Fróðskaparrit - 01.01.1965, Page 2

Fróðskaparrit - 01.01.1965, Page 2
10 Víkingabústaður í Seyrvági III Rannsóknin. Áðrenn rannsóknin byrjaði var longu frammanundan grivin djúp gryvja gjógnum toftalendið, og Hanusá lógd undir heilt í sementrennu, (sí 2. mynd, eystast í skurðunum og 3. mynd). So væl vildi kortini til, at bara eystasti partur av eystara vegg- inum og nakað av gólvinum var skalað. Hyggja vit at 2. mynd síggja vit tveir tvórskurðir gjógnum toftina, ovari á myndini ein norðara skurð, merktan y 16 m, og niðari ein sunnara skurð, merktan y 12,25 m, á 3. mynd, sum er flatatekning av toftini. Skurður y 16 m (norðari skurður). Ovast í skurðinum sæst mold, moldflógvin er fyri tað mesta tunn, 10—50 cm, og heilt tunn oman á stórum jarðkletti vestantil í skurðinum. Beint undir moldini eru eystan- og vestantil og í miðjuni á skurðinum veggjaleivdir og millum tær gólvskón av sandi, mold og ósku. Undir gólvinum er leir (morenuleir). Eystast í skurðinum, eystan fyri sementrennu, sæst undir moldini steinseting omaná lind av feitari svartmold. Skurður y 12,25 m (sunnari skurður). Ovast í skurðinum er tunn moldflógv, 5—30 cm. Beint undir moldini er eystantil í skurðinum tvær veggjaleivdir og millum tær og uttan fyri tær gólvskón. Vestantil í skurðinum er undir moldini eldstaður og báðu megin eldstaðin tjúkk óskulind, upp ímóti 20 cm tjúkk. Veggja- steinarnir, sum síggjast vestast í skurðinum oman á óskuni, eru aftanfyri skurðlinjuna, og eru teir somu, sum síggjast vestast í norðara skurði. Húsini (3. mynd). Teir, ið her hava velt, hava tikið allar veggir niður og beint fyri meginpartinum, so at bara sjálvt stóðið varð standandi eftir; tað nógva grótið hava teir slótt higar og hagar um alla toftina. Tað var tí ógviliga torfór flókja at greiða, men við at lesa okkum eftir mold-óskulindini, sum er heldur tunn, (og nú var bleyt og tvassut av regni, dag- arnar rannsóknin vardi), eydnaðist kortini at fáa vissu fyri útsjónd og stódd húsanna, so sum tey vóru upprunaliga, og sum tey seinri hava verið umbygd.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.