Fróðskaparrit - 01.01.1965, Page 8
16
Víkingabústaður í Seyrvági
GólviS er annars ikki steinsett, men mest feit, svort mold,
sandur og oska. Gólvskónin er einar 8—10 cm tjúkk. Oskan
er, sum tvorskurðurin (2. mynd, y 12,25 m) vísir, serliga nógv
eystan- og vestanfyri eldstaðin, sum stendur í miðjuni, og er
tann einasti eldstaður, ið funnin varð.
Eldstaðurin er ein 3,70 m langur og 0,75 m breiður lang-
eldur; í miðjuni á honum er lítil kulla, sum nýtt hevur verið
at steikja í ella sjóða. 1 oskuni vórðu funnin leirílátabrot,
bráðnað glas, brend bein, og serliga ein perla (fundnummar
43). Hesin langeldur er meinlíkur langeldinum í Kvívík1. (5.
mynd).
Tekjan hevur verið borin uppi av 2 javnfjarum roðum av
stólpum ella súlum, sum stóðu í og á gólvinum norður—suður,
og hava skilað hollina sundur í 3 partar. 3. mynd vísir, hvar
í hesir stólpar eru funnir, har sæst eisini ein flatur steinur
(x 5 - y 9,75 m), sum uttan iva er stoðið undir stólpa.
Tún. Steinsetingin eystan fyri sementrennuna (2. mynd,
skurður y 16 m og 3. mynd, norðast, eystast), ið hevur verið
vakurt sett við malargróti, er eitt tún eystur móti ánni. Við
tað at steinsett er omaná svartmoldina má hetta vera gjort,
aftaná at húsini vóru brend, og bygt var afturat teimum
eystureftir.
IV Gripaskrá.
(List of finds)
Gripirnir hava fingið savnnummar 3764 og eru her skipaðir
eftir slagið; fundstaður og -nummar eru í flestum forum merkt
á tekningini, 3. mynd. (fig. 3).
Fund-
nr. Fitisteinsílát.
6 Brot, ímut oðrumegin. 56 mm langt, 49 mm breitt, 22 mm tjúkt.
37 Brot. 21 mm tjúkt. FunniS í osku.
Leirílát.
9 Tvey brot, ímut óðrumegin. 20 mm tjúkk. Funnin sunnan fyri
langeldin
10 Brot. 18 mm tjúkt. Funnið sunnan fyri langeldin.