Fróðskaparrit - 01.01.1965, Page 1
Víkingabústaður í Seyrvági
(Trace of viking settlement in Seyrvágur, Vágar)
Eftir Sverra Dahl.
I Inngangur.
Várið 1957 varð grivið fyri grund til fimleikarholl tætt
vestan fyri nýggja skúlan í Seyrvági; teir komu tá niður á
laðað grót, sum monnum tókti vera toftaleivdir, og sóknar-
stýrið boðaði tí frá hesum. Eingin veit um at siga, at nakar
hevur búð á hesum staði, og sogn er eingin. Tað lá so fyri, at
rannsóknin kundi verða gjórd beinan vegin við stuðuli frá
sóknarstýrinum.1)
II Staðarlýsing.
Tann gamla bygdin stóð, og ger tað mest enn, inni á botni
í váginum, og var tá óbygt úteftir norðara vágsarminum út til
staðin, har ið hesin fundur varð gjórdur, tað er uttanfyri og
niðan á skák frá kirkjuni, ið stendur fyri seg sjálva niðri á
Oyrini. (1. mynd).
Niðan frá Oyrini er væl vallaður heldur brattur og eitt
sindur heyggjutur bóur, sum, har ið toftin er, verður nevndur
úti undir Skorum. Oman gjógnum lítið gil rennur lítil á,
Hanusá, og beint vestan fyri hana stendur toftin, ið higar til
hevur hómast sum rundleitt, lág herða.
‘) Tásitandi sóknarstýri verður veitt besta tðkk fyri henda dugnað.
2 — Fróðskaparrit 1965