Búreisingur - 15.09.1902, Side 20

Búreisingur - 15.09.1902, Side 20
152 Útheiraurin. túr og andslívi standa smálondini javnliga líka hogt sum stór- londini. Soleiðis hevur almúgin ongastaðni í verðini so góðan upplýsning og kunnugleika sum í teim smáu Norðurlondunum — Føroyar tó undantiknar. Hin kroppsliga fruktin av sambandinum millum fólkini er fyrst ein handil so stórur og livandi, sum hann aldrin aður hevur verið sæddur. Handilin er blivin ein h'vægr hjá fólkaslogunum nú á dogum, ein av hovuðskeldunum til eitt lanđs ríkidømi; tí er tann politikkur, ið eyðkennir okkara dagar, fyri ein stóran part ein handilspolitikkur, ein politikkur, ið vil verja um og eyka lanđsins handil útlendis og innlendis. Hetta livanđi handilssambandið hevur aftur skapað ein stóran bývoxtur: alstórir býir reisast og gerast miðstaðir fyri voruumsetning og vórutilgerð. Og í býunum er vaxin framm ein stórur arbeiðsmannastandur; og hesir arbeiðsmenn, sum meiri og meiri útinna alt arbeiði við m a s k i n u m , ganga saman i stór arbeiðsmannafelog fyri at verja rætt sín móti arbeiðsharrunum, og frá teimum er s o c i- a 1 i s m a n sprottin, ein nvggjur demokrátiskur tanki, ið vil lyfta tey niðastu logini av fólkinum upp til ávirkan á og lut- tak í landastýri. Tann handilspolitikkur, ið londini føra, ger, at stór- londini og tey, ið rnent eru til tess, royna at leggja unđir seg fleiri og fleiri n ý 1 o n d , fyri at vinna nýggjan markað fyri heimlanđsins hanđil. Eisini hetta er eitt merki, ið eyðkennir okkara dagar, tar.n kappsama eftirsóknin eftir nýlondum. Men hetta kapplopið eftir nýlondum krevur eina stóra kríggsmakt bæði til at taka tey og til at verja tey móti óðrum; smálondini eru tí ikki ment at vera uppi í, hóast summi, t. d. Háland, úr gomlum dógum eiga nógv nýlond. Tað er fyri ein stóran part ’nesin nýlandspolitikkurin — um- framt illvilja og avundsjúku yvirhðvur —, ið noyðir stór- londini til at hava á fóti stórar og dýrar herar og flotar; eisini í kríggsvesinum er eitt satt kapplop millum teirra eftir at verða fremst. Undir hesum almenna kapplopi eftir at vinna sær framm um onnur, gerast tey veikaru og smærru fólkaslðgini eftir- bátar, meðan tey stóru fólkini verða enn størri. Fyri teimum ángilsku, germansku og slævisku fólkaslðgunum er uppgonga, meðan tey rómanska og utanevropeisku fólkaslógini (Jápan

x

Búreisingur

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.