Fróðskaparrit - 01.01.1965, Page 10
18
Víkingabústaður í Seyrvági
7 Gliturskifur, beltisbrýni, brot. 60 mm langt, 12 mm breitt, 9 mm
tjúkt. Funnið sunnan fyri norðara tvorvegg.
8 Gliturskifur, brot. 37 mm langt, 14 mm breitt, 8 mm tjúkt. Funnið
sunnan fyri norðara tvorvegg.
12 Grót, brýnt er á aðrari breiðsíðuni. 85 mm langt, 28 mm breitt,
18 mm tjúkt. Funnið sunnan fyri langeldin taett við fundnummar
27.
15 Gliturskifur, brot. 80 mm langt, 30 mm breitt, 24 mm tjúkt.
16 Gliturskifur, brot. 62 mm langt, 14 mm breitt, 11 mm tjúkt.
17 Steinur? Brýnt á báðum mjásíðum. 65 mm langt, 22 mm breitt, 15
mm tjúkt. Funnið vestast í gólvskónini.
18 Gliturskifur, breiðari endin er brýndur út í egg eins og meitil,
sbr. Kvívík1. 105 mm langt, 25—14 mm breitt, annar endin 9 mm
tjúkkur, hin gongur út í hvassa egg. Funnið vestan fyri langeldin.
21 Leirskifur, á báðum breiðsíðum eru foyrur brýndar við nál ella
sýl. 195 mm langt, 28 mm breitt, 25 mm tjúkt. Funnið í dunga,
sum varð skumpaður upp, tá ið teir gróvu niður fyri cementrennu.
23 Leirskifur, brot. 70 mm langt. Funnið í eystaru afturatbygging.
27 Leirskifur, brot. 38 mm langt, 7 mm breitt, 6 mm tjúkt. Funnið
sunnan fyri langeldin.
31 Leirskifur, við annan endan er sett á at borað hol til beltisbrýni.
84 mm langt, 14 mm breitt, 9 mm tjúkt.
39 Gliturskifur. 92 mm langt, 14 mm breitt, 12 mm tjúkt.
44 Leirskifur, brot. 89 mm langt. Funnið norðast í toftini.
47 Gliturskifur, brot. 54 mm Iangt. Funnið norðast í toftini.
51 Gliturskifur, brotnað í trý, breiðari endin brýndur út í egg, sbr.
fundnummar 18. 164 mm langt, 18—6 mm breitt, 14 mm tjúkt.
Funnið í uppskumpaðari moldrúgvu.
Handsnældurennlar.
1 Fitisteinur, ljósagráur, flatur undir niðan, árundur omaná. Tvor-
mát: 34 mm, hædd: 14 mm; eygað veggvaksið. Funnin innan fyri
grótlaðing í miðjuni.
2 Fitisteinur, dokkgráur á liti, flatur undir niðan, flatt árundur
omaná. Tvormát: 37 mm, hædd: 18,5 mm; eygað veggvaksið.
Funnin innan fyri vesturveggin.
22 Blýggj, hvít oxygen-skón uttan, flatar oðrumegin, hogt árundur
hinumegin, skapaður mest sum hálvkúla. Tvormát: 23 mm, hædd:
14 mm. Funnin niðast í sunnasta toftaparti í svartmold.
24 Fitisteinur, flatur undir niðan, flatt árundur omaná, har ið er
ímskón, tí helst evnaður úr ílatabroti. Tvormát: 42 mm, hædd:
19 mm. Funnin í gólvinum norðan fyri langeldin.
25 Fitisteinur, íflatur báðumegin. Tvormát: 53 mm, hædd: 16 mm.
Funnin í gólvinum eystan fyri langeldin.