Fróðskaparrit - 01.01.1965, Blaðsíða 52
60
Fólkanovn í Suðuroyar sýslu 1801
Elsta navnatilfariS er at finna í Fðroyingasogu, á rúnastein-
um, í staðanovnum, fornbrovum, kvæðum og sognum, jarðar-
bókum, tingbókum, kirkjubókum o.s.fr., men í flestum hesum
heimildum er so stórur partur av fólkinum útihýstur, at ikki
fæst annað enn hylling á navnasiðum. Kirkjubókin átti at verið
besta heimild, tí í hana koma oll uttan mun til ætt ella stætt,
men í Suðuroy, sum vit hava sett okkum fyri at kanna fyrst,
er eingin kirkjubók til fyrr enn í 1745. Haðani er hon ford
fram til 1784, men so er givið uppat, og einki er fort í bókina
í 21 ár, so heldur ikki kirkjubókin er í hesum fðri frægari
heimild enn teir fyrstu manntalslistarnir.
Tilfarið til hesa kanning av fólkanðvnum í Suðuroyar sýslu
1801 er manntalið 18011). Manntal varð hildið í Fðroyum
17692), men manntalið 1801 er tað fyrsta, ið nýtt kann verða
til hagfrððilig endamál3). Vanliga verður hetta manntalið dag-
fest 1. februar 1801, men veruliga er tað manntalið 1. august
1801, sum roknað verður við í ðllum almennum ritum, tó
hevur Arnbjðrn Mortensen í ritgerð síni3) gjðrt neyðugar rætt-
ingar, so manntalið svarar til almennu dagfestingina.
Fólkatalið í Fðroyum 1801 var 5.265, og slðk 15 °/o búðu
í Suðuroy. 1. februar var talið 775, og 1. august var tað 781.
Munurin eru bara 6 fólk, við tað at 12 eru fðdd, 6 deyð og
eingin fluttur til Suðuroyar ella úr oynni í tíðarskeiðnum 1.
februar—1. august 1801.
Fyri kanning av fólkanðvnum hevur tað helst ongan týdn-
ing, hvat av hesum báðum íbúgvatðlunum, 775 ella 781, ið
nýtt verður. Er nakað frávik, skal tað verða viðmerkt.
*) Manntalslistin 1801 á Ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn. Maka-
rit á Landsskjalasavninum í Tórshavn.
2) Statistiske Meddelelser 1850: 1, 2, 2, vi5 ávísing á Carl Pontoppi-
dans Magazin lste Deel Side 290 og Thaarups statistiske Tabeller 1825.
Tabel XXXV. Somu Statistiske Meddelelser nevna eina fólkateljing í
Foroyum 1782, men hetta er teljing J. Chr. Svabo’s í Indberetninger, pag.
602 f., sum Statistiske Meddelelser hevur eftir J. Landt’s Beskrivelse over
Færoerne, s. 458.
3) Arnbjorn Mortensen: Fólkatalið og ognarbýtingin í Foroyum um
1600. FróSskaparrit, 3. bók, Tórshavn 1954.