Fróðskaparrit - 01.01.1965, Qupperneq 51
Fólkanovn í Suðuroyar sýslu 1801
Eftir Jákup í Jákupsstovu.
Navnið spillir ongan, sigur foroyskt orðatak, men ikki skerst
burtur, at navnagávan ein mun ber boð um stoðu fólks, máls-
liga, mentunarliga, trúarliga og politiskt.
1 tjóðveldinum forna var meginparturin av fólkanóvnunum
av norrónum uppruna, og har aftrat vóru nokur keltisk. Við
kristindóminum komu bíbliunóvnini og nóvn á óðrum heil-
agum kvinnum og monnum. Hesi eru framvegis stórur partur
av fólkanóvnunum í Fóroyum, men meðan tey í einahandils-
tíðini vórðu skrivað á donskum, so hava tey nú fyri ein part
fingið fóroyskt snið. Fólkanóvn av norrónum uppruna, sum
eina tíð vóru um at hvórva, eru nú aftur í menning, men sam-
stundis koma fram fremmand nóvn, sum eiga onga heimild í
fóroyskum.
í hóvuðsdráttum vita vit um hesa framferð í navnasiðum,
men ikki vita vit nágreiniliga, t. d. hvussu nær tey norrónu
nóvnini vóru við at hvórva, og hvórji tey nóvn vóru, ið trok-
aðu hesi burtur, hvussu mong ið tey vóru og hvussu útbreidd.
Roynt verður í hesari ritgerð um fólkanóvn í Suðuroyar
sýslu 1801 at finna tilfar og ein viðgerðarhátt, sum gevur
okkum svar upp á hesar og móguligar aðrar spurningar, so
vit ikki bert fáa at vita, hvórji nóvn vóru til eina ávísa tíð,
heldur eisini hvussu vanlig ella óvanlig tey vóru sammett við
óll hini í bygdini ella sýsluni.
Um umstóður verða til tess, verður í seinni ritgerðum roynt
at greiða somu spurningar í óðrum pðrtum av Fóroyum.