Fróðskaparrit - 01.01.1965, Page 52

Fróðskaparrit - 01.01.1965, Page 52
60 Fólkanovn í Suðuroyar sýslu 1801 Elsta navnatilfariS er at finna í Fðroyingasogu, á rúnastein- um, í staðanovnum, fornbrovum, kvæðum og sognum, jarðar- bókum, tingbókum, kirkjubókum o.s.fr., men í flestum hesum heimildum er so stórur partur av fólkinum útihýstur, at ikki fæst annað enn hylling á navnasiðum. Kirkjubókin átti at verið besta heimild, tí í hana koma oll uttan mun til ætt ella stætt, men í Suðuroy, sum vit hava sett okkum fyri at kanna fyrst, er eingin kirkjubók til fyrr enn í 1745. Haðani er hon ford fram til 1784, men so er givið uppat, og einki er fort í bókina í 21 ár, so heldur ikki kirkjubókin er í hesum fðri frægari heimild enn teir fyrstu manntalslistarnir. Tilfarið til hesa kanning av fólkanðvnum í Suðuroyar sýslu 1801 er manntalið 18011). Manntal varð hildið í Fðroyum 17692), men manntalið 1801 er tað fyrsta, ið nýtt kann verða til hagfrððilig endamál3). Vanliga verður hetta manntalið dag- fest 1. februar 1801, men veruliga er tað manntalið 1. august 1801, sum roknað verður við í ðllum almennum ritum, tó hevur Arnbjðrn Mortensen í ritgerð síni3) gjðrt neyðugar rætt- ingar, so manntalið svarar til almennu dagfestingina. Fólkatalið í Fðroyum 1801 var 5.265, og slðk 15 °/o búðu í Suðuroy. 1. februar var talið 775, og 1. august var tað 781. Munurin eru bara 6 fólk, við tað at 12 eru fðdd, 6 deyð og eingin fluttur til Suðuroyar ella úr oynni í tíðarskeiðnum 1. februar—1. august 1801. Fyri kanning av fólkanðvnum hevur tað helst ongan týdn- ing, hvat av hesum báðum íbúgvatðlunum, 775 ella 781, ið nýtt verður. Er nakað frávik, skal tað verða viðmerkt. *) Manntalslistin 1801 á Ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn. Maka- rit á Landsskjalasavninum í Tórshavn. 2) Statistiske Meddelelser 1850: 1, 2, 2, vi5 ávísing á Carl Pontoppi- dans Magazin lste Deel Side 290 og Thaarups statistiske Tabeller 1825. Tabel XXXV. Somu Statistiske Meddelelser nevna eina fólkateljing í Foroyum 1782, men hetta er teljing J. Chr. Svabo’s í Indberetninger, pag. 602 f., sum Statistiske Meddelelser hevur eftir J. Landt’s Beskrivelse over Færoerne, s. 458. 3) Arnbjorn Mortensen: Fólkatalið og ognarbýtingin í Foroyum um 1600. FróSskaparrit, 3. bók, Tórshavn 1954.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.