Búreisingur - 15.09.1902, Page 19

Búreisingur - 15.09.1902, Page 19
Útheimurin. <5 1 Vit hava nú sæð, hvussu tað umlidna hundraðárið hevur ført framm til vaxtrar og hlóma bæði tjóðskapsrørsl- una og hin »d e m o k r á t i s k a« tankan (o: tankan um at geva fólkinum sjálvum, og ikki fáum yvirmonnum, landa- stýrið upp i hendur; fólkið skal stýra sær sjálvum, og ikki stýrast av oðrum). Men tað er annað enn hetta, ið eyðkennir ig. old Hitt áðurnevnda livandi samband og samskifti landanna millum, sum vax alt meiri og meiri gjognum heila hundraðárið, og sum nú er størri enn heimurin nakratíð hevur kent tað. væl størri enn í tí gamla Rómararíkinum, eigir botn i og hvílir á tí vitskapliga, ella beinari: natúr- vitskapliga kultúri, sum nútíðin eigir framm um aðrar tíðir. Sovorðið sum guvuskip, jarnbreytir og tíðindatræðrir eru fruktir av teirri natúrvitskapligu kultúrini. Áður átti heim- urin hvorki guvuskip, jarnbreyt ella tíðindatráð. tí hann ikki átti natúrvitskapin. Tað er kanska ikki lætt at siga, hvar heimurin tað síðsta hundraðárið hevur gjort tað størsta fram- stigið, antin í tí demokrátiska folilsinum ella á teirvi natúr- vitskapligu markini. Hetta av natúrvitskapligum kunnugleika skapta sam- band landanna millum ber uppaftur serliga tvær fruktir, eina anđliga og eina kroppsliga (fyri at nýta eitt orð, ið sýnist at koma í brúk í føroyskum). Hin andliga fruktin av samband- inum er eitt blómandi a n d s 1 í v. Tað sigir seg sjálvt, at undir einum so stórum samskifti. táið alskyns nýtt og frem- mand streymar út yvir oll fólkini, mugu mannatankarnir koma í røring og brótast, og av hesum elvist eitt livanđi andslív og ein hog andlig kultúr. Einki er so drepandi fyri eina and- liga kultúr sum ein deyð og heimføðislig konservatisma, ið einki vil utan sita still og tung í sessinum og goyma tað gamla*). Heimurin hevur áður fostrað einstakar m e n n , ið hava átt javnstóra anđliga kultúr, sum nakar einstakur maður í ig. old; men aldrin áður hava fólkini í heiminum átt so nógva andskultúr sum í hesum hunđraðárinum. Tað er ikki einans í politikk og landastýri, men eisini í andslívi, at hin đemokrátiski tankin hevur merkt tíðina. Og í andligari kul- *) 'l'að er eisini ein holl konservatisma til, ið er lika neyðturvilig fyri eina holla framgongu sum nakað annað. 14"

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.