var standurin ringur. Teir ríku góðseigararnir áttu
maktina. Annar, og tann meiri sigandi, parturin av ríksdegnum
— undirhúsið — skuldi veljast av »fólkinum«; men valgskip-
anin var so gamaldags tilskilað, at góðseigarnir fingú mest
at siga við valgini. Tí trongdist fyrst til eina nýggja valg-
lóg, og hana fingu teir gjognumførda nakað um tað bilið,
julikollveltingin var í Frankaríki. Nú gleið maktin frá adils-
monnunum yvir á teir ríku býmenninar. —. Nokur ár seinri
gjognumførdu teir eina aðra stóra framburðslóg, ið gjordi
negaratrælđómin til einkis og gav allar negaratrælir leysar.
- A nglands verkarbeiði vax í stórum, og stór virkihús bygđ-
ust víða, haðani varur fóru út til 611 heimsins lond. Sam-
bandsvegirnir víðkaðust sum aldrin áður. Ein Ámerikamaður,
Robert Fulton, hevði í 1807 bygt hitt fyrsta guvuskipið; og
tann fyrsti jarnvegurin varð tikin i brúk í 1829. Tað upp-
komu nógvir og ríkir verkhúsharrar og stórkeypmenn, ið
hðvdu arbeiðsmenn í túsundtali í teirra tænastu. Bæði ar-
beiðsharrar og arbeiðsmenn stóðu góðseigarnum ímóti; tí hesir
hðvdu fingið lagt hðgan toll á útlendskt korn, so kornið dýrk-
aðistnógv, til gagns fyri góðseigarin, men til ógagns fyri ar-
beiðsmannin. Tað var tí næsta starvið, at gera korntollin til
einkis. Og tað eydnaðist. — Arbeiðsnienninir á teim stóru
verkhúsunum hðvdu ógviliga langa arbeiðstíð og lítla løn.
Men so fóru teir at samla seg saman í stór arbeiðsfelðg, og
nú teir stóðu saman, kundu teir við størri makt krevja hægri
løn. Fingu teir hana ikki í ðllum góðum, lðgdu teir allir ar-
beiðið niður (gjðrdu »streiku«). Nú fáa Ánglands arbeiðsmenn
góða løn. Nógvir arbeiðsmenn fingu valgrætt til undirhúsið,
táið hin viðgitni ángilski ministarin Gladstone í i885 gjðgnum-
førdi eina nýggja valglóg, sum gjðrdi, at Ángland nú næstan
hevur almennan valgrætt. — írland er ógviliga illa hand-
farið av Ánglandi, so at henda fruktbara oyggin nærum er
oyðin og fólkatóm. Ángilskir góðseigarar eiga mest alt
jarðargóðsið, og teir írsku festibøndurnir liva undir trongum
korum. Ofta hendir tí, at írar samansvðrja seg um at drepa
ángilskar góðseigarar. Gladstone royndi at gjðgnumføra
eina lóg, ið skuldi geva Irlandi sjálvstýri. Men tað eydnaðist
ikki. Yvirhðvur sýnist streymurin í tí ángilska fólkinum nú.