Fróðskaparrit - 01.01.1965, Blaðsíða 6
14
Víkingabústaður í Seyrvági
Upprunaligu húsini mega tí hava verið eggklingrut við
tjúkkum ífyllingarveggjum og ongum skilarúmi, ein holl sum
tann í Kvívík1 og tann í Fuglafirði3.
Einaferð seinri hava tey verið monnum ov lítil, og fyri at
rúmka um tey hava teir tikið niður eystara veggin, laðað hann
aftur sum skilarúm við 1,0 m breiðum duri inn í rúm, sum
bygt varð eysturúr. Av veggjum í hesum rúmi er tann norðari
1,5—1,15 m tjúkki norðurveggurin til, og partur av tí eystara
vegginum. Hann er órógvaður av sementrennuni eystast, og
trúliga eisini suðureftir, tí at gólvskón sýntist ganga heilt oman
móti y 9 m.
Tá ið hetta ikki var nóg mikið, byggja teir eisini eitt rúm
suður úr suðurendanum við okkurt um 0,80 m tjúkkum ífyll-
ingarveggjum. Við tað at hesir veggir eru tynnri og oðrvísi
laðaðir enn hinir ífyllingarveggirnir, eru teir neyvan laðaðir
um somu tíð, og mega tí hesir vera yngri. Av teimum eru
bara tann vestari veggurin og partur av tí sunnara varðveittir,
tann eystari er heilt burtur; tí er ógjorligt at siga, um hann
hevur gingið suður úr tí einlaðaða eysturvegginum til tann
varðveitta eystasta partin av suðurvegginum í hesi afturat-
bygging, tað ið tað eftir tekningini (3. mynd) tykist, ella um
hann hevur staðið longur eysturi.
Eitt ivamál var tvorveggurin í norðara parti av toftini frá
eysturvegginum og til tann stóra jarðklettin og vestur frá
honum. Rannsóknin vísti tó við vissu, at eisini hann er yngri
enn upprunaliga hóllin. Undir honum var gólvskón og stólpi
ella súla, sum var kolað (3. mynd x 7,35 - y 17,50 m).
Hesin brendi stólpi saman við tjúkku svartmoldflánni (2.
mynd, skurður y 16 m eystast), ið var ímkend og blandað við
trækoli gevur okkum varhugan av, at elstu húsini, ella í minsta
lagi norðari partur teirra, eru brend niður, og at tey síðan
eru bygd aftur soleiðis, sum tey nú eru funnin.
Gólvið norðan fyri norðurveggin var hellusett, men gjollari
kanning vísti, at tað undir hesi helluseting eins og undir tvór-
vegginum er eitt annað ikki steinsett gólv, har ymsir gripir
vórðu funnir (3. mynd, fundnummar 28, 44, 45, 46, 47).