Fróðskaparrit - 01.01.1965, Blaðsíða 62
70
Fólkanovn í Suðuroyar sýslu 1801
7 Anna Chatrina. A. C. eru tríggjar í FroSbo, allar í sama
húsi á Bo: 66 ára móðir bóndans, 29 ára ógift húshjálp
og 8 ára dóttir bóndans. Eisini í Hvalbo eru tríggjar A.
C.: 44 ára prestakonan, ein 23 ára ógift húshjálp hennara
í Leirum og ein 5 ára genta við Krógv. 1 Fámjin er A. C.
22 ára kona yngra bóndans í Troðum.
2 Anna Elisabeth, báðar í Fámjin: 48 ára matmóðirin á
Teigum og 17 ára dóttir hennara.
1 Anna Kristina er 5 ára dóttir bóndans í Skálum í Vági.
2 Anna Lisbeth. Onnur er yngst av 3 systrum (4 systkjum)
á Bó, Oravík, og hin er einasta barn á Klova, Porkeri.
Báðar eru á 2 ára aldri.
3 Anna Malena. Systurdóttir prestaeinkjunnar í Vági heldur
hús hjá hjálparprestinum. Hon er ógift, men eigur 3 ára
dóttir A. M. Onnur A. M. er somuleiðis 3 ára dóttir á
Oyri í Vági, og triðja A. M. er 5 ára dóttir á Hamri í
Hvalbó.
1 Anna Margretha er 2 ára óskilgitin genta í Toftum í Vági.
4 Anna Maria. I Toftum í Vági eitur yngsta dóttir bóndans
A. M. Hon er 2 ár eins og Anna Margretha í sama húsi.
Tvær A. M. eru í Sunnbó, báðar á 11 ára aldri, og ein 13
ára A. M. er í Hvalbó.
3 Anna Sophia. Tvær eru í Hvalbó: 5 ára elsta dóttir í
Garðshorni og 8 ára miðlingadóttir á Hólum. Á Hamri
í Froðbó er A. S. 8 ára dóttir bóndasonarins yngra.
2 Barbara. Eldra B. er 78 ára einkja í Porkeri, meðan yngra
B. er 18 ára dóttir Símunar í Leivsgarði í Hovi. Skyld-
skapur teirra millum er ikki óhugsandi. Eisini faðir at
eldru B. æt Símun.
8 Bille. Tvær gamlar konur í Hvalbó (93 og 71 ár) eita B.,
men yngri enn 70 ár er eingin B. í norðaru helvt av
Suðuroynni. 1 syðru helvt er eisini ein gomul B., 86 ára
einkja í Bókkum í Porkeri. Hon er abbasystir at aðrari
B., sum er 12 ár og býr í sama húsi. 1 Vági eru tríggjar
B., 38, 14 og 8 ár. Yngsta B. er 7 ár og býr í Sunnbó.
5 Birgitte. Elsta B. er 51 ár, ógift, og býr í Sunnbó. Onnur