Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 24

Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 24
156 Tvær yrkingar. Tilfar trýtur teim ikki nú til bygging á gomlum støði — skuldrtá teimum trotið trú, áræði, magn og frøði at endurnýggja ta borg, sum small, tá gamli Tróndur í Gotu fall? og at sópa burt dumbu og bos og eitt jarðgrógvið matmadka tos? Nei nú gerst gleimur í homrum hátt, tí ei tvorrar álit og hugur, borg verður bygd frá grundum brátt, sum sýnir at dyggur er dugur í Føroyings barmi væl enn sum fyrr — tí opnar hann nýgjordar hallardyr: og hann býður sær sjálvum í stól í sítt hvíldarsæla gamla heimaból. Har sessast vit nú sum á fornari tíð ovast við hallarborðið; sá er eingin við vára lið, ið mætari eigir orðið; nú kitlar í gripinum droyrin tann, sum Føroyingur aftur hjá Føroyingi fann! tá um borðið á valmanna hátt vær stígum framm at kvoða annan tátt! Jóannes Patursson. II. Lag: Josveins vísa. Logd eru tún á gotum slðttum av hellusvað og kampaknottum; stórar borgir standa, settar við tigli og tinnigróti, himni rísa hátt ímóti, gluggar í gullljómi branda.

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.